Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-25, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 25. oktober 2005 29 VB-EB/Streymur 1-1 (0-1) Vágbingar vórðu verandi 100 ára dagurin hjá VB verður hildin í Formula-deildini. Tað mundi vera týdning- armesta stafðestingin, tá VB - eins og hini botnliðini - spældi javnleik leygardagin FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Setningurin var púrasta greiður undan seinasta dystinum hjá VB. Skuldu teir vera heilt vísir í at halda fast um plássið í Formula-deildini, so skuldi talan helst verða um sigur móti EB/Streymi. Tann parturin eydnaðist ikki, men tá hvørki ÍF ella TB fingu betri úrslit enn tað sama, so var einsamalla stigið nóg mikið. Mál móti trýstinum Ikki óvæntað, so vóru tað heimamenninir, sum trýstu mest fyrstu longu løtuna. Gestirnir høvdu sum so ikki tað stóra at spæla fyri, og við Sorin Anghel á leik- bannaða listanum, kundu teir hjá EB/Streymi heldur ikki spæla fyri møguleik- anum at fáa gylta skógvin í felagið annað árið á rað. Trýstið hjá heimaliðnum var tó í stóran mun merkt av tilvild. Helst vóru spæl- ararnir eisini bangnir um at fremja mistøk av nøkrum slag, og tí varð verjupart- urin sjáldan sleptur heilt. Kanska var leiðslumálið eisini merkt av krampa- katigheitini í spælinum hjá VB. Í øllum førum fekk verjan ikki ruddað nóg burtur, tá Bárður Olsen legði innfyri, og so kundi Gert Hansen smekka til. Tað var tó hampuliga skjótt, at javnvág aftur fekst í dystin. Seinni hálvleikur var bara góðar fimm min- uttir gamal, tá Edvard Ble skoraði eftir hornaspark, og tað tóktist av álvara at tendra vágbingarnir. Nú vórðu nervarnir tveittir fyri borð, og seinasta drúgva partin av dystinum løgdu vágbingar stórt trýst á. Teir skaptu sær eisini hópin av møguleikum, men meira enn útjavngina gjørdist talan ikki um. Hingu eftir Samstundis lurtaðu við- haldsfólkini í spenningini eftir útvarpinum, sum støð- ugt bar boð um hinar dyst- irnar í deildini. Dysturin í Vági byrjaði nakað undan hinum dystunum, og tí vóru møguleikarnir framvegis opnir, tá dómarin hevði blást fyri seinastu ferð. Staðfestingin varð tó at enda, at TB ikki megnaði at skora í Fuglafirði, og at GÍ bert fekk javnleikin á Skála, og so var leyst og liðugt hjá VB. Kanska var áttanda plássið ikki tað, sum teir meddaðu eftir við kappingarbyrjan. Men tað var nóg mikið til at halda fast um sessin í Formula- deildini. Edvar Ble og Gert Hansen vóru málskjúttarnir, tá VB í seinasta dystinum í ár tók ímóti EB/Streymi Mynd: Áki Bertholdsen VB-EB/Streymur 1-1 (0-1) 0-1: Gert Hansen, 38 1-1: Edvard Ble, 52 VB: Bjarni Johansen – Mortan úr Hørg, Suni úr Hørg, Anders Sørensen, Jákup Olsen – Edvard Ble - Dan Djurhuus, Poul N. Poulsen (Jacob Skaaning, 84.), Milan Kuljic, Palli Augustinussen (Dánjal Johan Joensen, 72.) – Nenad Zivanovic. GK: Milan Kulic, Mortan úr Hørg, Poul N. Poulsen, Edvard Ble EB/Streymur: René Tórgarð – Ólavur Poulsen, Knút Vesturtún, Marni Djurhuus, Esmar Eiðisgarð (Jóhan á Stongum, 46.) – Bárður Olsen, Gert Han- sen, Ronnie Samuelsen, Jákup Martin Joensen (57.:Teitur Joensen) – Sonni L. Petersen (66.: Leif Niclasen), Hans Pauli Samuelsen. GK: Jóhan á Stongum, Hans Pauli Samuelsen, Jákup Martin Joensen, Knút Vesturtún, Ronnie Samuelsen (2). RK: Ronnie Samuelsen (tvey gul). Dómari: Rúni Gaardbo FAKTA UM DYSTIN Sunnukvøldið var Todi Jónsson við til at tryggja Start silvur- merkini, og leygar- dagin verður í síðsta umfarinum avgjørt, um Start verður meistari, ella um tað verður Vålerenga NOREG Jóannes Hansen Undan 26. og síðsta umfar- inum, sum verður á skránni leygardagin, er spenning- urin í norskum fótbólti eins stórur, sum hann var undan síðsta umfarinum í før- oysku landskappingini. Sunnudagin vóru Todi Jónsson og liðfelagarnir hjá honum í Start norðuri í Bodø. Flogferðin er tríggjar tímar ella knappliga hálva aðru ferð so leingi, sum tað tekur at flúgva úr Vágum og til Keypmannahavnar. Úrslitið á Aspmýruni í Bodø var 1-1. Heimaliðið legði seg á odda í 31. min- utti. Start javnaði, tá ið tað restaði eitt korter. Todi Jónsson, sum var millum teir fyrstu ellivu og var á vøllinum, inntil tað restaðu átta minuttir, átti næstsíðsta fótin á. Eftir langt útspark frá málverjanum og snittara longri fram á vøllin, tamdi hann og spældi inn um ver- juna til álopsfelagan, sum skoraði. Todi hevði í 1. hálvleiki góðan møguleika at leggja Start á odda, men málverjin bjargaði við fótparadu, tá ið Todi sneiddi seg leysan av verj- uni og gjørdist einsamallur móti málverjanum og við tveimum mótstøðuspælar- um dygst aftanfyri. Javnleikurin bar við sær, at Bodø/Glimt misti síðsta møguleikan at halda fram í Tippuliguni. Úrslitið bar eisini við sær, at Start tryggjaði sær silvur- merkini. Teir hava 45 stig, og teir á triðja plássinum hava 41 stig. - Talan er um framúr úr- slit, staðfestir Start venjrin, Tom Nordlie, og sipar til, at Start er uppflytari, og at eingin undan kappingar- byrjan roknaði við, at fel- agið í Kristiansand skuldi vera við í kappingini um heiðursmerkini. Heldur varð roknað við, at trettan faldu meistararnir úr Rosenborg skuldu kapp- ast við Vålerenga í Oslo um meistaraskapin. Í fjør var kappingin eins spennandi, sum hon nú er tað. Ta ferð- ina eydnaðist tað Rosen- borg at vinna, meðan teir í Vålerenga vóru vónbrotnir, at teir bara fingu silvur- merkini. Sunnudagin var Rosen- borg á Ullevaal í Oslo og spældi móti Vålerenga. Trettan faldu meistararnir vunnu 2-0. Fyrra málið var so stór verjuvilla av Våler- enga málverjanum, at mis- takið, sum Jákup Mikkelsen gjørdi í Tal-Aviv, var fyri einki at rokna afturímóti! Verjuspælarin í høgru legði aftur, vøllurin tóktist eitt sindur óslættur í brotsteig- inum, og íslendski landsliðs- málverjin hjá Vålerenga, Arni Gautur Arason, sum áður hevur vart Rosenborg málið, heilkiksaði, tá ið hann ætlaði at sparka bóltin fram aftur á vøllin. Og so rullaði bólturin í málið! At Vålerenga tapti, og at Start megnaði eitt stig í Bodø, bar við sær, at bæði Start og Vålerenga undan síðsta umfarinum, sum er á skránni leygardagin, hava 45 stig í part. Start er odda- lið, tí teir hava betri mál- mun, enn høvuðsstaðarfel- agið hevur tað. Men mun- urin er so lítil, sum tað ber til at vera. Málmunurin hjá Start er 46-32, og málmun- urin hjá Vålerenga er 38- 25. Start hevur altso +14 mál, og Vålerenga hevur +13 mál. Í síðsta umfarinum skal Start spæla á heimavølli móti Fredrikstad, og Våler- enga skal spæla á útivølli í Skien móti Odd Grenland. Um Vålerenga skal vinna NM, so skulu teir vinna á Odd, og um Start eisini vinnur á Fredrikstad, so skal sigurin hjá Vålerenga vera tvey mál størri, enn sigurin hjá Start verður. Tað kemst av, at um talan verður um sama málmun, so verður Start betri, tí teir hava skorað fleiri mál. Tað ber ikki til at ímynda sær størri spenning - um tað ikki bara er í FORMULA DEILDINI! Odd Grenland hevur tryggjað sær framhaldandi tilveru í bestu deildini. Fredrikstad er í stórum vanda fyri at flyta niður. Tí kann roknast við, at mótstøðuliðið hjá Start fer at hava meiri at stríðast fyri, enn mótstøðuliðið hjá Vålerenga fer at hava tað. Men teir í Skien søgdu, eft- ir at teir sunnudagin høvdu megnað 2-2 í Bergen móti Brann, at teir fara at stríðast sum fyri lívinum, tí tað fer at líka teimum ógvuliga væl, um teir kunnu vera við til at gera, at Vålerenga ikki verður meistari! Vålerenga hevur ikki vunnið NM í 21 ár. At teir skulu megna at skjóta fleiri mál í Skien leygardagin benda úrslitini seinastu mongu ferðirnar ikki á. Í seinastu fimm dystunum, sum eru spældir síðani 13. september, hevur høvuðs- staðarfelagið ikki megnað at skjóta mál! Leygardagin sær skráin í 26. og síðsta umfarinum í Tippuliguni soleiðis út: HamKam-Brann, Lille- strøm-Molde, Lyn-Bodø/- Glimt, Odd Grenland- Vålerenga, Rosenborg- Tromsø, Start-Fredrikstad og Viking-Aalesund. Start aftur á NM kós