Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-25, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 203 - 25. oktober 2005 Hugburðurin og stríðsviljin vóru heilt øðrvísi, enn teir hava verið hjá gøtumonn- um, sum løgdu heilt nógv fyri móti Skála, ið enn eina ferð leið undir, at breiddin á liðnum ikki er nóg stór, tá ið skaðar gera um seg SKÁLA-GÍ Jóannes Hansen Gøtumenn vóru í størstu neyð, tá ið teir seinnapartin leygardagin komu út á Skála. Tað vistu teir, teir royndu at gera nakað við støðuna, og tá ið bjarg- ingarroyndin eydnaðist, var talan um sovorðið drama, sum í kenslum og arburði tóktist vera størri, enn tá ið GÍ í yvirtíðini í síðsta um- farinum í 1994 tryggjaði sær FM heitið í Klaksvík. Tað hevur ferð eftir ferð verið staðfest, at tann, sum er í neyð, megnar at fram- ala eyka orku fyri at bjarga sær úr neyðini. Gøtumenn prógvaðu á Skála leygar- dagin, at soleiðis er tað framvegis. Hugburðurin var ikki at kenna aftur. Tað sást longu á viðhaldsfólkunum - yngri sum eldri - tá ið tey bjálv- aði í gult og blátt stigu úr bussinum, at nú ráddi tað um, og at nú var alt farið til pumpurnar, sum krúpa kundi. Á vøllinum vóru GÍ spælararnir sum í gomlum døgum. Gamaní bar tað hjá Jóhan Nielsen, gamla meistaravenjaranum í Gøtu, til at staðfesta á Skála beinkinum, at rútman og hugflogið í samanspæl- inum hjá GÍ ikki er, sum tað var, tá ið hann fyri tíggju árum síðani var við til at vinna fýra FM heiti til Gøtu. Manningarligu fyri- treytirnar eru ikki til tað. Men GÍ stríddist og bard- ist, og í løtum - um tær ikki altíð vóru so langar - hekk samanspælið eisini hampu- liga væl saman. Sámal Joensen gekk undan á mið- vøllinum, har Hans Jørgen Djurhuus hóast nógv darv- aður av skaða arbeiddi framúr væl. Miðverjarnir hingu væl í, og tað var nógv ein fyri allar og allir fyri ein. Onkra ferðina vóru gøtu- menn í so ágangandi. Einki forgjørt hevði verið í tí, um dómarin - serliga í 2. hálv- leiki hevði hann ikki mynd- ugleikan, sum skal til fyri at vísa, hvør tað er, sum hevur tamarhald á støðuni - meiri avgjørt og við frá- greiðingum fyri spælarun- um fyrri hevði havt kortini á lofti. Skála hevði betri rútmu í sínum samanspæli, og teir orangu littu høvdu eisini teir størru møguleikarnar frammanfyri GÍ málinum, har tað er sera góður styrk- ur og tryggleiki fyri verju- partin, at pólverski Marcin Dawid er komin aftur mill- um stólparnar at standa. Trupulleikin hjá Skála var, at tað ofta stóð á í høgra borði - bæði í verjuni og í framrættaða spælinum. Bárður Danielsen og Pætur Dam Jacobsen, sum tíðliga sá gult og tískil var eitt sindur darvaður, ar- beiddu sum leyvir á sen- trala miðvøllinum. Nenad var arkitekturin aftanfyri samanspæli. Tað eydnaðist toluligt, men orsøkin til at tað ikki var, sum tað oftast hevur verið, var, at Pauli G. Hansen - stríðsmaðurin og spælarin í einum og sams persóni - var leikbannaður. Popczynski átti fyrsta stóra málmøguleikan, men lobbarin hjá honum upp um Eugen Voda fór eisini oman fyri málið. Talan var ikki um nógvar upplagdar møguleikar. Tann størsta fekk væl upplagdi Jónhard Frederiksberg, tá ið hann sera snilt varð spældur leysur eftir miðásinum. Marcin Dawid blokeraði við beininum, og Hanus Thorleifsson var rangstadd- ur, tá ið hann fyri opnum máli sendi returbóltin upp- um. Framúr spenningur Seinna umfarið á Skála lagaði seg soleiðis, sum eingin manuskriptskrivari kann ímynda sær. Skála, sum fekk betri tak á, tá ið teir høvdu broytt til 4-4-2 við Bárði Danielsen á høgra vongverja, var meist- ari eina løtu, og GÍ var tvær ferðir í 2. deild! Iulian Florescu umsetti trygt úr ellivu metrum, tá ið væl plaseraði dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum skuldi vera framt móti Jónhardi, sum varð hildin. Løtu seinni tóktist dómarin eisini at vera væl staddur, men tá metti hann ikki, at gøtumenn rendu Boga Gregersen um koll. Hesa løtuna bendi alt á heimasigur. Hanus Jacob- sen, sum við fínum fluktara úr 22 metrum hevði mint um, at hann kundi verða eins vandamikil, sum hann var í steypafinaluni á Ólav- søku, fekk GÍ upp í part aftur. Eftir langa framlegg- ing úr vinstru og eitt sindur trilvandi avrik í Skála mið- verjuni høgdi miðvallarin í høgru til. Bólturin brast í tvørtræið og niður í gras- líkissvørðin og so uppaftur í nettakið, og gøtufólk vóru um at fara á flog! So var tað, at Volmar Poulsen, sum var komin á vøllin fyri skadda Milic Curcic eftir deyðbólt og innlegg átti síðstu tonna á. Bólturin fór í GÍ málið, og tað kendist sum um, at fyrsta málið nakrantíð hjá skiftisspælaranum var síðsti naglin í GÍ kistuna. Men soleiðis endaði tað ikki. Gøtumenn góvu bóltin upp, og meðan dómarin savnaði sær luft til síðsta bríkslið, og meðan gøtufólk hildu ondini, sendi Áslaur R. Petersen úr høgru og fram til innskifta Sverra Jacobsen. Hann tamdi, legði bóltin fram í vinstra borð, og har var tað, at inn- skifti Poul Andreas Jacob- sen við kalda vinstra bein- inum var púra kaldur og sendi flatt framvið Eugen Voda. Skála liðið small í vøllin, og gøtumenninir vóru enn eina ferð um at fara á flog. Og so vóru báðir partar heilt fegnir. Bonkurin hevði fingið boðini Hjálparvenjarin á Skála roknar ikki við, at teir høvdu søplað sigurin burt- ur, um FM heitið hevði verið undir borðinum SKÁLA Jóannes Hansen Um tað skuldi vera møguleiki hjá Skála at vinna FM, so var neyð- ugt hjá teimum at vinna á GÍ. Skála spælararnir høvdu í stríðnum móti GÍ fingið við, at B36 hevði javnað til 1-1 móti HB, og at tað harvið vóru møguleik- ar fyri FM heitinum. Gleðin á vøllinum var ovurstór, tá ið Skála hevði skorað til 2-1, og Skála spælararnir fóru heilt í kjallaran, tá ið GÍ javnaði til 2-2. Tað tóktist sum um, at teir hildu seg hava mist FM heitið á stokkinum. - Vit eru nøgdir við silvurmerkini. Úrslitið er betri enn í fjør og tað besta, sum vit nakran- tíð hava rokkið. Tað kundi eisini enda við, at vit eingi heiðurs- merki fingu, og tað hevði kenst løgið, held- ur Skála hjálparvenj- arin Pauli Poulsen. Tað tóktist sum um, at tit hildu, at tit høvdu mist FM heitið, tá ið GÍ javnaði til 2-2? - Á beinkinum vóru vit greiðir yvir, hvussu støðan var. B36 hevði vunnið 2-1, og dysturin í Gundadali var liðug- ur, tá ið vit skoraðu til 2-1. Men teir inni á vøllinum tóktust ikki vita av hesum, og tí vóru teir sjálvandi vón- brotnir, tá ið GÍ so skoraði í evstu løtu. Var tað nóg væl at- borið av tykkum? - Hatta hevði avgjørt ikki komið fyri, um dysturin í Gundadali var endaður við javn- leiki, og vit høvdu havt møguleika at vinna FM. So høvdu vit skift út ella okkurt sovorðið fyri at fáa síðstu lítlu løtuna at ganga. Á beinkinum vóru vit greiðir yvir støðuna, og vit kunnu staðfesta, at spælararnir vóru so ovurfegnir yvir 2-1 leiðslumálið, at teir gloymdu at verja, og so skoraði GÍ, staðfestir Pauli Poulsen. Úr dýpinum og upp á tindin Gøtulegan var full- komuliga sperd, tá ið tað í evstu løtu hevði eydnast at fingið eyka møgu- leika fyri at halda fram í fremstu røð GÍ Jóannes Hansen - Kensluliga kann hetta ikki sammetast við nakað annað, sum eg havi verið við til í míni tíð í fótbólti. Hetta gekk so ógvuliga skjótt fyri seg. Tað var heilt upp og so á botn og so uppaftur. Eg havi ikki vitað um sovorð- ið, helt GÍ hjálparvenj- arin, Pauli Jarnskor, eftir at stríðið var lokið á Skála, og tað var greitt, at GÍ hevði fingið eyka møguleika at syrgja fyri sær sjálvum og plássinum í FORMULA DEILD- INI. - Tá ið vit tryggjaðu okkum FM heitið í Klaksvík í 1994, var tað eisini í síðstu løtu, at vit skoraðu avger- andi málið. Men ta ferðina var talan ikki um so stórar kenslu- ligar rembingar, sum tað var hesa ferð. Í ein hálvan minutt vóru vit í 2. deild. Tað kendist fullkomuliga mein- ingsleyst, men tíbetur komu vit afturíaftur, áðrenn tað vóru stund- ir til at hugsa nakað serligt um, hvussu tann støðan hevði ávirkað GÍ. Eru tit nøgdir við tykkara avrik? - Vit kunnu ikki annað. Skála eigur gott fótbóltslið, og teir hava góðan venjara, sum vit kenna sera væl. Hjá okkum ráddi um bæði at stríðast og spæla, og tað eydnaðist. Onkrir spælarar vóru sera iva- samir, men teir vórðu pjøssaðir so mikið, at teir vóru førir fyri at fara á vøllin, og teir skulu allir eiga rós fyri, hvussu nógv teir løgdu í uppgávuna, heldur Pauli Jarnskor. Skála-GÍ 2-2 (0-0) 1-0: Iulian Florescu br 58. 1-1: Hanus Jacobsen 75. 2-1: Volmar Poulsen 90. 2-2: Poul Andrias Jacobsen 90. Dómari: Dagfinn Olsen Skála: Eugen Voda - Rói Jacobsen (Sveinur Justinussen, 65.), Rúni Rasmussen, Milic Curcic (Volmar Poulsen, 80.), Iulian Florescu - Bárður Danielsen, Pætur Dam Jacobsen, Nenad Stankovic - Bogi Gregersen (Teitur Joensen, 85.), Jónhard Frederiksberg, Hanus Thorleifsson Gult kort: Pætur Dam Jacobsen, Milic Curcic, Bárður Danielsen GÍ: Marcin Dawid - Áslakur R. Petersen, Robert Rzeczycki, Kaj Ennigarð, Poul Henning Jacobsen - Hanus Jacobsen (Sverri Jacobsen, 84.), Sámal Joensen, Sam Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus (Poul Andrias Jacobsen, 90.), Símun Louis Jacobsen (Jónreid Dalheim, 63.) - Krzysztof Popczynski. Gult kort: Sámal Joensen, Kaj Ennigarð, Áslakur R. Petersen Fakta um dystin Skála-GÍ 2-2 (0-0): GÍ líktist ikki sær sjálvum Gøtumenn sýndu aftur stríðsviljan, sum hevur borið so nógvar sigrar við sær. Hesa ferð gjørdist talan ikki um sigur, men javnleikurin mundi í nógvar mátar kennast sum størsti sigurin hjá felagnum í langa tíð Mynd: Jens Kristian Vang