mikudagur 26. oktober 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 204 - 26. oktober 2005
Neyðhjálpin til Pakistan kemur væl við
Reyði Krossur Føroya
hevur higartil latið
100.000 kr. í neyð-
hjálp til Pakistan.
Menn enn vantar
nógv í
NEYÐHJÁLP
Snorri Brend
Pakistan: - Í áliti á, at vit
fáa pening frá fólki hava vit
aftur nú sent 50.000 kr. til
neyðhjálpararbeiðið, sum í
hesum døgum fer fram í
Pakistan, upplýsir Reyði
Krossur.
Higartil hevur Reyði
Krossur í samanlagt 19
londum sent nærum 90
umboð til jarðskjálvtarakta
økið í Pakistan.
Samstundis verður upp-
lýst, at Reyði Krossur/-
Reyði Hálvmáni hava biðið
um peningahjálp, og hava í
løtuni 58 tyrlur í økinum.
Fleiri enn 8.000 fólk eru
flutt til neyðsjúkrahús og
hava
sjúkrahúsfólk
hjá
Reyða Krossi framt fleiri
enn 4.000 skurðviðgerðir.
Mett verður, at nærri 3,5
mió. menniskju eru vorðin
heimleys í Pakistan. Higar-
til eru um 50.000 fólk deyð
eftir jarðskjálvtan.
Tjøld, tyrlur og fólk
Tað er tó ikki bert úr før-
oysku deildini av Reyða
Krossi at hjálp kemur til
hart rakta økið i Pakistan.
Norðurlendsku brøðratjóðir
okkara hava eisini veitt
nógvan stuðul.
Reyði Krossur í Noregi
hevur sent eitt feltsjúkrahús
til økið.
Hetta er mannað við
norðmonnum og finnum.
Umframt hetta hava tey
sent akfør, ið kunnu koyra í
fjallalendi, tjøld og pening
til neyðhjálpararbeiðið.
Hinvegin hevur Reyði
Krossur í Danmark sent
arbeiðstjøld, samskiftistjøld
og manning at stýra hjálp-
ini, sum kemur til landið.
Danska deildin av felags-
skapinum hevur áður sent
eina hálva mió. kr., eins og
danski staturin hevur sent 5
mió. kr., og hevur haraftrat
sent 2 mió. aftrat í teirri
vón, at fólk vilja stuðla við
peningahjálp.
Reyði Krossur í Íslandi
stuðlar við peningi og hev-
ur fingið 9 mió. kr. frá Rík-
inum, og hava hava fleiri
enn 3.000 fólk ringt inn og
stuðlað við peningi umveg-
is teirra serstøku neyðtele-
fon.
- Peningin sum føroyska
deildin hevur latið, er fing-
in til vega frá øðrum tiltøk-
um í tí treysti, at peningur
kemur aftur.
- Vit vóna eisini, at Før-
oya Fólk stuðlar okkum í
hjálpararbeiðinum við at
senda okkum pening á
kontur okkara í peninga-
stovnunum, sigur Reyði
Krossur.
Stuðul
Tey, ið ynskja at stuðla
neyðhjálpini til Pakistan
kunnu flyta pening á
konto hjá Reyða Krossi
í Føroyum.
Giro-nummarið er
77011 ella ein kann
ringja á tlf. 905656, ið
kostar 100 kr. fyri
hvørja uppringing.
Til ber eisini at tekna
seg sum lim í felags-
skapinum. Tað kostar kr.
150 um árið fyri eitt
húski og 400 kr. fyri fel-
øg og stovnar.