Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-25, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 203 - 25. oktober 2005 Falla ikki í fátt TB Jákup Mørk - Hetta var fryktiligt. Meira enn tað fái eg illa sagt. Soleiðis sigur formaðurin í TB, Sofus Laðanberg, nú hann og hansara enn einaferð máttu ásanna, at elevator- tilveran hjá TB millum ovastu fótbóltsdeildirnar ikki er av enn. Eitt stig var tað, sum restaði í upp til bjargingina, og formaðurin heldur eisini, at hetta kundi verið komið nógvastaðni. - Tað verður jú so ofta tosað um marginalar, og teir hava vit so ikki havt í okkara parti í ár. Men heilt erligt, so haldi eg ikki, at vit høvdu hetta uppiborið í ár. Liðið var snøgt sagt ov gott til at flyta niður, og tú kanst eisini hyggja at úrslitunum. Har er tað bara HB, sum hevur vunnið allar dystirnar móti okkum, so tað ber ikki boð um nakað botnlið. Men niðrflytingin er so ein veruleiki, sum vit nú mugu fyrihalda okkum til, sigur formaðurin. Víðari sigur hann, at hóast bitin er tungur at svølgja, so merkir hetta tó ikki, at TB stendur á gravarbakkanum. - Vit løgdu nógv fyri í ár, men fíggjarliga merkir tað ikki, at felagið er í vanda. Og tað skal ikki valda nakar ivi um, at vit ætla okkum upp aftur sum skjótast. Mánakvøldið fara vit at hava fund við okkara egnu spælarar, og tað er mest sum greitt, at onkur av útlendsku spælarunum eisini er í pottinum til komandi árið. Enn vil formaðurin ikki seta nøvn á, hvørjir av útlendsku spælarunum verða verandi. Men tað hevur tó ljóðað fleiri staðni, at stinni málverjin, Predrag Markovic, eisini verður á liðnum næsta kappingarár. ÍF-TB 0-0: Javnleikurin var ikki nokk Tvøramenn fegnað- ust, tá boðini um málið hjá Skála komu til Fuglafjørð. Men bara hálvan minutt seinni, var niðurflyt- ingin kaldur veruleiki FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Sum tað er nevnt aðra staðni í blaðnum, so var talan um satt drama, tá GÍ vissaði sær framhaldandi tilveru í fremstu føroysku fótbóltsdeildini. Og í Fuglafirði var spenningurin ikki minni. Treytirnar undan dystinum vóru, at TB skuldi hava í minsta lagi eitt stig meira enn GÍ. Tað vildi siga, at talan í øllum førum skuldi verða um javnleik, um TB skuldi hava nakra vón. Men helst av øllum, so skuldu teir vinna dystin, og á tann hátt skapa sær sjálvum tað best møguliga útgangsstøðið. Høvdu møguleikar Dysturin í Fuglafirði varð ongan tíð tann stóra fót- bóltsupplivingin. Til tess vóru nervarnir hjá TB helst ov nógvir. Men gestirnir stríddust sera væl, og hóast talan ikki var um nakra greiða leikliga yvirvág, so stóð oftani nógv á ÍF-mál- inum. Men hvørja ferð, so vórðu meira og minni upp- løgdu møguleikarnir mis- nýttir. Soleiðis stóð enn á jøvnum, málleyst, tá Lassin Isaksen bríkslaði fyri sein- astu ferð. Tá var støðan á Skála enn 1-1, men dómar- in hevði ikki meira enn floyta, so varð 2-1 til Skála, og GÍ var í aðru deild. - Vit trúðu tá, at vit høvdu klárað tað. Alt fór upp at kóka, men brádliga hoyrdu vit so aftur, at GÍ hevði javnað í yvirtíðini. Eg havi ikki orð fyri, hvussu tað kendist, helt Hallur Christi- ansen hjá TB, tá vit fingu orðið á hann. Tað merkti, at hóast síni 22 stig, so noyðast tvøra- menn aftur tungu gonguna niður í aðru deild. Bara eitt stig afturat onkra aðrastaðni, vildi ver- ið nóg mikið til bjarging, og í bakspegllinum eru eis- ini fleiri dystir, sum Hallur kundi ynskt sær endaði øðrvísi. - Sjálvandi ber illa til at siga akkurát, hvar hatta eina stigið skuldi verið komið. Men tað er klárt, at tað eru dystir, sum tú iðrar teg um, tá munurin nú varð somikið lítil. Ikki minst var tað dýrt hjá okkum, at vit taptu móti VB seinast. Tá hava vit tríggjar risa-møgu- leikar fyrstu 20 minuttirnar, men vit tapa kortini 2-0. Og so eru eisini aðrir dystir. Tann í Runavík, har teir javna til 1-1 langt inni í yv- irtíðini. Fyrsti heimadyst- urin móti B36, har vit brenna fleiri stórar kjansir, og ikki minst teir báðar heimadystirnar móti ÍF og KÍ. Teir báðir vóru nokk dystir, sum skuldu vinnast, men tað megnaðu vit ikki, staðfestir hann. Framtíðin Tá tosið fer at snúgva seg um komandi kappingarár, tykist Hallur nóg illa at hava svølgt vónbrotinum. - Beint nú er tað ræðuligt, bara at hugsa um fótbólt. Men tað er einki annað at gera hjá okkum, enn at stríða okkum uppaftur. Eg haldi, at vit hava tað mesta av fólkinum við aftur næsta ár, og so mugu vit bara koyra á. Upp aftur skulu vit í øllum førum, helt hann. Hjá ÍF hevur tosið í ár fyri tað nógva snúð seg um at stabilisera seg í deildini. Tann setningurin má part- víst sigast at vera rokkin, nú talan gjørdist um eitt sætta pláss. Og hóast mun- urin niður ikki varð so øgi- liga stórur, so hevur talan sjáldan verið um beinleiðis niðurflytingarvanda í fel- agnum. So er spurningurin, hvørt teir megna at lyfta seg enn eitt stig komandi kapping- arár. Málið er har í øllum førum, og við alt meira ábyrgd á yngru kreftunum í felagnum er veruleikin eis- ini, at hesir eru búnaðir meira, enn teir vóru fyri tveimum árum síðani. Tvøramenn stríddust av øllum alvi. Teir hildu seg eisini hava gjørt sítt, men málið hjá GÍ á Skála punkteraði endaliga vónina. Og so verður talan aftur um leygardagsbólt á Sevmýri komandi kappingarár Mynd: Jens Kristian Vang ÍF-TB 0-0 ÍF: Jakob Kaas - Áki Petersen, Poul Ennigarð, Símun Eliasen, Jonn Sólheim Thomsen - Hanus Eliasen, Eyðun Ryggshamar, Høgni Zachariasen, Bárður á Lakjuni - Bartal Eliasen, Sylla D. Amed. TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic, Aca Petrovic, Óli Johannesen, Jón Johannesen - Allan Smedemark, Einar Petersen, Jón Tórður Holm, Dan Mortensen - Emmanuel Larbi, Dejan Tomic. Dómari: Lassin Isaksen. (Gul kort og útskiftingar vanta) FAKTA UM DYSTIN Fyrsta umfar av TF Vetrarkappingini varð inni á Toftum leygar- dagin RENNING tíðindaskriv Tey vaksnu runnu teir 10,5 kilometrarnar Runt Agnið. Guttorm Sørensen úr Treysti legði best út hjá monnunum og helt leiðsl- una á mál. Hann fekk tíðina 38,56 min. Nummar tvey gjørdist Súni Jacobsen úr Bragdinum við 39,33 min. Og nummar trý bleiv Álvur F. Christiansen úr Treysti við tíðini 40,33 min.; hann vann samstundis bólkin fyri mansunglingar. Bólkin hjá veteranum vann Jósvein Herup Olsen úr Bragdinum við 41,24 min. frammanfyri Tummas Joensen úr Treysti (42,47 min.) og Óla Olsen úr Bragdinum (43,48 min.). Hjá kvinnunum vann Val- borg Heinesen úr Bragd- inum við 45,44 min. Honn vann samstundis bólkin fyri kvinnuunglingar. Nummar tvey gjørdist Durita Djur- holm úr Bragdinum við 53,53 min. Og nummar trý bleiv Susan Jacobsen úr Treysti við 57,29 min. Børnini runnu 5 km. Hjá gentunum vann Bjørk Her- up Olsen úr Bragdinum við 19,26 min. Nummar tvey bleiv Rebekka Fuglø úr Treysti (20,40 min.) framm- anfyri Rannvu Djurholm úr Bragdinum (20,43 min.) Jan Elmar Sørensen úr Treysti vann hjá dreingja- bólkin við 17,49 min. Nr. tvey gjørdist Robin Jønsson úr Roysninum við 18,18 min, og nr. trý bleiv Hanus Mortensen úr Øravík við 18,46 min. Næsta umfar av TF vetrarkappingini verður í Klaksvík 19. november. Guttorm vann fyrsta umfarið Krzystof skal venja HB Seint í farnu viku gjørdi HB avtalu við Krzystof Pop- czynski, sum skal venja besta HB-liðið komandi kappingar- ár HB-VENJARIN Jákup Mørk Tíðindini um, at HB og Krzystof høvdu fundast um komandi kappingarár, eru sum so ikki spildur- nýggj. Tað er fleiri mán- aðir síðani, at hetta tosið fór at ganga, men góðu úrslitini hjá Julian Hansen høvdu tó hug at punktera tosið nakað. Tað ljóðaði eisini, at leiðslan í HB fyrst vildi viga fyri og ímóti, hvørt teir skuldu seta Julian í sessin heldur enn Krzystof, men tað verður so av ongum. Hóskvøldið varð enda- liga avtalan gjørd, og eftir dystin leygardagin kundi HB so boðað almenning- inum frá, at nýggi venj- arin er settur. HB-LÍF leygardagin Sum nevnt aðrastaðni á hesum síðum, so gjørdi dómar- in í Leirvík av at avblása dystin millum LÍF og HB, tá spælari small um á vøllinum. Nú hevur FSF so gjørt av, nær nýggjur dystur skal spælast, og verður hesin komandi leygardag kl. 15.00 -mørk