týsdagur 25. oktober 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 25. oktober 2005
27
KÍ-NSÍ 5-6 (2-4):
Verjuparturin var farin í vetrarfrí
Áskoðararnir sóu ell-
ivu mál í Klaksvík,
har báðir partar
løgdu stóran dent á
álopspartin, meðan
tað varð hugsað
minni um at verja
KÍ-NSÍ
Jóannes Hansen
Tað vóru nógv høvi til
lógvabrestir í heystarkuld-
anum í góðveðrinum í
Klaksvík leygardagin. NSÍ
vitjaði, og sum so ofta
seinnu árini, so fóru teir
svørtu og gulu avstað við
øllum stigunum úr Klaksvík.
Talan var avgjørt ikki um
taktiskar bindingar. Verj-
urnar vóru sum opnahjallar,
og báðir partar hugsaðu
nógv um at leypa á. Klaks-
víkingar vóru fyri fyrstu
ferð í nógvar vikur leysir av
niðurflytingar hóttanini, og
eftiransingarnar munnu hjá
báðum pørtum ofta hava
verið betri, enn tær vóru
hesa ferð.
NSÍ vann 6-5. Eina løtu
kring steðgin, tá ið NSÍ í
átta minuttir økti frá 3-2 og
til 6-2, tóktist talan fara at
gerast um rættuligt skrædl.
Men tá ið NSÍ miðskeiðis í
2. hálvleiki hevði skift báð-
ar vongverjarnar út, var tað
um reppið, at heimaliðið
kom afturíaftur. Í níggju
minuttir fingu teir trý mál,
og síðsta korterið reið um
snarið. KÍ royndi at leggja
trýst á fyri at javna, og NSÍ
hevði í fleiri snarálopum
góðar málmøguleikar móti
ikki serliga væl mannaðu
KÍ verjuni.
Størsti spenningurin var
kanska, um tað fór at
eydnast Christian Høgna
Jacobsen at staðfesta sína
støðu
sum
toppskjútti.
Undan síðsta umfarinum
vóru NSÍ málrevurin og
Sorin Anghel hjá EB/-
Streymi borð um borð við
sekstan málum í part.
Christian Høgni skoraði
tvær ferðir í Klaksvík, og
tað fegnaðust liðfelagarnir
hjá honum og NSÍ áskoðar-
arnir nógv um.
Eisini Hjalgrím Elttør hjá
KÍ segði sannførandi far-
væl, eftir at tað leingi ikki
gekk nakað serligt hjá hon-
um fyrr í hesum kappingar-
árinum. Hjalgrím skoraði
trý at KÍ málunum.
Málini
Tá ið ellivu mál verða skor-
að í einum og sama dysti, so
sigur tað seg næstan sjálvt,
at talan eisini verður um góð
og væl spæld mál. Men tað
er næstan eisini sjálvfylgja,
at í fleiri førum verður talan
um støður, tá ið verjan og
málverjarnir kanska kunnu
taka ábyrgd á seg.
Dánial Hansen, sum hesa
ferð var sentralur miðvall-
ari, setti hol á, tá ið eitt
korter var farið. Eftir inn-
legg úr høgru stútaði hann
móti málinum. Meinhardt
Joensen hálvbjargaði, og
Dánial var fyrstur á retur-
bóltinum.
Hjalgrím Elttør javnaði
til 1-1 átta minuttir eftir
NSÍ leiðslumálið. Hann rak
upp á tvørs kring brotsteig-
armarkið, og tá ið hann
royndi móti málinum, tók
bólturin í verjuspælara og
sigldi í boga omanfyri Jens
Martin Knudsen.
Síðstu seks minuttirnar
av fyrra umfarinum komu
fýra mál. Christian Høgni
Jacobsen legði NSÍ framum
2-1, eftir at KÍ hevði havt
horna. NSÍ toppskjúttin var
einsamallur móti tveimum
klaksvíkingum, sum hann
megnaði at sneiða framvið,
áðrenn hann við vinstra
beini sendi flatt í málið.
Í minuttinum aftaná økti
Jónstein Petersen, sum so at
siga á hvørjum ári skorar
mál móti KÍ, hóast hann
annars ikki fær so nógv
mál, til 3-1. Eftir langt
skifti úr høgru datt bólturin
niður aftanfyri KÍ verjuna,
Jónstein tamdi bóltin í
brotsteigin, smekkaði til,
málverjin hálvbjargaði, og
NSÍ miðvallarin í vinstru
var sjálvur fyrstur á retur-
bóltinum.
So var 3-1. Í síðsta minu-
ttinum av vanligum leik-
tíðini minkaði Ovi Nysted
við stútara við handara
stólpan um munin til 3-2,
eftir at innlegg var komið
innfyri úr vinstru. Og bólt-
urin var ikki meiri enn
givin upp aftur, og tað var
farið undir tíðina, sum
dómarin hevði lagt afturat,
tá ið Helgi L. Petersen økti
til 4-2. KÍ miðverjan sá alt
annað enn sannførandi út,
tá ið hon royndi at steðga
langari framlegging frá
Jens
Martini
Knudsen.
Royndin
miseydnaðist,
Helgi gjørdist leysur og
smekkaði til, táið hann var
komin í brotsteigin.
Eftir steðgin helt NSÍ
fram í somu øði, og KÍ var
í gávuhýri. Munurin øktist
til 5-2, tá ið KÍ málverjin
misti hornasparksinnlegg.
Eftir tvær ferðir aftur og
fram smekkaði NSÍ mið-
verjin Óli Hansen bóltin í
málið. Og so var tað, at
Christian Høgni Jacobsen
setti punktum fyri sínari
málskjóting og málskjót-
ingini hjá NSÍ í 2005. Hann
royndi móti málinum, bólt-
urin tók í stólpan og um-
vegis Meinhardt Joensen
fór bólturin í málið, og so
var støðan 6-2!
Tað eydnaðist KÍ at pynta
um, men tað eydnaðist ikki
heimaliðnum at fáa stig.
Símun Joensen var meistari
fyri 6-3 málinum eftir deyð-
bóltsstøðu og tvær ferðir
aftur og fram. Og so var tað
Hjalgrím Elttør, sum skor-
aði tvey mál. Serliga tað
fyrra var snilt. Hjalgrím
fekk høvi úr vinstru at fara
framvið verjuni, og tá ið
hann var komin í brotsteig-
in, smekkaði hann til, og
bólturin fór í netið undir
nærru samankomingini.
Landsliðsspælarin
fegnast serliga um, at
tað loksins hevur
eydnast honum at
spæla heilt kapping-
arár á graslíki, uttan
at hann hevur verið
darvaður av skaðum
TOPPSKJÚTTIN
Jóannes Hansen
Leygardagin
skoraði
Christian Høgni Jacobsen
tvey mál í 6-5 NSÍ sigrin-
um í Klaksvík. Harvið
gjørdist NSÍ álopsspæl-
arin, sum hevur strembað
seg alt nærri føstum plássi
á landsliðnum, toppskjútti í
fyrstu
landskappingini,
sum hevur fevnt um 27
umfør. Christian Høgni var
við í øllum umførunum
uttan tveimum, og tað hev-
ur eydnast honum at skjóta
átjan mál.
Málini eru ikki so mong,
sum tey onkur ár hava
verið hjá toppskjúttanum,
tá ið talan bara hevur verið
um átjan umfør. Bestu
málskjúttarnir higartil hava
verið Súni Fríði Johanne-
sen og Uni Arge. Í ávika-
víst 1995 og í 1997 skor-
aðu teir 24 mál fyri
ávikavíst B68 og HB. Í
1994 skoraði John Petersen
21 ferðir fyri GÍ, og í 1996
og í 1998 vóru ávikavíst
Kurt Mørkøre, KÍ, og Ják-
up á Borg, B36, toppskjút-
tar við 20 málum.
Christian Høgni Jacob-
sen er serliga væl nøgdur
við, at tað í ár hevur borið
honum til at spæla, uttan at
hann hevur verið stórvegis
plágaður av skaðum.
- Eg havi ofta hildið, at
graslíkisvallirnir hava farið
illa við knøunum. Í ár havi
eg spælt í graslíkisskóm og
ikki í fótbóltsskóm, sum
hava verið ætlaðir til van-
ligt grasundirlag. Tað kann
væl vera, at hetta hevur
gjørt mun, og tað er heldur
einki at ivast í, at nýggja
slagið av graslíkisvallum
er betri fyri liðbondini, enn
teir gomlu graslíkisvallir-
nir
vóru
tað,
heldur
Christian Høgni Jacobsen.
NSÍ álopsspælarin harm-
ast um, at teir ikki fingu
eitt stig afturat og harvið
rukku silvurmerkjunum.
- Vit hava vunnið nógv
stig móti oddaliðunum,
meðan vit fleiri ferðir hava
klossað óneyðug stig burt-
ur móti teimum lægru
støddu feløgunum. Tað
iðra vit okkum nógv um.
Tá ið hann verður spurd-
ur um, hvat av teimum
átjan
málunum,
hann
minnist best afturá, svarar
Christian Høgni Jacobsen,
sum eisini í 2006 fer at
spæla við NSÍ, soleiðis:
- Kanska var tað seinna
málið móti HB í Runavík.
Uppleggið til tað málið
minnist eg serliga væl, tá ið
eg tók bóltin afturum og
nýtti skotfintu, áðrenn bólt-
urin varð sendur í málið.
Christian Høgni skoraði
bæði málini í 2-1 heima-
sigrinum á HB. Tilsaman
hevur Christian Høgni
skorað í trettan av teimum
25 umførunum, sum hann
hevur verið á vøllinum.
Eina ferð hevur hann gjørt
trý mál, tríggjar ferðir
hevur hann skorað tvey
mál, og í níggju dystum
hevur hann fingið eitt mál.
Tíggju teir bestu mál-
skjúttarnir hava í ár verið
Christian Høgni Jacobsen,
NSÍ, 18 mál, Sorin Anghel,
EB/Streymur, 16 mál, Jón-
hard Frederiksberg, Skála,
13 mál, Bogi Gregersen,
Skál, 12 mál, Allan Mørk-
øre, B36, 11 mál, Sámal
Joensen, GÍ, 11 mál, Hans
á Lag, HB, 10 mál, Dan
Djurhuus, VB, 10 mál,
Súni Olsen, GÍ, 9 mál,
Heðin á Lakjuni, KÍ, 9
mál, Hjalgrím Elttør, KÍ, 9
mál.
Christian Høgni á ovastu rók
Málini vóru nógv í tali í
Klaksvík sunnudagin. Ikki
færri enn 11 av slagnum
vórðu skotin, og av hesum
áttu runavíkingarnir tey seks
Mynd: Norðlýsið
KÍ-NSÍ 5-6 (2-4)
0-1: Dánial Hansen 15.
1-1: Hjalgrím Elttør 23.
1-2: Christian Høgni Jacobsen 39.
1-3: Jónstein Petersen 40.
2-3: Ovi Nysted 45.
2-4: Helgi L. Petersen 45.
2-5: Óli Hansen 48.
2-6: Christian Høgni Jacobsen 57.
3-6: Símun Joensen 68.
4-6: Hjalgrím Elttør 69.
5-6: Christian Høgni Jacobsen 77.
Dómari: Georg Rasmussen
KÍ: Meinhardt Joensen - Eyðun Klakstein (Leon
Bjartalíð,62.),Jan Andreasen,Niclas Niclassen,Har-
ley Bertholdsen (Otto Jacobsen,77.) - Arnhold Jo-
ensen (Kristoffur Jacobsen,62.),Høgni Madsen,
Símun Joensen,Heðin á Lakjuni - Ovi Nysted,Hjal-
grím Elttør
Gult kort: Høgni Madsen
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen
(Kári Hansen, 75.), Óli Hansen,Viggo Johannesen,
Sjúrður Jacobsen (Einar Hansen, 66.) - Andy Olsen,
Jústinus R. Hansen, Dánial Hansen, Jónstein Peter-
sen - Christian Høgni Jacobsen, Helgi L. Petersen
Gult kort: Andy Olsen, Einar Hansen
FAKTA