Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 204 - 26. oktober 2005 Vita ikki hvussu barnið skal eita Næsta ár skal lands- skatturin lækkast 60 milliónir. Men er tal- an um ein skattalætta ella er talan um eina umlegging SKATTALÆTTI ELLA UMLEGGING Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Næsta ár skal landsskattur- in lækkast 60 milliónir. Men er talan um ein skatta- lætta, ella eina umlegging Tað er tann stóri spurn- ingurin, sum politikarar nokk skulu fáa onkra fest- liga løtu burturúr teir kom- andu dagarnar. Sum tað sæst á greinini omanfyri, er tað ein stórur spurningur, hvussu skatta- lættin komandi ár skal kall- ast. Er talan um ein skatta- lætta eftir samgonguskjal- inum, ella er talan um eitt endurgjald til kommunur og skattgjaldarar fyri at yvirtaka barnaverndarøkið og fyri at barnsburðar- grunnurin verður lagdur undir arbeiðsmarknaðin. Vit hava spurt leiðandi politikarar úr samgonguni, men haðani fæst heldur onki greitt svar. – Tað er ongin ivi um, at talan er um ein skattalætta. Men samstundis sum skatta- lættin verður latin, verða barnaverndarøkið løgd til kommunurnar og barns- burðargrunnurin lagdur til partarnar á arbeiðsmarknað- inum, sigur Kaj Leo Jo- hannesen, formaður sam- bandsfloksins. – Tað er tí eisini greitt, at tí verða nógvar kommunur noyddar at hækka komm- unuskattin og tí er talan ikki um ein veruligan skattalætta. – Men tað eru onkrar kommunur, sum eru so væl fyri, at tað kanska verður óneyðugt at hækka komm- unuskattin og har verður talan um ein skattalætta. – Verður niðurstøðan, at talan er um ein skattalætta eftir samgonguskjalinum, skal samhaldsfasti hækka. Men er skattalættin eitt endurgjald fyri barnavernd- arøkið og barnsburðar- grunnin, skal samhaldsfasti ikki hækka og hetta er tann stóri spurningurin, sigur Kaj Leo Johannesen. Jørgen Niclasen, formað- ur í fólkaflokkinum í tingi, staðfestir, at talan er um skattalættan, sum varð av- talaður í samgonguskjalin- um, men í hesum føri fáa kommunur og skattgjaldari øktar útreiðslur av barna- verndarøkinum og barns- burðargrunninum. – Vit gjøgnumføra skatta- lættan, sum ætlað. Hjá teimum kommununum, sum eru so væl fyri, at tær sleppa undan at hækka skattin, er talan um ein veruligan lætta. Annars fer hesin skattalætt- in at geva kommununum rúmd fyri at hækka skattin, um tær vilja tað. – Hjá teimum kommun- um, sum hækka skattin, fer skattalættin at tódna. Jørgen Niclasen staðfest- ir, at inngjaldið til sam- haldsfasta fer ikki at hækka komandi ár. – Nú gjørdust skattalætt- in ikki tað, vit ætlaðu og tí hækkar samhaldsfasti ikki. Kristian Magnussen, for- maður javnaðarfloksins á tingi, sigur, at næsta ár verður ongin skattalætti. – Tað, sum hendir næsta ár, er ikki ein skattalætti. Tað er ein umlegging av skattin- um, har landsskatturin lækk- ar, men har kommunur og skattgjaldarin fáa øktar byrðar av tí at barnsburðar- grunnurin verður lagdur til partar á arbeiðsmarknaðin og barnavernrarøkið verður lagt undir kommunurnar. – Sostatt koma skatt- gjaldarar og arbeiðsgevarar at betala økt avgjøld til barnsburðargrunnin og kommunur verða noyddar at hækka skattin fyri at fíggja barnaverndarøkið. – Fyri at skattatrýstið ikki skal økjast, verður neyðugt at lækka lands- skattin. Talan er tí ikki um ein lætta, men um eina um- legging. – Tá ið talan er um ein skattalætta, eigur tað at merkja, at keypiorkan øk- ist, men tað ger hon ikki. Kristian Magnussen sig- ur, at kemur samgongan til ta niðurstøðu, at talan er um ein skattalætta eftir samgonguskjalinum, skal samhaldsfasti eisini hækka. – Samgongan hevur ikki enn staðfest, hvussu verður við skattalættanum og samhaldsfasta næsta ár, sigur løgmaður SKATTALÆTTI ELLA UMLEGGING Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Samgongan fer fyrsta dagin at finna útav, hvat skal henda við samhalds- fasta eftirlønargrunninum næsta ár. Tað sigur Løgmaður, Jó- annes Eidesgaard. Sum nevnt í øðrum greinum, hevur samgongan avtalað at lækka skattin, samstundis sum inngjaldið til samhaldsfasta skal hækka fyri eisini at kunna hækka útgjaldið. Næsta ár lækkar lands- skatturin 60 milliónir, men tað er óvist um samhalds- fasti verður broyttur kortini. Eins og aðrir politikarar úr samgonguni, sigur, løg- maður, at tað er óvist, hvussu tað, sum verður gjørt næsta ár, skal definer- ast sum ein skattlætti ella sum ein umlegging. – Skal talan vera um ein skattalætta, eigur tað at merkja, at skatturin lækkar. Men tað er óvist um tað ber til at tosa um tað í hesum føri, tí samstundis verða øktar byrðar lagdar á kom- munur og skattgjaldaran. Í hesum sambandi vísir hann á, at nú verður barna- verndarøkið lagt undir kommunurnar, samstundis sum barnsburðargrunnurin verður lagdur undir part- arnar á arbeiðsmarknaðin- um. Tað fer at føra til øktar útreiðslur hjá kommun- unum og skattaborgarum. – Tá ið vit hava tosað um skattalætta í hesum føri, hevur mest verðið tosað um at talan er um eitt endur- gjald fyri at hesi øki eru løgd undir kommunurnar og partarnar á arbeiðs- marknaðin. Løgmaður sigur, at so- statt má samgongan fyrst avgreiða um talan er um ein skattalætta eftir samgongu- skjalinum, ella talan er um eina umlegging. Og tað fer samgongan at koma til eina niðurstøðu um fyrsta dagin. Men Løgmaður staðfestir, at ætlanirnar um at bøta um eftirlønina og samhalds- fasta, eru als ikki sleptar, hóast talan kanska verður um at útseta tað fyribils. Tað veldst alt um, antin lækkingin í landsskattinum næsta ár verður defineraður sum ein skattalætti ella sum ein umlegging, sigur løg- maður. Hvørki Kaj Leo Johannesen, Jørgen Niclasen ella Kristian Magnussen kunnu blíva heilt samdir við seg sjálvar um, hvussu barnið skal eita – Enn er ikki avgjørt um samhaldsfasti eftirlønargrunnurin hækkar næsta ár. Tað veldst um, hvussu lækkingin í landsskattinum verður defineraður og tað fer samgongan at finna útav fyrsta dagin, sigur løgmaður Skattalættin skal definerast fyrsta dagin