týsdagur 25. oktober 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 25. oktober 2005
25
Nú skal nýggja kappingin
standa sína roynd
Alt spældi við, tá ið
lok varð lagt á
longstu landskapp-
ingina nakrantíð,
sum myndaðist so-
leiðis, sum tað næstan
ikki ber til at ímynda
sær, at tað skal bera
til
FORMULADEILDIN
27. UMFAR
SAMANUM
Jóannes Hansen
Talan var um fantastiska
finalu, tá ið síðsta umfarið í
longstu
landskappingini
nakrantíð var á skránni
leygardagin. Alt spældi við.
Hóast tað dropaði eitt sind-
ur, so var talan um framúr
góð fótbóltslíkindi. Ikki
minst tá ið havt verður í
huga, hvussu veðrið kann
skikka sær hesa tíðina á
árinum.
Og so var spenningurin
so stórur, sum tað næstan
ikki ber til at ímynda sær, at
hann kann verða. Møgu-
leiki var fyri trimum meist-
araliðum, og teir knappliga
tveir tímarnar, sum dramaið
stóð uppá, nippaðu HB,
Skála og B36 í nýggja FM
steypið, sum Formula Før-
oyar hevur givið. At enda
var B36 meistari, men sum
tað leið fram móti dystar-
enda skuldi bara eitt mál til
í Gundadali fyri at flyta FM
heitið inn á Skála.
HB fekk ikki útjavnandi
málið í Gundadali, og tá ið
tað endaði, sum tað gjørdi á
Skála, so hevði útjavnandi
mál í Gundadali ikki tikið
meistaraskapin frá B36.
Javnleikurin á Skála hevði
havt borið silvurmerki við
sær til HB, um nú fyrrver-
andi trífalda meistaraliðið
hevði havt javnað.
FM heitið ber við sær, at
B36 - saman við eitt nú ís-
lendska FH og svenska
Djurgaarden - longu hevur
tryggjað sær rættin at spæla
í europeisku meistarakapp-
ingini næsta ár. Fyrsta um-
farið verður um ólavsøku-
mundið næsta ár. B36 var í
summar fyrsta føroyska fel-
agið, sum megnaði at spæla
seg víðari úr fyrsta innleið-
andi umfarinum í UEFA
Cup kappingini. Nú fáa teir
í árstalsfelagnum fyrsta
møguleikan at spæla seg
víðari úr europeisku meist-
arakappingini. Í útgangs-
støðuni ber hetta eina milli-
ón krónur frá UEFA við sær.
Besta úrslitið nakrantíð
hjá Skála ber við sær, at
felagið fyri fyrstu ferð
hevur vunnið atgongu-
merkini til UEFA Cup
kappingina.
Í
summar
royndu teir seg í Intertoto
Cup, og nú flyta skálamenn
í altjóða høpi ein flokk upp.
Í útgangsstøðuni ber hetta
eina lítla hálva millión
krónur frá UEFA við sær.
Botnurin liggur høgt
Ofta hevur verið tosað um
møguleikarnar fyri at lækka
talið á feløgum í bestu
deildini fyri at økja um
intensitetin og harvið at
geva
spælarunum
betri
møguleikar at mennast. Tað
er av og á komið fyri, at eitt
felag hevur verið heilt einsa-
malt í botninum, og tað
hevur kenst meiningsleyst,
at tað hevur skula verið
partur av bestu deildini.
Fyrsta kappingin við 27
umførum hevur ikki verið
plágað av - um tað ber til at
siga tað soleiðis - botn-
liðum, sum støðugt hava
lagt rygg til stórtap. Úrslit-
ini í uppgerðunum millum
meistararnar og niðurflytar-
arnar geva góða mynd av,
hvussu tøtt kappingin hevur
verið. B36 hevur verið tvær
ferðir á Sevmýri. Í fyrra
førinum endaði tað mál-
leyst, og í seinna førinum
noyddust nýklæktu meist-
ararnir at stríðast nógv fyri
at vinna 2-1. Tá ið TB var í
Gundadali,
endaði
tað
málleyst!
TB hevur vunnið fimm
ferðir, teir hava sjey ferðir
verið partur av javnleikum,
og teir hava fimtan ferðir
lagt rygg til tap. Málmunur-
in er 26-49, og tað ber boð
um, at tað er sjáldan komið
fyri, at talan hevur verið um
stór tap. Størsta TB tapið var
í Klaksvík, tá ið KÍ vann 6-
1. Harafturat hevur TB tapt
5-1 á Skála og 5-1 í Vági.
Hetta eru størstu tapini. Sjey
ferðir hevur TB tapt við
einum máli.
Í morgin og leygardagin
fara GÍ, sum endaði næst-
aftast í bestu deildini, og
B71, sum endaði næst-
fremst í næstbestu deildini,
at kappast um pláss í
fremstu røð. Um GÍ vísir
sama hugburð, sum teir
gjørdu móti silvurvinnar-
unum á Skála leygardagin,
so man lítil ivi vera um, at
teir fara at enda omaná. Og
fara teir at megna tað, so
verður tað enn eina ferð
staðfest, at tað er sera tor-
ført hjá lægri stadda felagn-
um í hesum høpinum at
vera samantaldur vinnari.
Síðani skipanin við enda-
spæli um pláss í bestu deild-
ini varð skipað, er tað bara
eina ferð komið fyri, at 2.
deildarfelagið hevur vunnið.
Spurningurin er, um hetta
ikki er mál, sum feløgini á
eftirmetingarfundinum áttu
at tikið upp og spurt seg
sjálvi, um flytingin millum
deildirnar ikki skal avmark-
ast til eitt lið ella kanska
endaspæl millum vinnaran
av 2. deild og aftasta liðið í
bestu deildini.
Nýggja royndin
Tað er longu langt síðani, at
tað kring landið varð farið
undir fyrireikingarnar til
nýggja kappingarárið. Og
tað er nú, at nýggi leisturin
rættuliga fer at skula standa
sína roynd.
Í nógvum feløgum hava
spælararnir - mest sum utt-
an steðg - spælt fótbólt síð-
ani í november í fjør. Tað
plagdi at vera vanligt at
fara undir fyrireikingarnar í
januar, at hava summarfrí
tríggjar vikur á hásumri og
at gevast um Mikkjals-
messu mundið. Nú verður
farið undir fyrireikingarnar
seinnapartin av november,
og tað verður næstan ikki
helmað í aftur fyrrenn síðst
í oktober.
Seinastu dagarnar hava
fimm markantir profilar í
bestu deildini boðað frá, at
teir hava gjørt av at gevast á
hægsta støði. Tað kann vera
av tilvild, at avgerðin hjá
teimum at gevast fellur
saman við, at tað bara eru
heilt fáar vikur, inntil tað
skal farast undir fyrireiking-
arnar til nýggja kapping-
arárið - eftir at longsta kapp-
ingin nakrantíð er liðug.
Tíðin fer at vísa, um talan
fer at verða um óhepnar av-
leiðingar av nýggja leistin-
um. Tað er nú, at kappingin
skal standa sína roynd, og
um eitt ár fer tað at bera
betri til at gera niðurstøður
um, hvussu tað hevur hiln-
ast, enn tað nú ber til. Men
fyribils niðurstøðan kann
ikki vera onnur, enn at
royndin higartil hevur hiln-
ast heilt væl.
Ítróttarsosialurin ynskir
B36 hjartaliga tillukku við
meistaraheitinum. Hetta er
áttanda ferðin, at B36 hevur
vunnið FM. B36 var meist-
ari í 2001, og tað vil siga, at
teir longu hava vunnið FM
tvær ferðir í hesum ára
tígginum. Tað er ikki komið
fyri síðani í fimmti árunum,
at B36 hevur vunnið tvey
FM heiti í einum tíggju ára
skeiði. B36 var meistari í
1950 og aftur í 1959.
Skála verður ynskt til-
lukku við fyrstu silvurkrón-
unum og blíðan byr í fyrstu
royndini í UEFA Cup.
Fyri fyrstu ferð skal Skála nú taka lut í UEFA-Cup kappingini. So hóast gullið glapp at enda, so man avrikið hjá liðnum vera væl og virðiliga góðkent