Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 203 - 25. oktober 2005 Óvanligar gávur Tað verður ofta tikið til, at menn lova ol- mussur burtur, tá nógv stendur á, og soleiðis tóktist tað eisini vera í skiftirúminum hjá B36 eftir dystin leygardag- in. Meðan spælararnir í ovfarakæti feiraðu gullið, komu brádliga eini heldur óvanlig boð inn í skiftirúmið. Ein av viðhaldsmonn- unum hjá felagnum, sum eisini er koyrilær- ari, segði stutt og greitt, at um nakar B36'ari ikki hevði koyrikort, so var bara at tekna seg til frálæru hjá honum. Kostnaðin skuldu teir í øllum førum ikki hugsa um, helt hann. Og tað var í øllum førum nakað, sum fall í góða jørð. Fleiri av yngstu monnunum hava enn ikki koyri- kort, og tí kom hetta væl við hjá hesum. Og eisini seinni um kvøldið fingu teir áminning um, at hetta var nakað heilt serligt. Sonny Johannesen hevur í mong ár verið ein av dyggastu B36- viðhaldsmonnunum, og nú gullið var komið til høldar, vildi hann eisini sleppa at heiðra liðnum. Hetta varð gjørt á tann hátt, at allir spæl- arar vórðu bodnir heim til hansara til ein bita, áðrenn farið varð í B36-húsið. Og tað skuldi merkjast, at tal- an var um gullveitslu. Spælararnir fingu nevnliga knív og gaffil úr 24 karat gullið, tá maturin stóð á borðin- um. - Hetta er bestikk, sum eg keypti konuni í 1984. Tá hevði eg við Snodda júst gjørt besta túrin, sum nakað før- oyskt skip hevði gjørt fram til tá, og tí vildi eg keypa eitt hvørt minni um hetta. Tað bleiv so til hetta settið úr gulli, sum eg gav konuni. Men eg veit ikki. Hon hevur ongan tíð vilja brúkt tað, so nú helt eg, at spælar- arnir skuldu fáa æruna av hesum, staðfesti fegni B36'arin og rok- skiparin. -mørk Eina løtu hevði HB hondina á gullinum í Gundadali, men tvær sjádsama stórar gávur góvu grannunum sigurin, sum hóast alt eisini var uppiborin FÓTBÓLTUR Jákup Mørk - Tit hava longu fingið tvær gávur frá okkum, so vit hava onga gávu við hesa- ferð. Orðini átti onkur av HB- spælarunum, sum komu yvir í gullveitsluna hjá B36 leygarkvøldið. Og heilt skeiv mundu tey heldur ikki vera. Tí var tað ikki fyri tveir katastrofalar brøl- arar frá tveimum royndum HB-arum, so kundi reyð/ svarti parturin av Gunda- dali helst rópt seg føroya- meistara fjórða árið á rað. Móti dystargongdini Skal takast saman um dyst- in, so man intensitetur vera orðið, sum best lýsir hetta seinasta brakið. Longu hálvan tíma undan dystin- um vóru skýlini við felags- húsini um at vera full, og spakuliga byrjaði stóra skýlið eisini at fyllast. Og tá dysturin fór í- gongd, stóð eisini skjótt greitt, at menn vóru tendr- aðir. Frá fleiri síðum hevði annars verið tosað um, at dysturin væl kundi gerast sum langur talvleikur fyrsta tíman ella so, men hetta hendi ongantíð. Serliga B36 tóktist sera agressivt fyrstu løtuna, og møguleik- ar spurdust eisini burturúr. Allur syðri endi av Gundadali mundi farið uppfrá, tá Allan Mørkøre ta einu ferðina stóð púrasta blankur, men onkursvegna legði hann bóltin fram við stólpanum úr stuttari fjar- støðu. Og í fleiri øðrum førum gjørdist talan eisini um hálvar og heilar kjansir, sum Bárður Johannesen tó hevði tamarhald á. Men tað var tó ikki bara B36, sum sat á øllum. HB hevði kanska eitt meira verjukent útgangsstøði, men hinvegin, so gekk tað við fullarið ferð, tá liðið so fór niðan eftir vøllinum. Ikki minst gav tað B36 høvuðbrýggj, at kantarnir hjá HB vóru so skjótir avstað. Og einar tvær ferðir hevði Svend F. Jacobsen góðar skotroyndir, tá hann samlaði upp út fyri brots- teigin. Sum dysturin leið, so fall ferðin á spælinum nakað. Tað var ikki hugsingur um, at nakar partur kundi halda á við somu ferð í samfullar 90 minuttir. Eina løtu móti endanum royndi B36 aftur at seta ferð á. Og uttan iva skuldi Bergur Midjord lagt teir á odda, tá hann misnýtti størsta møguleikan í dyst- inum við at smekka bóltin beint í krovið á spraklandi HB-málverjanum. Og so hendi tað, sum ikki mátti henda fyri B36. HB HB revsaði uttan náði, tá teir fingu møguleikan. B36 var annars frammi í horna, tá HB ruddaði bóltin burt- ur. Tað eydnaðist Jákupi á Borg at sneiða Klæmint Matras av sær, og komin móti brotsteiginum slepti hann til Bárð Mortansson, sum at kalla kíndi bóltinum yvir í longra hornið. Kølldømdur deyða- stoytur og gávur Hetta var sum vátur vøttur hjá B36 at fáa, og eina góða løtu eftir steðgin tóktist tað eisini, sum hevði HB fult tamarhald á støðuni. HB fekk nú frið á sær sjálvum, soleiðis at eyðkendi spæli- stílurin kundi praktiserast. Bólturin varð róliga koyrd- ur kring vøllin, meðan bíð- að varð eftir avgerandi møguleikanum. Og hesin kom kanska eisini, tá 53 minuttir vóru farnir. Í øll- um førum var Uni Arge als ikki samdur við linjudóm- aranum, sum veittraði hann at vera rangstaddan, tá bólt- B36-HB 2-1 (0-1): Gávur góvu grann B36-HB 2-1 (0-1) 0-1: Bárður Mortansson, 44 1-1: Allan Mørkøre, 65 2-1: Fróði Benjaminsen, 73 Dómari: Petur Reinert B36: Jákup Mikkelsen- Kenneth Jacobsen, Klæmint Matras, Pól Thorsteinsson, Alex dos Santos - Mikkjal Thomassen (Bárður H. Joensen, 78.), Ingi Højsted, Fróði Benjaminsen - Bergur Midjord (Levi Hanssen, 90.), Allan Mørkøre,Wellington (Okeke Obele Onyebuchi, 66.) GK: Ingi Højsted, 51., Pól Thorsteinsson, 69. HB: Bárður Johannesen - Halur Danielsen (Hendrik Rubeksen, 83.), Hans á Lag, Rasmus Nolsøe, Janus M. Joensen - Rúni Nolsøe, Svend F. Jacobsen,Vagnur M. Mortensen - Jákup á Borg (Uni Arge, 56.(Jóhannis Joensen, 80.)), Bárður Mortansson,Tór-Ingar Akselsen GK: Hallur Danielsen, 8., Rasmus Nolsøe, 47., Jákup á Borg, 48., Bárður Mortansson, 80. Fakta um dystin Fyrsti kossurin. Nýggja steypið fyri Formula-deildina er júst handað Pól Thorsteinsson, ið soleiðis varð tann fyrsti, sum slapp at mussa steypið. Mynd: Álvur Haraldsen