mikudagur 26. oktober 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 204 - 26. oktober 2005
Julie Maria gleðir seg
nógv til at sleppa til
Føroyar, tí bæði Eivør
og Teitur er so
fanstastika deilig
menniskju, og hon
fegin vil hittta fleiri
fittar føroyingar
FO/DK KONSERTFERÐ
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Julie Maria er ein av nýggj-
aru stjørnum á danska tón-
leikahimmlinum, hon hev-
ur drúgvar royndir úr sang-
kórum og jassumhvørvin-
um, men er nýliga farin at
ganga egnar leiðir, sum eitt
slag av singer/songwriter.
Á fyrstu fløguni hjá Jule
Maria »Beautiful Minor«
stóu kend nøvn næstan í
bíðirøð at luttaka, og úr-
slitið er eitt sera stórsligið
verk.
Bólkurin hjá henni er ein
flokkur av tónleikarum úr
jassumhvørvinum, so hóast
tónleikurin er sveimandi
poppur, so eru improvisat-
iónir og leitandi spæl ein
partur av framførslunum. Í
mun til nógvan Singer/-
Songwriter tónleik hava
løgini tí ikki ein heilt fastan
form, men broyta seg á
konsertunum.
Hevur slept
blásarunum
Á fløguni spæla blásarar
ein stóran leiklut í at skapa
ljóðmyndirnar, men hesir
eru ikki longur við á kons-
ertunum. Julie Maria sigur,
at hetta er ein roynd at
finna eina kjarnu í tónleik-
inum: »Tað hevur verið
stuttligt at arbeiða við
stórum kórum og blásarum,
men tað gerst eisini eitt
sindur nógv av tí góða sum
frálíður. Nú eru tey bert
fimm í bólkinum. Hetta at
arbeiða við einum grund-
bólki, hevur givið pláss til
at menna løgini, og tey eru
ment á ein eitt sindur rokk-
kendan hátt.
Kennir Teit og Eivør
Eins og Teitur hevur Julie
Maria avtalu við Universal.
Men í hennara føri er bert
talan um danska marknað-
in, og somuleiðis bert talan
um eina útbreiðsluavtalu.
Men hon vónar, at hetta
kann gerast til meira, og
ætlanirnar eru um at sleppa
út um donsku landoddarn-
ar.
Konsertferðin til Føroyar
er tó ikki ein roynd at fáa
fótafestið uttanlanda.
Julie Maria søkti um lut-
tøku, tí at hon helt verkætl-
anina vera spennandi, og so
kendi hon tveir føroyingar,
sum vóru so óvanliga deilig
menniskju, at hon vildi
hitta fleiri. Teit kendi hon
gjøgnum fyrrverandi sjeik-
in hjá sær, ið var úr Holste-
bro, har Teitur gekk á tón-
leikaeftirskúla. Eivør hevur
hon spælt konsertir saman
við á Borhnholm í sam-
bandi við Bornholm Fest-
uge fyrr í ár.
Væl ílatin
Heldur eingin av tónleikar-
unum í bólkinum hevur
verið í Føroyum fyrr: »So
hetta er eitt óskrivað blað
fyri okkum, og eg gleði
meg nakað so forferdiliga
illa« sigur hon, og vil vita
hvussu veðrið er í Føroy-
um, um hvat fyri klæðir
hon skal pakka, og um hon
skal taka vetrarjakkan við.
Tá vit eru komin ásamt um,
at heitar troyggir, vetrar-
jakki, turriklæði og húgva
eiga at verða við í taskuni,
kunnu vit halda fram við
samrøðuni.
Elskar at spæla á
smáum pallum
Julie Maria er eitt nógv virt
og lovandi navn á danska
pallinum, og tí spælir hon
nógvar konsertir. Men tær
flestu eru í smærri spæli-
støðum. Eitt nú er Copen-
hagen Jazzhouse eitt slag
av heimavølli. Hon sigur
seg trívast væl á tílíkum
smærri støðum, har hon
kann hyggja áskoðaran í
eygini. »Tónleikurin er eitt
samskiftið, og tað er lættari
at samskifta í eygnahædd«.
Hon er sera forvitin og
fregnast um, hvat hetta eru
fyri støð, hon skal spæla í
Føroyum. Hon er glað at
hoyra, at talan er um
smærri konserthøli. »Eg
havi satt at siga ikki so
nógvar royndir á stórum
pallum, so eg kenni meg
betur í tættari karmum«,
sigur hon, og skundar sær
upp á loftið at finna vetrar-
jakkan.
Eg kenni bara fittar føroyingar