mikudagur 26. oktober 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 - 26. oktober 2005
5
Ung talent og kingo
sálmur í nýggjum
hami kundu ikki
forða Eystein Jo-
hannesen at vinna seg
í singer/songwriter
2005 finaluna í
Hafnia Lounge leyg-
arkvøldið
SANGKAPPING
Tað er munur á tónleikar-
um og munur á undanum-
førum.
Leygarkvøldið
kundi ein fullsett Hafnia
Lounge aftur sanna, at tað
eru nógv talent innan
singer/songwriterstílin at
finna í Føroyum. Men tað
var kortini stórur munur á
hesum umfarinum og tí
fyrra, sum varð hildið sein-
asta leygarkvøld. Áhoyr-
ararnir fingu rættiliga stað-
fest, at hóast singer/song-
writerstílurin kann tykjast
einstáttaðar, so finst eisini
stórt fjøllbroytni innan hesa
tónleikagrein.
Frískir ungir
Luttakararnir leygarkvøld-
ið kunnu av røttum flokkast
í tveir aldursbólkar. Í tí
yngra endanum vóru 19 ára
gamli Fróði Hansen og 21
ára gamli Pól Esbern
Hanusarson. Teir báðir
hava at kalla ikki verið at
hoyrt alment í Føroyum,
men báðir tveir bitu rætti-
liga frá sær leygarkvøldið.
Fróði var tann fyrsti á
pallinum. Við sær hevði
hann nakrar trúgvar stuðlar,
sum heppaðu óført. Hann
spældi tvey egin løg við
egnum teksti. Men hann
tók rættuliga fólk á bóli við
einum nýggju lagi til eitt
kent lag hjá Terja og
Føstufressum.
Fróði
smæddist á ongan hátt
burtur á pallinum. Tað sást
týðuliga, at hann er glaður
fyri at spæla tónleik, og
hann dugdi væl at fáa
fólkið við.
Tað sama kann sigast um
Pól Esbern Hansen. Hann
vildi ikki lata møguleika
gleppa sær av hondum og
meldaði seg til, og tað
sømdi seg eisini. Eitt ser-
eyðkenni við hansara tón-
leiki er, at hann leggur sera
stóran dent á gittarspælið,
og tað tóktist eisini sum
um, at fólk tóku væl ímóti
hansara tónleiki. Eingin ivi
er um, at vit fara at hoyra
meira til hesa báðar ungu
tónleikaspíranir.
Ravnur og Kingo
Eystein Johannesen gjørdi
ikki nógv burturúr sær
sjálvum
leygarkvøldið.
Hann lat heldur tónleikin
tala. Fjøruti ára gamli
heimasandsmaðurin hevur
drúgvar royndir sum bass-
spælari í bólkinum »Ravn-
ar«. Men tað er ikki á
hvørjum degi, at hann
spælir alment fyri tíðina,
hóast tónleikurin fyllir ein
stóran part av hansara lívi.
Sangirnir hjá honum vóru
klassiksar kærleiks ballad-
ur. Til fyrsta sangin spældi
hann griskan gittar við átta
streingjum; til hinar sang-
irnar nýtti hann klaver sum
ljóðføri. Tað svitast ikki, at
hansara tónleikur hevur ein
serligan dám, sum kanska
ikki øll fella fyri beinan-
vegin.
Um nakar kundi sigast at
vera favorittur leygarkvøld-
ið, so mátti tað vera Niels
Midjord. Flest allir føroy-
ingar kenna Niels Midjord
og hansara eyðkenda tón-
leik og sangir. Hann hevði
meldað seg til fyri at stuðla
tiltakinum. I skjáttuni hevði
hann tvey nýggj føroysk
løg, og hann hevði gjørt eitt
lag til ein gamlan Kingo
sálm. Kingo er eitt eindømi
til tílíkar singer/songwriter
kappingar, og Niels Mid-
jord fekk enn einaferð stað-
fest sína serstøðu í føroysk-
um tónleiki. Niels hvíldi
rættiliga í sær sjálvum, og
hann er á ongan hátt farin
av móta, sum tað eisini
hoyrdist leygarkvøldið.
Veteranur víðari
Dómararnir brúktu langa
tíð um at finna vinnaran
hetta
leygarkvøldið.
Í
síðstu viku vann Brandur
Jacobsen seg víðari í final-
una. Hann hevur at kallla
goymt seg burtur av før-
oyska
tónleikapallinum,
síðani hann gjørdist ársins
songrødd í 1991.
Á sama hátt hevur lítið
verið at hoyrt til Eystein Jo-
hannesen seinnu árini. Í
áttatiárunum spældi hann
nógv kring oyggjarnar við
bólkinum »Ravnar«. Men
tónleikadygdirnar
hevur
hann eftir øllum at døma
ikki gloymt. Í øllum førum
avgjørdu dómararnir til
síðst at senda hann víðari til
singer/songwriter
2005
finaluni, sum verður 5.
november.
Síðsta innleiðandi
Komandi leygarkvøld 29.
oktober kl. 22:00 verður 3.
og síðsta innleiðandi um-
fari í ársins útgávu av
singer/songwriter
2005.
Luttakararnir verða aftur
fýra í tali og tey eru: Símun
Klein, Helgi Midjord, Petur
Háberg og Evi Isaksen.
Fríggjakvøldið og
leygarkvøldið kom-
andi verður høvi at
síggja og uppliva
dansiverkið »Too
Short«, ið vann kapp-
ingina Dansolution á
Dansescenen í Keyp-
mannahavn fyrr í ár
DANSUR
Komandi vikuskiftið er
modernaður
dansur
á
skránni í Gamla Meiarínum
í Havn. Millum verkini, ið
framførd verða, er »Too
Short«, sum Rannvá Kára-
dóttir, Kristina Sørensen
Ougaard og Seke Chimut-
engwende vunnu dansi-
kappingina
Dansolution
2005 við í september í ár.
Harumframt verða tvey
onnur nýggj verk framførd,
og tveir dansi-stuttfilmar
vístir. Rannvá og Kristina, ið
hava koreograferað hvør sítt
verk, hava hesaferð arbeitt
saman við ávikavist Mari-
onnu Mørkøre (video) og
Dánjal á Neystabø (tónleik).
Dansiframførslurnar
verða í Gamla Meiarínum
fríggjakvøldið og leygar-
kvøldið tann 28. og 29.
oktober kl. 20, kostnaður
80 kr.
Dansiframførsla í Meiarínum
Veteranar fylgjast í singer/
songwriter finaluna
Eystein Johannesen gjørdi ikki nógv burtur úr sær sjálvum
leygarkvøldið. Hann læt heldur tónleikin tala
Fróði Hansen
Pól Esbern Hanusarson
Niels Midjord
Bilasølustevna
á Giljanesi
BILFRAMSÝNING
Komandi vikuskifti skipa
FS-Vágar fyri bilasølu-
stevnu í ítróttarhøllini á
Giljanesi. Fimm bilasøl-
ur og Tryggingarfelagið
Føroyar fara at sýna
fram. Bilasølurnar eru
Berg Motors, Reyni Ser-
vice, VR-Bilar, Norðbil
og Norðcar, og koma bil-
ar frá um 20 framleið-
arum at verða sýnd fram.
Framsýningin byrjar
báðar dagarnar kl 14 og
endar kl 19. Umframt at
tey vitjandi fáa høvi at
tosa um bilakeyp, trygg-
ing og fígging við fram-
sýnararnar, verður skipað
fyri ymiskum undirhaldi.
Leygardagin
undir-
halda Popcorn og Sámal
Ravnsfjall á pallinum, og
sunnudagin verða tað
fyrst Kim Hansen og
síðani Petur Pálsson og
Knút Háberg Eysturstein.
Harumframt verða móta-
sýningar, matsøla, mat-
og køkutombola. Væl
umtókta ókeypis spæli-
plássið til børnini verður
aftur í ár í fimleikarhøll-
ini.
Í samband við fram-
sýningina veða lutaseðlar
seldar, har vinningurin
verður ein telda frá
Formula.fo. Á lutaseðl-
unum stendur eitt »pass-
word«, sum kann roynast
á telduni frá kl. 17.00
sunnukvøldið, siga tey í
FS-Vágum.
Hugnaløta við
fyrilestrum
HUGNALØTA
Allan oktober mánað
hevur Føroya Felag móti
Krabbameini, eins og
nógv
onnur
krabba-
meinsfeløg í londunum
rundan um okkum, varp-
að ljós á bróstkrabba -
hesa sjúkuna, sum rakar
eina út av níggju kvinn-
um ella umleið 25 kvinn-
ur í Føroyum um árið.
Bót til bata, sum er
sjálvhjálparbólkur undir
krabbameinsfelagnum
við kvinnum, sum hava
ella havt havt krabba-
mein í brósti, endar
bróstmánaðin við al-
mennum fyrilestrum á
Hotel Hafnia.
Eliesar Olsen, yvir-
lækni á Landssjúkrahús-
inum, heldur fyrilestur
um
skurðviðgerð
av
bróstkrabba. Eisini fer
hann at røða um nýggj-
astu viðgerðarhættirnar
og um møguleikar fyri at
varðveita bróstini um-
framt endurnýggjan ella
endurgerð av skurðvið-
gjørdum brósti.
Inga Poulsen Dam,
prestur, heldur fyrilestur
um lívsdygd í sambandi
við lívshóttandi sjúku.
Paula Jespersen úr
sangbólkinum Salt fer at
syngja, og Arnvør á Tor-
kildsheyggji spælir undir.
Hugnaløtan verður á
Hotel Hafnia leygardagin
29.
oktober
klokkan
15.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin, Bót til Bata í
tíðindaskrivi.
Lena
í Klingruni
Leygarkvøldið 29. ok-
tober hevur LENA
akkustiska konsert í
Klingruni í Norður-
landahúsinum. Serligur
gestur er Flóvin Viderø
úr bólkinum Dejavu, ið
byrjar konsertina
KONSERT
Leygarkvøldið klokkan
20 verður høvið at hoyra
Lenu í Klingruni.
Seinast Lena hevði
konsert í Norðurlanda-
húsinum var í sambandi
við føroysku útgávuna av
Can’t Erase It í mars
mánað 2004, og tá var
stórur bólkur við henni á
pallinum.
Hesaferð verður talan
eina »un-plugged« kon-
sert, har Lena og Niclas
framføra løgini akkust-
isk, og har tey fáa hjálp á
nøkrum løgum frá Jó-
hannus á Rógvu Joensen
á bassi.
Umframt
Lenu
fer
sangarin og sangskriv-
arin Flóvin Viderø eisini
at spæla nakrar sangir.
Flóvin er eisini kendur úr
rockbólkinum Dejavu,
men hetta kvøldið fer
hann at framføra nøkur
egin løg sjálvur.