týsdagur 25. oktober 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 203 - 25. oktober 2005
Fær ikki verið størri
Allan Mørkøre slapp
at siga farvæl til bestu
føroysku fótbólts-
deildina við einum
gullmerki
FÓTBÓLTSPRÁT
Jákup Mørk
Tað fær neyvan verið størri.
Seinasti dysturin hjá Allani
Mørkøre í Formula-deildini
varð eisini dysturin, har
hann vann sítt triða FM-
heitið. Og hann tóktist mest
sum sveima oman fyri sær
sjálvum í ovurfagnaði, tá vit
eftir dystin fingu orð á
hann.
- Hetta er snøgt sagt
dreymurin, sum er upp-
livdur. Sjálvandi vilt tú altíð
vóna, at tilveran í fremstu
røð kann enda soleiðis, men
at tað so eydnast. Tað er
bara heilt fantastiskt.
Men hóast hann eftir sig-
urin kundi fegnast við lið-
feløgunum, so mátti Allan
ásanna, at tað stóð nógv á
monnum, tá dysturin varð
spældur.
- Tað var næstan KÍ-dyst-
urin umaftur. Vit hava
tríggjar 100% kjansir í
fyrra hálvleiki - har av eg
eigi tann eina - men vit
skora ikki. Og so verður
talan av álvara um mót-
brekku, tá vit fara inn til
seinna hálvleik.
Tað var eisini HB, sum við
sínum eyðkenda tolna spæli
byrjaði seinna hálvleik betri.
Fóru tit ongan tíð at hugsa
um, at hetta var kanska
ógjørligt at vinna aftur?
- Tað sá í øllum førum
ikki gott út. Vit koma ikki
fram til nakað sum helst
eftir steðgin, men tá teir so
gera ein persónligan feil,
megna vit tíbetur at skora.
Og so haldi eg, at vit vóru
omaná. Teir komu ongantíð
fyri seg aftur, helt Allan.
Fingu frið á
Stutt eftir, at at B36 hevði
javnað, gjørdi GÍ tað sama
inni á Skála. Frá teirri løtu,
var B36 føroyameistari, og
hóast spælararnir ikki bein-
leiðis ganga og lurta eftir
útvarpinum undir dysti, so
helt Allan, at hetta hevði
givið teimum nakað av frið
yvir spælið.
- Tað gjørdi tað. Og tað
gjørdi tað kanska eisini, tá
vit vóru á odda 2-1, men
framvegis sært tú, at vit
klára ikki at lukka dystir-
nar. Tað hevur verið ótrú-
liga strævið at spæla við
B36 í ár, tí vit hava alla tíð-
ina gjørt tað so trupult fyri
okkum sjálvar.
Tit hava heldur ikki skor-
að meira enn trý mál í nøkr-
um dysti. Er tað eisini eitt
tekin um, at áleypararnir
ikki hava verið nóg góðir?
- Tað kanst tú gott siga.
Og tað skal eg vera tann
fyrsti at viðganga. Eg varð
fluttur niðan í álopið sum
ein neyðloysn, men eg havi
so hóast alt skotið nøkur
mál í landskappingini í
Europa-Cup, og tað er so
meira, enn so nógvir aðrir
hava gjørt.
Og so mundi tú skorað
eitt afturat í seinasta min-
uttinum?
- Tað hevði verið ársins
mál, um hasin fór inn.
Tað vildi kanska gjørt
endan enn betri?
- Ja. Men hann gjørdist
nú góður kortini. Eg ætlaði
mær út í hálvleikinum, tí eg
hevði ein fipur í tjúkkan-
um. Fysioterapeturin legði
so ís á, og við eitt sindur av
tape megnaði eg so kortini
at fara inn. Og tá dysturin
so var ígongd, so gloymdi
eg tað bara.
At enda spurdu vit Allan,
um hann hevði hugsað um,
at hann er tann bara næsti
spælarin, sum hevur vunnið
FM við trimum feløgum.
Eitt bragd, sum bara Heðin
á Lakjuni hevur gjørt undan
honum.
- Álvara? Tað visti eg
ikki av. Men tað ger tað so
bara enn størri.
Mátti spæla fyri
plássinum
Uttan fyri vøllin hevur
Allan ein sera góðan vin í
HB-liðformanninum, Rúna
Nolsøe. Eitt nú fara teir
báðir saman út til AB kom-
andi kappingarár, har ein
øðrvísi avbjóðing stendur
fyri framman.
Vit spurdu eisini Allan at
enda, hvussu hetta er, tá tú
spælir móti somikið góðum
vinmonnum, og um hann
longu sama kvøldið ætlaði
sær at heilsa upp á Rúna aft-
ur. Og her var greitt, at smíl-
ini høvdu lætt við at koma
fram, nú gullið var veruleiki.
- Fyrst og fremst, so segði
eg við Rúna, at eg mátti
spæla væl í dag. Gjørdi eg
ikki tað, so kundi eg endað á
beinkinum á Argjum, og tað
ætli eg mær ikki.
Ótrúligir
karmar
Hóast hann longu hevur
roynt meira, enn flestu
aðrir føroyskir fótbólts-
spælarar, so hevði Ingi
Højsted undan leygar-
degnum ongan tíð roynt
at spælt fyri eini slíkari
áskoðarafjøld, sum henni,
ið stóð kring Gundadal
leygardagin.
- Hatta var fantastiskt.
Sjálvur hugsaði eg bara,
at hetta mátti blíva ein
góður dagur. So skjótt vit
komu út til upphitingina,
byrjaðu áskoðararnir at
rópa og klappa. Tað var
heilt spesielt, og eg má
bara bera eina stóra tøkk
til
allar
áskoðararnar
leygardagin.
Kann tað ikki eisini gera,
at spælarar fáa nervar?
- Tað kann tað kanska,
men tað hendi so ikki hjá
okkum. Eg haldi eisini, at
vit hava somikið nógvar
royndir á liðnum, at vit
tóku hetta bara tann
positiva vegin.
Nú hevur tú so eisini
roynt at vinna FM fyri
fyrstu ferð. Verður hetta
eisini títt seinasta av
slagnum?
- Tað veit eg ikki. Tað
hevur verið áhugi frá
onkrum útlendskum fel-
ag, men enn er so einki
avgjørt í so máta. Eg trív-
ist í øllum førum heilt
væl her í B36, staðfesti
hann at enda.
- mørk
Hóast hann hevur spælt
sum yrksspælari í Ong-
landi, so helt Ingi seg ong-
antíð hava upplivað eina
slíka áskoðarafjøld, sum
hana í Gundadali leygar-
dagin
Allan meistari á triða sinni -
og við triða felagnum - gjørd-
ist Allan Mørkøre føroya-
meistari. Sjálvur helt hann, at
talan kundi ikki verið um
betri enda, nú hann fyri
seinastu ferð - fyribils í øllum
førum - var partur av bestu
føroysku fótbóltsdeildini
Mynd: Álvur Haraldsen
Hóast hann sjáldan hevur verið millum teir fyrstu ellivu hjá
B36, so er Óbi avgjørt ein av teimum heilt populeru harr-
unum í felagnum. Her roynir hann so at læra eykamannin í
B36-kantinuni, hvussu meistarsangurin hjá Freddie Mercury
skal syngjast
Mynd: Jan Müller
Góð íløga
Hóast Mohr'arnir eru tiltiknir fyri at ansa pengunum væl, so ásanna teir eisini, at íløgur við
hvørt eru neyðugar. Og leygardagin mátti B36-formaðurin ásanna, at Fróði Benjaminsen var
ein av teimum betru
Mynd: Jan Müller
So er at syngja