mikudagur 26. oktober 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 204 - 26. oktober 2005
Roynir at keypa
veljararnar
Formaðurin í politisku
andstøðuni í Italia, Ro-
mano Prodi, vil vera við,
at Silvio Berlusconi, for-
sætisráðharri, ætlar sær
at keypa sær sigurin á
tjóðartingsvalinum, sum
verður í apríl næsta ár.
Í samrøðu við bretska
blaðið The Guardian
sigur Prodi, at forsætis-
ráðharrin ætlar at brúka
meiri enn hálva aðru
milliard krónur til val-
stríðið umframt stuðulin,
sum stjórnarflokkarnir
fáa frá tí almenna. Prodi
vil vera við, at Berlus-
coni ætlar sær at brúka
serliga nógvar pengar í
teimum
valdømunum,
har tað stendur á jøvnum
ímillum stjórnina og and-
støðuna.
Romano Prodi, sum
hevur verið italskur for-
sætisráðharri fyrr, fær
væl størri undirtøku enn
Berlusconi
í
teimum
seinastu meiningakann-
ingunum. Valstríðið hev-
ur verið rættiliga hvast. Í
samrøðuni við The Guar-
dian sigur Prodi, at tey
einastu uppskotini, sum
høgrameirilutin í tjóðar-
tinginum hevur samtykt,
hava havt til endamáls at
lívga forsætisráðharran
og vinir hansara.
Póland fór
til høgru
Sunnudagin vann Lech
Kaczynski polska for-
setavalið, og úrslitið var
ein staðfesting av, at
polskur politikkur av
álvara er snaraður til
høgru. Tey bæði valevn-
ini, sum dystaðust í
seinna
valumfarinum,
vóru úr tveimum høgra-
flokkum, og júst hesir
báðir flokkarnir sam-
ráðast nú um at skipa
stjórn.
Tað eru tvíburðarnir
Lech og Jaroslaw Kac-
zynski, sum toga í teir
politisku
træðirnar
í
Pólandi. Jaroslow er for-
maður í landsins størsta
flokki, men hann tók ikki
av tilboðnum um at ger-
ast forsætisráðharri, tí
tað kundi órógva møgu-
leikarnar hjá bróðurinum
á forsetavalinum. Kortini
er tað hann, sum verður
tann sterki maðurin aftan
fyri ta komandi stjórnina,
og sostatt fáa teir báðir
tvíburðarnir stóra ávirk-
an á polskan politikk tey
næstu árini.
Í nógvum londum hev-
ur forsetaembætið lítlan
og
ongan
politiskan
týdning, men í Pólandi er
øðrvísi. Har er forsetin
ovasti fyri herinum, hann
hevur stóra ávirkan á
uttanríkispolitikkin, og
hann kann sýta fyri at
góðtaka lógir, sum tjóð-
artingið samtykkir.
Nýggj bók um
gloymdar hetjur
Tá týskararnir hersettu
Noreg í apríl í 1940,
fingu teir serliga harða
mótstøðu
í
Norður-
noregi, og bardagin um
býin Narvik hevur ser-
støðu í norskari søgu.
Tað vóru nú ikki bara
norðmenn, sum bardust
við týskararnar har, men
eisini hermenn, sum teir
sameindu settu á land.
Soleiðis eitur tað í søg-
uni, men í veruleikanum
vóru tað ikki teir sam-
eindu, sum settu her-
menninar í land, men
heldur smá norsk fiski-
og flutningsskip. Í einari
nýggjari
bók
skrivar
høvundurein Ivar Enok-
sen, at ikki færri enn 203
norsk før vóru við til at
flyta teir meiri enn
24.000 hermenninar í
land í Norðurnoregi. Tað
vísti seg, at tey stóru her-
skipini hjá teimum sam-
eindu vóru ov stór til at
fara inn á firðirnar, og tí
máttu hermenninir flytast
í land í smáum førum.
Ivar Enoksen sigur, at
alt ov lítið er gjørt burtur
úr
bragdinum,
sum
manningarnar á teimum
smáu norsku førunum
útintu, og tí hevur hann
valt at kalla bók sína
"Túsund
gloymdir
menn".
Dýr hús
Tað er ikki bara í Havn,
at húsaprísurin setir met,
tí í Danmark vísa hagtøl,
at har hevur húsa- og
íbúðarprísurin ikki verið
so høgur tey seinastu
tíggju árini sum nú.
Tað er serliga í teimum
stóru býunum, at prísurin
er hækkaður nógv. Í År-
hus, Keypmannahavn og
Frederiksberg er prísurin
á eigaraíbúðnum hækk-
aður 34 prosent tað sein-
asta árið, og meðalhækk-
ingin fyri alt landið er
næstan 25 prosent, skriv-
ar Politiken. Í 2003 kost-
aði ein eigaraíbúð í
Keypmannahavn
einar
18.000 krónur fermet-
urin, men í dag kostar
hon 28.000 krónur fyri
hvønn fermetur.
Men prísurin er sera
ymiskur kring landið. Í
summum býum í Norð-
urjútlandi kosta íbúðirnar
bara umleið ein fjórðing
av tí, tær kosta í høvuðs-
staðnum.
Amerikanska borg-
ararættindastríðskvin
nan Rosa Parks er
deyð, 92 ára gomul
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tann 42 ára gamla Rosa
Parks gjørdist kend, tá hon
ein dagin í desember í 1955
sýtti fyri at reisa seg, so ein
hvítur maður kundi fáa
hennara pláss í einum bussi
í
býnum
Montgomery.
Bussurin vart fullur, so tann
hvíti James Blake noyddist
at standa, men tað hóvaði
honum ikki, so hann bað
Rosa Parks og tvær aðrar
svartar kvinnur reisa seg,
so hann kundi fáa pláss
teirra. Tað hevði hann rætt
til sambært reglunum, og
tvær av kvinnunum reist-
ust. Men Rosa Parks varð
sitandi. James Blake sendi
boð eftir løgregluni, og tá
løgreglan vildi hava at vita,
hví Rosa Parks ikki hevði
gjørt eftir reglunum, svar-
aði hon:
– Eg helt ikki, at eg átti at
reisa meg. Eg hevði goldið
ferðaseðil eins og øll hini.
Tað svarið góðtók løg-
reglan ikki. Rosa Parks
varð tikin, og fýra dagar
seinni fekk hon 14 dollarar
í bót. Sama dag, sum bótin
varð kunngjørd, fóru onnur
svørt at seta seg upp ímóti
regluni um plássini í buss-
unum. Oddamaðuir teirra
æt Martin Luther King.
Í 1996 varð Rosa Parks
heiðrað við fremsta sivila
heiðursmerkinum, the Pre-
sidential Medal of Free-
dom, og trý ár seinni fekk
hon ein tilsvarandi heiður
frá Kongressini. Í sambandi
við handanina lýstið Senat-
ið hana sum "eina livandi
ímynd av frælsi í USA".
UTTAN ÚR HEIMI
Myndugleikarnir í Indo-
nesia kunngjørdu í gjár, at
ein maður har er deyður av
fuglakrími. Sagt varð at
maðurin doyði í síðsta
mánað, men tað er ógreitt,
hví tíðindini ikki koma fyrr
enn nú. So seint sum fyri
nøkrum
døgum
síðani
funnust fleiri at Indonesia
og løgdu myndugleikarnar
undir at hava dult fleiri
tilburðir av teirri herviligu
sjúkuni.
Í gjár frættist úr Kina, at
har eru 55 gæs deyðar av
fuglakrími, og at myndug-
leikarnir høvdu givið boð
um at avlíva 45.000 aðrar.
Fyri einari viku síðani
doyðu 2600 fuglar á einum
garði í Mongolia, og har
vórðu 91.000 aðrir avlív-
aðir.
Løgregluovastin í
Tromsø heldur, at
onkur í Oslo forðaði
sjóverjuni at taka
russiska trolaran
"Elektron", sum
rýmdi undan sjó-
verjuskipunum við
tveimum norskum
eftirlitsamonnum
NOREG
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fimm norsk sjóverjuskip
fylgdu russiska trolaranum,
til hann kom inn um russ-
iska markið. Men norsku
sjóverjuskipini gjørdu onga
roynd at steðga "Elektron",
og tað undrar løgreglu-
ovastan í Tromsø.
– Slapp sjóverjan at taka
russiska trolaran, kundi
hon gjørt tað, og so hevði
skipið komið í norska havn,
sigur Truls Fyhn, løgreglu-
ovasti við Aftenposten,
men hann vil ikki gera við-
merkingar til, hvør bað sjó-
verjuna lata russiska trol-
aran sleppa. Hann leggur tó
ikki fingrarnar ímillum:
– Eg eri vísur í, at
sjóverjan fekk ábendingar
um, at teir politisku mynd-
ugleikarnir í Oslo vóru
uppi í málinum, og at teir
høvdu sína egnu orsøk til at
gera tað, sigur Truls Fyhn.
Aftenposten skrivar, at ein
orsøk kann vera, at norð-
menn og russar skjótt skulu
samráðast um fiskiveiði-
rættindi, og ein onnur kann
vera áhugin hjá norskum
feløgum at fáa lut í russiska
oljuævintýrinum har eyst-
uri í Barentshavinum.
Fleiri tilburðir av fuglakrími
Norska sjóverjan slapp ikki
at taka trolaran "Elektron"
Hon vildi ikki reisa seg
Rosa Parks
Mynd: Reuters