týsdagur 25. oktober 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ur varð stungin inn um
verjuna.
Men enn tóktist HB at
hava fult tamarhald á. Heilt
fram til 63. minutt, var
meistarakósin vís, men so
hendi tað, sum ikki mátti
henda. Hallur Danielsen,s
um spældi sín seinasta dyst
á besta HB-liðnum, stútaði
bóltin fyri føturnar á Allani
Mørkøre, og so gjørdi vete-
ranurin skjótt av. Báolturin
varð hamraður flatt í kassan,
og so tendraði B36 av
álvara. Teir søktu oman móti
HB-málinum, og tó at talan
ikki gjørdist um opnar
møguleikar, so tóktist greitt,
at javnvágin í dystinum enn
einaferð var koppað.
Og HB'arnir vóru enn
ikki lidnir við gávugeving-
ina. Eftir at Alaln Mørkøre
hevði smekkað flatt innlegg
inn um HB-verjuna, megn-
aði Hans á Lag bara at
skumpa bóltin út til Fróða
Benjaminsen,
og
hann
hevði ikki stórvegis trupul-
leikar, tá bólturin varð
smekkaður í kassan.
Verjan helt enn
einaferð
Og so var tað B36, sum var
á meistarakós. HB royndi at
fremja broytingar av yms-
um slag. Hans á Lag varð
sendir niðan í álopið, og
framrættaðar útskiftingar
vórðu eisini gjørdar, men
teir fingu ongantíð veruliga
møguleikann, sum kundi
sent teir aftur í dystin.
B36'arnir offraðu seg av
øllum hjarta. Bæði Mikkjal
Thomassen og Bergur Mid-
jord máttu skiftast út við
krampum í leggjunum, og
hóast aðrir helst eisini
kendu tað á sama hátt, so
stríddust teir víðari. Eitt
langt suff mundi fara um alt
B36-húsið, tá fýra minuttir
vórðu lagdir afturat leiktíð-
ini, men talvan segði tað
sama. 2-1 til B36, sum við
sigrinum kom upp á 54
stig, og tað er nóg mikið til
gullið.
Og skal takast saman um
árið, so slepst illa undan, at
gullið er so hampuliga væl
uppiborið. Hóast fleiri hava
hildið, at liðið ikki skjýtur
nóg nógv mál, so hevur
talan fyrst og fremst verið
um eina óhugnaliga sterku
verju, sum saman við Jákup
Mikkelsen í málinum bert
hevur latið 17 mál inn í 21
dystum. Júst hetta hevur
helst verið sterkasta síðan
hjá B36 í ár. Teimum
hagtølunum hevur einki
annað lið verið í nær
námind av, og hetta er eisini
fremsta orsøkin til, at B36
bara tríggjar ferðir í ár
noyddist av vøllinum sum
tapri. Hvørja ferð við
teprum 0-1 tapi.
Nr. 203 - 25. oktober 2005
23
Fróði Benjaminsen hevur júst sent bóltin í HB-
meskarnar, og so so kunnu bæði spælarar og viðhaldsfólk
frøast
Mynd: Álvur Haraldsen
Hesa ferð mátti hann
standa og hyggja at,
meðan aðrir tókku sær av
steypi og gullkrónum.
Rúni
Nolsøe,
sum
leygardagin spældi sín
seinasta dyst fyri HB,
hevur annars trý ár á rað
verið maðurin, sum hev-
ur tikið ímóti FM-steyp-
inum. Men tó at hann og
HB aftur hesa ferð vóru
við í stríðnum til tað
seinasta, so mátti hann
ásanna, at hesa ferð gekk
ikki sum ætlað.
- Nei, tað gjørdi tað
ikki, og tað má man so
taka við. Fyrra hálvleik
vóru vit øgiliga trýstir,
men vit klára kortini at
standa ímóti. Eftir steðg-
in gera vit so tvær fades-
ur í verjupartinum, og tað
kostar.
Tað sá annars út til, at
tit høvdu fult tamarhald á
støðuni eftir steðgin?
- Vit spældu fínt, og vit
høvdu fullkomuliga tam-
arhald á støðuni. Tað er
keðiligt, at tað skuldi
broytast soleiðis, men tað
er so tað. Nógv annað er
ikki at siga um tann
partin nú, helt HB-lið-
skiparin í løtunum eftir
dystin.
-mørk
Málskjúttin
Sum match- og FM-vinn-
ari var Fróði Benjamin-
sen sjálvandi í fokus, tá
FM-brakið í Gundadali
var av. Heilt ítøkiliga, so
var tað málið hjá Fróða
Benjaminsen, sum skilti
partarnar, og sjálvur seði
hann seg ikki ivast, tá
bólturin datt fyri føtur
hansara.
- Hasin skuldi bara inn.
Tað ivaðist eg ikki í, so
eg smekkaði bara til.
Tað var annars ein
ordiligur niðurtúrur, sum
tit fáa beint fyri steðgin?
- Vit trýstu teir heilt
nógv, og vit skapa eisini
einar tríggjar risa-møgu-
leikar. So sjálvandi var
tað súrt, at teir skuldu
skora beint fyri steðgin.
Og hvat tosaðu tit so
um í hálvleikinum?
- Vit vóru samdir um,
at vit høvdu verið nógv
betra liðið í fyrra hálv-
leiki, so vit skuldu halda
fast um tað sama. Sjálv-
andi máttu vit kanska
satsa eitt sindur meir,
men vit trúðu alla tíðina
upp á møguleikan.
Og eftir eitt langt
kappingarár. Er tað so
rætti meistarin, sum nú
stendur við gullinum?
- Ja, tað haldi eg. Eg
haldi, at vit hava spælt
væl í alt ár. Kanska hava
vit ikki skorað so nógv,
men vit hava verið støð-
ugir, og vit hava arbeitt
sera væl alla tíðina. Tað
er kanska eitt sindur
løgið, at eitt lið, sum er
meistari, ikki hevur havt
nakran lættan dyst, men
vit hava stríðst av øllum
alvi hvørjaferð, og tað
hevur so givið úrslit,
staðfesti gylti málskjúttin
at enda.
-mørk
Dýr mistøk
nunum gullið
Talan var um høgan intensitet gjøgnum allan dystin. Her er tað Jákup á Borg, sum fær eina
harða tackling frá Klæmint Matras
Mynd: Álvur Haraldsen
Og so var gullið heima.
Áskoðarar og spælarar tustu
inn á vøllin, tá dysturin varð
blástur av, og sum vera man,
var fagnaðurin ovurstórur