Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 26. oktober 2005 3 Á veg til Hetlands svav Nils Torp eina nátt í Føroyum, og honum dámdi so væl, at hann beinanvegin visti, at hetta var eitt land, hann vildi vitja aftur. Nú 20 ár seinni eru hann og konan í Føroyum á konsertferð FO/DK KONSERTFERÐ Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Vit fingu orð á Nils Torp úr Souvenirs niðri á Café Nátúr. Hann var júst komin til Havnar, og hitti fyriskip- ararnar Elin Hentze úr Norðurlandahúsinum og Kaj Johannesen formann í Føroya Undirhaldstónleik- arafelag í hugnaligu kaféini. Hann helt fyrsta inntrykk av Føroyum vera sera gott. Men segði sum var, at hann júst var komin, so upplivingarnar vóru ein biltúrur til Havnar, kamari á hotellinum og so hendan ølin á Café Nátúr, og ser- liga ølin gjørdi stórt inn- trykk. Hann helt Black Sheep hjá Føroya Bjór vera eina framúr góða øl: »Hon smakkar jú óvanliga væl« segði hann við kátari rødd. Vildi aftur til Føroyar Annars helt hann túrin til Havnar vera sera flottan, hesi ráu fjøllini, góvu eitt sera sterkt inntrykk. »Tað er í sovorðnum umhvørvi, at vit fáa tann besta íblást- urin. Summi halda, at tað er gott at fara suðureftir – at sita í Italia ella suður Frak- landi og skriva. Men tað besta fyri okkum er at fara norður eftir.« sigur Torp. »Eg var í Føroyum við bólkinum Kliche fyri 20 árum síðan. Vit vóru á veg til Hetlands at skriva tekstir til eina fløgu. Vit fóru við skipi, so vit skuldu vera í Føroyum eitt døgn, áðrenn vit fóru víðari til Hetlands. Eg skilti beinanvegin, at hetta var eitt serligt stað, ið eg vildi aftur til«. Greiður hann frá. Men 20 ár gingu, áðrenn Nils Torp slapp aftur til Føroyar. Høvið gjørdist konsert- ferðirnar, sum Norður- landahúsið, Føroya Undir- haldstónleikarafelg og donsku tónleikarafeløgini DJFBA og DAF skipa fyri. Sambært Nils valdu tey at søkja um at luttaka á kon- sertferðunum, tí tey elska at ferðast við sínum tónleiki: »Tað er sera gevandi at uppliva nýggj lond og nýggjar áskoðarar, serliga áskoðarar sum skilja danskt. Okkara tekstir eru týdningarmiklir, og tí er gott um áskoðararnir skilja teir. Vit spældu tildømis í Grønlandi fyri nøkrum árum síðan. Eg haldi vit mundu hava spælt í ein hálvan tíma, áðrenn vit fataðu, at teir flestu áskoð- ararnir ikki skiltu okkum.« Ongin av hinum limun- um í bólkinum hevur verið í Føroyum fyrr, so hetta er spennandi fyri tey øll, og Nils Torp sigur, at hann skilur, at hann bara skal vera lukkuligur yvir, at hann er lendur í øllum góð- um og ikki situr í Bergen ella í Íslandi. Fleiri landaplágir Nils spælir bass, ljómborð, gittar, violin, cello, har- monika, rødd og mangt annað í Souvenirs, ið um- framt hann telur konu hans- ara Sofie Bonde, sum syng- ur og spælir gittar. Á kons- ertum hava tey eisini nakrar tónleikarar við sær. Souve- nirs hevur havt sannar landaplágur í Danmark við løgunum »Jeg troede, du var hos Mikael«, »Danse i Måneskin« og »Jeg hader Susanne«. Tey hava spælt á stórum og smáum spælistøðum kring Danmark síðan fyrst í 90’unum, og hava megnað ferð eftir ferð at endurtaka successina og fáa nýggj hittløg. Á konsertunum í Føroy- um spæla Souvenirs kendu løgini, men hava eisini valt nøkur ókend løg at spæla. Høvið verður at hoyra bólk- in í eini fólkatónleikara- kendari útgávu, við eitt sindur spinklari uppseting enn ofta fyrr. »Hetta klæðir væl til minnið spælistøð, sum tey har vit spæla í Føroyum.« sigur Nils og heldur fram: »Mær dámar nógv betur at spæla í smáum spælistøðum enn stórum. Tú fært nógv betur samband við áskoðaran og tað gevur ótrúliga nógv. Ofta velur man at spæla stór støð, tí meira peningur er í teimum konsertunum, men tað er óheppið, tí hitt er nógv stuttligari«. Kenna Ole Wick Aftan á samrøðuna, skal Souvenirs til døgurða hjá Ole Wick. Niels og Sofie hava búð í sama býi í sum Ole Wick og kennast so- leiðis. Tað er ivaleyst gjøgnum Ole Wick, at Nils kennir føroyskan tónleik. Hann kennur t.d. væl tónleikin hjá Kristian Blak, og hevur inntrykk av at føroyski jasspallurin er sera sterkur. Hann kennir har- umframt fleiri danskar tón- leikarar, sum hava spælt konsertir í føroyskum hell- um. Men av tí meira popp- kenda undirhaldstónleikin- um, kennir hann bara Teit- ur, sum hevur verið spældur í donskum útvarpi. Hann er tí spentur at hoyra, hvat Páll Finnur Páll hava at bjóða honum sum lurtara. Eg vildi aftur til Føroya The Dreams fara í desember til London at spæla eina sýnisgluggakonsert fyri umboðum frá nógvum ymiskum plátufeløgum, m. a verður Sony Music umboðað TÓNLEIKUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hóast The Dreams ikki sluppu at hita upp fyri Anastaciu, og ikki vunnu upptøku av einum lagi í frálíkum upptøkuhøli í London, tá teir luttóku í MTV a cut, so livur dreym- urin um at gerast kendur yrkistónleikari enn, og nú sær tað út sum, tað kanska kann gerast til annað enn ein dreym. The Dreams fara í desember til London at spæla eina sýnisglugga konsert fyri umboðum frá nógvum ymiskum plátufel- øgum. M.a verður Sony Music umboðað. Nógv plátufeløg hava sýnt áhuga í bólkinum eftir luttøkuna í kappingini MTV a cut, har The Dreams gjørdist mill- um fýra teir síðstu bólkarn- ir. Eisini fleiri av hinum luttakandi bólkunum tykj- ast áhugaverdir fyri plátu- feløg, og tí hevur manning- in aftan fyri MTV a cut gjørt av at skipa fyri eini sýnisglugga konsert, har allir MTV a cut bólkarnir luttaka. Umboð fyri nógv plátufeløg og tónleikaídn- aðin annars koma at lurta. Hetta er ein fantastiskur møguleiki hjá okkum, sigur umboðsmaðurin hjá The Dreams Sverre Nolsøe. The Dreams ætla sær at taka henda møguleika, og fara tí nú til Danmarkar at spæla eina demofløgu inn, sum teir taka við til London. Bólkurin hevur verið sera virkin á føroyska tónleika- pallinum síðan luttøkan í MTV a cut kom fram, og hann spældi á hópin av tónleikafestivalum í summ- ar. So hetta eru tí tríggir punkarar í toppformi, ið fara á pallin í London. Leygardagin spældu teir saman við Paradox í Miðla- húsinum í Vágsbotni og hetta kann væl gerast ein tann síðsta konsert í Føroy- um áðrenn útlandið veru- liga tekur teir til sín, fyrst skal eisini luttøkan í Global Battle of the Bands av- greiðast. Hoyr tónleik og les meira um The Dreams á www.the-dreams.com Dreymurin livir enn