Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 26. oktober 2005 7 Pensjónistar kunnu missa 1000 krónur um mánaðin Tað er óvist um sam- gongan megnar at halda lyftið um at lækka skattin og at bøta um samhalds- fasta eftirlønargrunn- in. Tí kunnu pensón- istar missa 1000 krónur um mánaðin í eftirløn SAMHALDSFASTI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Pensjónistar kunnu missa næstan 1000 krónur um mánaðin. Tað kann gerast avleið- ingin um samgongan ikki megnar at halda síni lyfti um at útgaldið úr Sam- haldsfasta Eftirlønargrunn- inum skal hækka munandi komandi árini. Tá ið samgongan kom til, setti hon sær stórmál fyri. Eitt av hesum stórmálum vóru at lækka skattin 60 milliónir um árið í øllum valskeiðnum, Eitt annað stórmál var at hækka pen- sjónirnar munandi. Ein partur av hækkingunum í pensjónunum skuldi fáast við at hækka samhalds- fasta, so at inngjaldið úr honum kom at hækkað munandi tey komandi árini. Men tað var eisini ein avgjørd treyt skattalættin og ætlanin um at krevja størri inngjald í Samhalds- fasta fyri at hækka útgald- ið, hingu saman. Verður annað framt, skal hitt fremjast eisini. Verður annað slept, skuldi hitt sleppast eisini. Í ár gekk alt sum ætlað. Skatturin lækkaði og inn- gjaldið til Samhaldsfasta hækkaði og sostatt eisini útgjaldið. Stígur komin í Men nú er vandi fyri, at stígur kemur í. Sum tað sæst á greinum aðrastaðni í blaðnum, er ætlanin at lækka lands- skattin næsta ár. Men stórur ivi er um, antin talan er um ein skattalætta, sum eisini skal føra til, at samhalds- fasti hækkar, ella um talan er um eina umlegging, sum ger at avtalan um at hækka samhaldsfasta næsta ár, eisini fellur burtur. Missa 1000 krónur Sigurd Poulsen, sum er í stýrinum fyri samhalds- fasta, sigur, at útgjaldið næsta ár er ásett at vera 930 krónur um mánaðin. Tað er eftir lógini, sum nú er í gildi við einum inngjaldi uppá 0,75% frá hvørjum parti Hevði inngjaldið í samhaldsfasta hækkað upp í 1% frá hvørjum parti næsta ár, soleiðis sum sam- gongan avtalaði, hevði út- gjaldið verið 1200 krónur um mánaðin næsta ár. Sostatt koma pensjónist- ar longu næsta ár at missa 270 krónur um mánaðin. Men verri verður um hendan støðan heldur sær, uttan at samhaldsfasti hækkar. So verður útgjaldið ver- andi á 930 krónum um mánaðin, umframt onkrar heilt smáar dagføringar. Men verður ætlanin hjá samgonguni fylgd, hevði útgjaldið longu í 2007 komið uppá 1900 krónur um mánaðin. Verður ætlanin hjá sam- gonguni ikki gjøgnumførd, koma pensónistar sostatt at missa næstan 1000 krónur um mánaðin, longu frá 2007. Higartil hava øll goldið 0,5% av lønini og arbeiðs- gevarar hava goldið 0,5% av útgoldnum lønum í sam- haldsfasta. Í ár hækkaði gjaldið upp í 0,75 frá hvørjum parti og tað hevur givið eitt útgjald uppá 910 krónur um mán- aðin. Næsta ár er útgjaldið dagført, so at tað verður 930 krónur um mánaðin. Eftir ætlanini hjá sam- gonguni, skuldi inngjaldið hækkað upp í 1% frá hvørj- um parti í 2006 og tað hevði ført til eitt útgjald uppá 1200 krónurum mánaðin. Men 1. januar 2007, skuldi inngjaldið hækka eitt hálvt prosent afturat, upp í 1,5% frá høvrjum parti og tað hevði givið eitt útgjald uppá 1900 krónur um mánaðin. Men nú er stór óvissa um framtíðina hjá samhalds- fasta og tí er vandi fyri, at útgjaldið ístaðin kemur at standa á 930 krónum um mánaðin, umframt onkrar smávegis dagføringar. Politikarar úr samgong- uni fáa onki sagt um fram- tíðina hjágrunninum, tí teir siga, at teire mugu føra búskaparligan politikk út frá tí veruleika sum er. Klárar samgongan ikki at halda síni lyfti fer tað at fáa stórar avleiðingar fyri allar pensjónistar, tí í ringasta føri kunnu teir koma at missa 1000 krónur um mánaðin í pensjón Spurningurin er um samgongan longu hevur svikið síni lyfti til veljaran á tveimum avgerðandi økjum - ella er tað bara eitt lyfti, sum er brotið SKATTALÆTTIN Àki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hevur samgongan svikið síni lyfti til veljaran á tveimum avgerðandi økj- um- ella er tað bara eitt lyfti, sum er brotið? Tað er spurningurin, sum mong seta sær sjálvum í hesum døgum. Tá ið samgongan kom til í fjør, setti hon sær stórmál fyri. Eitt av hesum stór- málum var at lækka skattin 60 milliónir um árið í øllum valskeiðnum, ella tilsamans 240 milliónir. Eitt annað stórmál var at hækka pensj- ónirnar munandi. Ein partur av hækkingu- num í pensjónunum skuldi fáast við at hækka sam- haldsfasta, so at inngjaldið úr honum kom at hækkað munandi tey komandu ár- ini. Men tað var eisini ein av- gjørd treyt í samgongu- skjalinum, at lovaði skatta- lættin og ætlanin um at krevja størri inngjald í Samhaldsfasta fyri at hækka útgaldið, hingu sam- an. Verður annað framt, skal hitt fremjast eisini. Verður annað slept, skuldi hitt sleppast eisini. Í ár gekk alt eftir ætlan: Skattalættin varð latin, akkurát sum lovað og sam- stundis hækkaði inngjaldið til samhaldsfasta eftirløn- argrunninum akkurát sum lovað. Bæði løntakarar og arbeiðsgevarar hava betalt 0,5% í part inn í Samhalds- fasta, men 1. januar í ár, hækkaði gjaldið hjá hvørj- um parti upp í 0,75% og tað gjørdi eisini, at út- gjaldið til pensjónistarnar hækkaði. Men nú tykist longu sum um at stígur er komin í!!! Í fíggjarlógini fyri næsta ár er greitt, at skatturin lækk- ar eisini 60 milliónir kom- andi ár. Men enn er púra óvist um inngjaldið til Sam- haldsfasta Eftirlønargrunn- in eisini hækkar komandi ár og sostatt eisini pensjón- irnar. Orsøkin er, at samgong- an veit ikki rættiliga, hvussu teir skulu kalla hendan vælsignaða skatta- lættan. Spurningur er, um skatta- lættin komandi ár er tann sami skattalættin, sum varð avtalaður í samgongu- skjalinum, ella um talan er um eitt endurgjald afturfyri at kommunurnar yvirtaka barnavernarøkið, so at fleiri av teimum verða noyddar at hækka kommunuskattin. Samstundis verður barnsburðargrunnurin verður lagdur undir partar- nar á arbeiðsmarknaðinum og tað fer at føra til, at av- gjaldið til grunnin hækkar. Er talan um ein skatta- lætta eftir samgonguskjal- inum, skal inngjaldið í og útgjaldið úr Samhaldsfasta eisini hækka. Er talan um endurgjald til skattgjaldaran, er skatta- lættin, sum er avtalaður í samgonguskjalinum slept- ur og sostatt er samgongan heldur ikki bundin av av- taluni um samhaldsfasta. Tey, sum eru við at verða í ørviti av øllum hesum, kunnu ugga seg við, at pol- itikararnir í samgonguni eru minst líka trillrundir, tí teir vita heldur ikki, hvussu skattalættin skal eita. Tá í samgongan varð skipað, varð avtalað, at skattalættin skuldi í mesta lagi vera 60 milliónir um árið. Í ár var skattalættin 60 milliónir, akkurát sum av- talað í samgonguskjalinum Men hóast talan kanska ikki er um ein skattalætta komandi ár, er eisini talan um at lækka landsskattin 60 milliónir næsta ár. Men tað er av tilvild, siga politikarar. Stígur komin í stórar ætlanir