Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-25, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. oktober 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 203 - 25. oktober 2005 Bæði í Frem og Fremad Amager var talan um stórt vón- brot, tá ið feløgini taptu á heimavølli DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Tað var stórt vónbrot hjá Fremad Amager og Frem, tá ið tey bæði fe- løgini við føroyskum spælarum einki fingu burturúr heimadystunum sunnudagin. Fremad Amager við Andrew av Fløtum mill- um teir fyrstu ellivu legði bragdliga fyri, og eitt skifti vóru teir fremstir í 1. deild. Síðani hevur úr- tøkan verið meiri soltin, og sunnudagin var aftur talan um stórt vónbrot á heimavølli. Herfølge, sum miku- kvøldið varð eyðmýkt í steypakappingini móti 2. deildarfelagnum B1909, vitjaði, og gamla felagið hjá Jákupi Mikkelsen reisti seg í Sundby. Ætl- anin hjá Fremad Amager var at fóta sær aftur, eftir at úrtøkan leingi hevur verið lítil. Heimaliðið var eisini um reppið at leggja seg á odda lítla løtu undan steðginum. Skot frá Andrew av Fløtum varð bjargað á strikuni, og í næsta álopinum skoraði Herfølge. Eftir steðgin royndi heimaliðið, men tað segði tað sama. Størsta møguleikan misnýtti Andrew av Fløtum. Ein metur frá málstrikuni sendi hann upp um mál- ið, eftir at bólturin var komin til hansara um- vegis stólpan. Eisini í 1. hálvleiki hevði Andrew havt tveir stórar møgu- leikar, men hetta var ikki hansara dagur, og í 69. minutti varð Fremad Amager toppskjúttin út- skiftur. Eisini í Frem var talan um ógvuliga stórt vón- brot. Gunnar Nielsen var í málinum og Jón Rói Jacobsen í miðverjuni, tá ið Ølstykke vitjaði í Val- by. Eftir stórfingna steypasigurin móti Vi- borg mikukvøldið, var tað stórt vónbrot, at Øl- stykke kundi fara til hús við 2-1 sigri, eftir at teir høvdu verið frammanfyri 2-0. Frem hevur 13 stig og er dygst omanfyri niðurflytingar strikuna. Felagið hjá Atla Gre- gersen, Skjold, hevði á Eystrbrúgv vitjan av Brønshøj. Undan dystin- um vóru tey bæði feløg- ini aftast við seks stigum í part. Nú eru tað aftast, og nú hava tey sjey stig í part. Úrslitið var 1-1. Einasti orduligi før- oyski glottin í næstbestu donsku deildini er Christian Lamhauge Holst, sum er í Lyngby álopinum. Lyngby var tvær ferðir aftanfyri, men kortini vunnu teir heima- dystin móti NFA 3-2. Christian var á vøllinum alla tíðina, men hann var ikki millum málskjúttar- nar. Lyngy er við 22 stig- um á fjórða plássinum - fimms stig frá odda- sessinum - og lagið er heilt gott. Niðurflytararnir úr Randers eru framvegis oddalið við 27 stigum, hóast teir hesa ferð taptu 2-1 á heimavølli móti Brabrand. Køge, sum vann 2-0 á Fredericia, hevur sama stigatal sum oddaliðið, og Kolding, sum tapti 2-0 í Vejle, er nummar trý við 25 stig- um. Christian tann einasti sum fekk fult Danska Sas-ligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 FCK (M) 14 11 - 3 - 0 27 7 20 36 2 Brøndby (S) 14 10 - 2 - 2 32 14 18 32 3 Viborg 14 9 - 3 - 2 28 13 15 30 4 OB 14 6 - 4 - 4 21 16 5 22 5 FC Nordsj. 14 5 - 6 - 3 24 16 8 21 6 FCM 14 4 - 4 - 6 19 27 -8 16 7 AaB 14 3 - 6 - 5 18 20 -2 15 8 Silkeborg 14 3 - 4 - 7 12 24 -12 13 9 Esbjerg 14 3 - 3 - 8 16 25 -9 12 10 AC Horsens 14 2 - 6 - 6 7 19 -12 12 11 AGF 14 2 - 5 - 7 19 28 -9 11 12 SønderjyskE 14 2 - 2 -10 18 32 -14 8 Føroyskir leikarar: Johan Byrial Hansen (AC Horsens), Súni Olsen (Aab), Rógvi Jacobsen (SønderjyskE) Danska 1. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Randers FC 13 9 - 0 - 4 31 16 15 27 2 Køge 13 8 - 3 - 2 29 14 15 27 3 Kolding 13 8 - 1 - 4 25 19 6 25 4 Lyngby 13 7 - 1 - 5 25 20 5 22 5 Vejle 12 6 - 3 - 3 21 16 5 21 6 Herfølge 12 6 - 2 - 4 26 14 12 20 7 NFA 13 6 - 2 - 5 24 19 5 20 8 FC Fredericia 13 6 - 1 - 6 26 22 4 19 9 Fremad Amager 13 5 - 3 - 5 25 27 -2 18 10 Ølstykke 13 4 - 4 - 5 15 16 -1 16 11 HIK 13 3 - 7 - 3 14 15 -1 16 12 Brabrand 13 5 - 1 - 7 13 26 -13 16 13 Frem 12 3 - 4 - 5 19 17 2 13 14 AB 13 3 - 2 - 8 14 31 -17 11 15 Skjold 12 1 - 4 - 7 11 25 -14 7 16 Brønshøj 13 1 - 4 - 8 14 35 -21 7 Føroyskir leikarar: Gunnar Nielsen Jón Rói Jacobsen, Jónas Þór Næs (Frem), Andrew av Fløtum (Fremad Amager), Christian Holst Lamhauge (Lyngby), Atli Gregersen (Skjold) Norska Tippeligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Start 25 13 - 6 - 6 46 32 14 45 2 Våleranga 25 13 - 6 - 6 38 25 13 45 3 Lyn Oslo 25 11 - 8 - 6 31 21 10 41 4 Lillestrøm 25 12 - 5 - 8 35 29 6 41 5 Viking 25 11 - 5 - 9 34 32 2 38 6 Brann 25 10 - 6 - 9 42 31 11 36 7 Rosenborg 25 10 - 3 -12 49 41 8 33 8 Tromsø 25 8 - 9 - 8 30 29 1 33 9 Odd Grenland 25 9 - 5 -11 26 49 -23 32 10 HamarKam 25 8 - 6 -11 30 36 -6 30 11 Molde 25 8 - 5 -12 38 44 -6 29 12 Fredrikstad 25 7 - 7 -11 32 43 -11 28 13 Aalesund 25 6 - 9 -10 30 39 -9 27 14 Bodø/Glimt 25 6 - 6 -13 29 39 -10 24 Føroyskir leikarar:Todi Jónsson (Start) Enska League Championship v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Sheff Utd. 15 12 - 1 - 2 31 13 18 37 2 Reading 15 10 - 4 - 1 25 8 17 34 3 Luton 15 8 - 4 - 3 25 17 8 28 4 Leeds 14 7 - 4 - 3 18 13 5 25 5 Crystal Palace 14 7 - 2 - 5 22 13 9 23 6 Watford 15 6 - 5 - 4 23 18 5 23 7 Cardiff 14 6 - 4 - 4 25 18 7 22 8 Wolverhampton 15 5 - 6 - 4 19 14 5 21 9 Southampton 15 4 - 9 - 2 17 13 4 21 10 QPR 15 5 - 6 - 4 16 17 -1 21 11 Stoke 15 6 - 1 - 8 15 22 -7 19 12 Hull 15 4 - 6 - 5 13 13 0 18 13 Leicester 15 4 - 6 - 5 16 18 -2 18 14 Ipswich 15 5 - 3 - 7 14 22 -8 18 15 Derby 15 3 - 8 - 4 20 21 -1 17 16 Preston 15 3 - 8 - 4 16 18 -2 17 17 Burnley 15 4 - 4 - 7 20 20 0 16 18 Norwich 15 4 - 4 - 7 16 21 -5 16 19 Plymouth 15 3 - 6 - 6 12 19 -7 15 20 Brighton 14 2 - 7 - 5 14 19 -5 13 21 Coventry 15 2 - 7 - 6 19 26 -7 13 22 Sheff Wed 13 2 - 6 - 5 11 16 -5 12 23 Crewe 15 2 - 6 - 7 15 29 -14 12 24 Millwall 15 2 - 5 - 8 11 25 -14 11 Føroyskir leikarar: Claus Bech Jørgensen (Coventry) Enn eina ferð vóru allir tríggir føroying- arnir partir av um- farinum, og serliga hjá Horsens var talan um stórt vónbrot SUPERLIGAN Jóannes Hansen Allir tríggir føroyingarnir vóru á vøllinum, tá ið fjúrt- anda umfarið í superliguni var á skránni í vikuskiftin- um. Einasti føroyski lands- liðsspælarin, sum var á vøllinum alla tíðina, var Johan Byrial Hansen, sum var í vinstra verjuborði hjá Horsens. Leygardagin vóru teir í Parkini. Horsens telist millum teirra, sum stríðast fyri at sleppa undan niður- flyting, meðan FCK í stór- um stíli er oddalið. Leygardagin sást einki til, at talan var um botnlið á útivølli móti oddaliðnum, sum átti heimavøll. Higartil hevur Horsens verið ákært fyri at pakka seg saman og bara at verja. Hesa ferð vóru teir framrættaðir og væl upplagdir. Teir høvdu ofta heimaliðið undir trýsti, og teir áttu at havt skorað í hvussu so er eitt mál. Men sum so ofta, so hevði illa stadda liðið ikki marginal- irnar á sínari síðu, og so gekk tað, sum tað so ofta ger. Klokkan vísti meiri enn 89 minuttir, tá ið Peter Møller ein metur frá málin- um setti krúllin undir bóltin, og so vann FCK 1-0. Einki var at undrast á, at Johan B. Hansen og lið- felagarnir vóru ógvuliga vónbrotnir. Eygnavitnini mettu, at teir avgjørt høvdu havt uppiborið at fingið í hvussu so er eitt stig. Í AaB vóru teir eisini vónbrotnir. Súni Olsen var millum teir fyrstu ellivu, tá ið AaB sunnudagin hevði vitjan av AGF. Stórfelagið í Århus er illa plágað av skaðum, men kortini megn- aðu teir at leggja seg á odda í 2. hálvleiki. Súni Olsen var á AaB miðvøllinum inntil í 72. minutti. Tveir minuttir eftir at hann var útskiftur javnaði AaB, og í yvirtíðini høvdu teir møgu- leikan at skjóta sigursmál- ið. Svenski Martin Ericsson hevði javnað við brots- sparki. Hann fekk nýggjan møguleika úr ellivu metr- um í yvirtíðini, men hann misnýtti! Rógvi Jacobsen varð inn- skiftur, tá ið tað vóru tíggju minuttir eftir. SønderjyskE vitjaði í Farum, og heima- liðið vann 4-2. Teir vóru á odda 2-0, men SønderjyskE megnaði at svara aftur og at javna til 2-2. Tá ið Rógvi kom á vøllin, var støðan 3- 2. SønderjyskE royndi at trýsta fyri at javna, men tað var FCN, sum skoraði til 4- 2. Brøndby stórspældi í 2. hálvleiki, tá ið teir sunnu- kvøldið á Brøndby stadion eyðmýktu FCM 5-0. Silke- borg hevði ikki vunnið síð- ani í juli, tá ið teir í fyrstu umførunum tvær ferðir fingu fulla úrtøku. Men hesa ferð eydnaðist aftur. Silkeborg hevði vitjan av OB, sum fór aftur til Odense við 1-0 tapi. Viborg heldur tørn um triðja plássið, og hjá Es- bjerg stendur framvegis einki serligt til. Viborg vann heimadystin móti Es- bjerg 1-0. Johan og teir vóru vónbrotnir