mikudagur 26. oktober 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 - 26. oktober 2005
9
Leygardagin, 29.
oktober, verður stórt
tiltak á Eiði við seyða-
sýning, fjallmanna-
veitslu og almennum
dansi
HEYST-TILTAK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Olaf í Garði, sum er roynd-
ur røktingarmaður og ein
av stigtakarunum til seyða-
sýningina, sigur, at hesin
dagur, sum røktingarmenn-
inir á Eiði saman við øðr-
um skipa fyri, er ein sannur
hátíðardagur á Eiði.
– Dagurin byrjar klokkan
10 Uppi á Grind, har
brundsseyðir verða mátaðir
og sýnaðir av óvildugum
sýnsmonnum. Í døgurða-
tímanum verður steðgur, og
síðan verður sýningin tikin
uppaftur eftir døgurða.
Sýning og filmur
Sjálv seyðasýningin fer
fram í bygninginum hjá
Hans Egil og synum Uppi á
Grind, samstundis sum
kaffi, saft, køkur, pannu-
køkur og annað verður at
fáa á Brandstøðini, sum
eisini er Uppi á Grind.
Tað eru konurnar hjá
røktingarmonnunum, sum
taka sær av hugnanum við
leskandi og etandi til tey –
væntandi mongu – sum
koma niðan á Grind hendan
dagin.
Olaf sigur, at á Brand-
støðini verða eisini filmir
vístir á stórskýggja, sum
Kjartan Stakssund hevur
tikið upp, og hetta eru ser-
liga filmar um fjallgongu,
seyðabýti og annað.
– Kjartan hevur tikið ein
hóp av filmum, sum eru
rættiliga áhugaverdir, og
sum fólki plagar at dáma
væl at hyggja at. Fleiri av
teimum gomlu, sum eru við
á hesum filmum, liggja
undir grønu í dag.
Síðan 1994
Olaf sigur, at skipað hevur
verið
fyri
regluligum
seyðasýningum á Eiði síð-
an 1994, og hetta er eitt til-
tak, sum er triðja hvørt ár.
Seyðasýning hevur verið
á Eiði fyri ta tíð, men hetta
tiltak var dottið niðurfyri, tá
ið menn tóku stig til at reisa
tað á føtur aftur, og síðan
hava sýningarnar aftur ver-
ið regluligar – triðja hvørt
ár.
– Í fjør høvdu vit eisini
seyðasýning, men tá var
eingin fjallmannaveitsla og
eingin almennur dansur í
hesum sambandi, leggur
hann aftrat.
Hesaferð verður so bæði
seyðasýning, fjallmanna-
veitsla og almennur dansur,
sum verður í EB-húsinum.
Góður brundsseyður
– Endamálið við seyðasýn-
ingunum, har einir 50
brundar úr ymiskum haga-
pørtum og hjá monnum,
sum hava heimaseyð, verða
sýnaðir, er at fáa góðan og
vakran brundsseyð, sum vit
halda hevur stóran týdning
fyri seyðahaldið.
Í aðrar mátar, sigur Olaf,
at tiltakið á Eiði er av sosi-
alum týdningi, og somu-
leiðis skapar tað eina ávísa
kapping um vakrastu seyð-
irnar.
Virðislønir verða nevni-
liga latnar fyri bestu og
vakrastu brundarnar, og tað
er P/F Inni, sum letur steyp-
ini í hesum sambandi.
Olaf sigur, at eingi krøv
eru um aldurin á brunds-
seyðinum, og tí kann talan
bæði vera um yngri og eldri
brundsseyð.
Veitsla og dansur
Klokkan 20 hetta kvøldið
verður fjallmannaveitsla á
Eiði, og tá sessast fjallmenn
at eta ræst kjøt og súpan,
men her verður eingin
sterkur drykkur á borðin-
um, bert veikt øl.
– Vit vilja, at allir skulu
kunna verða við og kenna
seg væl, sigur Olaf.
Gamalt er at bjóða einum
gestarøðara við til fjall-
mannaveitsluna, og í ár er
tað Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í landbúnaðar-
málum, sum hevur fingið
heiðurin at siga nøkur orð
fyri fjallmonnunum.
Seinni um kvøldið verður
boðið til almennan dans á
Eiði,
har
Jákup
M.
Anthoniussen
og
Heri
Ziska Dahl spæla til dans.
– Vit vænta nógv fólk til
dansin, sigur Olaf í Garði.
Sýnsmenninir í ár verða
Poul Samuelsen, Haldórs-
vík, Dávur Emiel Hansen,
Tjørnuvík, Eddi Joensen,
Kollafjørður, Hans Martin
Andreassen, Kvívík og
Tummas Marni Joensen,
Kvívík.
Seyðasýning og fjallmannaveitsla
NemKonto til
danskar
bankaflytingar
Frá november
2005 fara øll út-
gjøld frá almenn-
um stovnum í
Danmark so sum
SU, pensiónir,
barnapeningur og
avlopsskattur bert
at ver_a útgoldin á
konti, sum eru
skrásettar sum
»NemKonto«
PENGAMÁL
Sambært »Lov om offent-
lige
betalinger
m.v.«,
dagfest 27. dec. 2003,
skulu øll - sum móttaka
gjøld frá almennum stovni
í Danmark - vísa á eina
konto í peningastovni,
hagar almennu myndug-
leikarnir kunnu flyta pen-
ingin, og fær hendan
konto
heitið
»Nem-
Konto«.
»Lov om offentlige be-
talinger m.v.« er ikki gald-
andi í Føroyum, men hon
hevur tó ávirkan á føroy-
ingar. Føroyingar, sum fáa
pensión, SU ella onnur
gjøld frá almennum stovni
í Danmark, skulu eisini
hava eina konto skrásetta
sum NemKonto, fyri at
fáa uppæddina flutta á
konto.
Hvat er ein NemKonto?
Ein NemKonto er ein heilt
vanlig bankakonto, sum
kundin væntandi hevur
frammanundan, til dømis
ein vanlig lønarkonto í
Føroya Banka. Kundin
skal bert gera av, hvør
konto hann ynskir skal
skrásetast
sum
NemKonto.
Hvør persónur kann
bert hava eina NemKonto,
og fara øll gjøld frá
donskum
almennum
stovnum til hesa konto.
Hvussu
verður
NemKonto skrásett?
Um ein persónur hevur
fingið pening frá almenn-
an stovni í Danmark fyrr,
er tað hartil nýtta konto-
nummar væntandi longu
skrásett at vera Nem-
Konto. Um so er, hevur
kundin
trúliga
fingið
fráboðan um hetta.
Um kundar ikki hava
konto skrásetta, kunnu teir
venda sær til sín kunda-
ráðgeva í Føroya Banka,
og upplýsa hvør konto
skal skrásetast sum Nem-
Konto.
Møguleiki er eisini fyri
at skráseta eina Nem-
Konto
sjálvur
á
www.nemkonto.dk men
hetta krevur eina talgilda
undirskrift.
Føroya Banki kunnar
um hetta á heimasíðunum
www.foroyabanki.fo og
www.kontoin.fo. Meira
fæst eisini at vita á
www.nemkonto.dk.
EVNISDAGUR
Tilhaldið í Havn
Sameindu Tjóðir lýstu árið
1999 at vera ár teirra gomlu.
Í hesum sambandi var eisini
her á landi gjørt rættiliga
nógv burtur úr hesum
tiltaki. Endamálið var at
skapa
betri
fatan
í
samfelagnum fyri teimum
avbjóðingum,
sum
tann
vaksandi bólkurin av fólki,
ið farin er um pensjónsald-
urin, setur bæði til samfel-
agið og til tey sjálv.
Somuleiðis samtykti sosi-
ala nevnd hjá kommununi í
1996 at seta ein arbeiðsbólk,
hvørs arbeiðssetningur var
at koma við uppskoti um,
hvønn
eldrapolitikk
kommunan eigur at føra. Og
í samband við »Altjóða
eldraárið« 1999, kom so
»Eldraálitið« hjá Tórshavnar
kommunu.
Í oktober 2000 setti lands-
stýrismaðurin í almanna-
málum ein arbeiðsbólk at
gera eina lýsing og meting
av eldraøkinum. Í 2002 kom
úrslitið av arbeiðinum. Álit
um eldraøkið.
Politiski málsetningurin í
álitunum er við grundar-
lagnum í meginreglunum
hjá ST. Høvuðsboðskapurin
hjá ST er, at øll lond eiga at
stremba eftir einum sam-
felagi fyri allar aldursbólkar.
ST
áleggur
heimsins
stjórnum at taka niðanfyri
standandi meginreglur til
eftirtektar og gera tær til
lógarfestan part av al-
mannapolitikkinum skjótast
til ber. Rættur teirra gomlu
er
í
høvuðsheitum:
Sjálvbjargni, luttøka, um-
sorgan, menning og sjálvs-
virði.
Hesi seinnu árini er talið á
fólkum yvir 65 ár vaksið í
stórum, og livitíðin gerst
longri og longri. Stundum
hoyra vit henda aldursbólk
umtalaðan sum eitt vanda-
mál í samfelagnum. Hetta
man helst koma av, at út-
reiðslurnar til eldraøkið eru
skjótt vaksandi, tað veri seg
til
pensjónir,
ellis-
og
røktarheim, sjúkrahúsvið-
gerð, heimahjálp o.s. fr.
Henda myndin gongur aftur
í øllum tí framkomna Vest-
urheiminum.
Tað er væl skiljandi, at
tess fleiri røktarkrevjandi
fólk, ið verða, tess størri
gerast útreiðslurnar fyri
samfelagið
bæði
til
røktarheimspláss
og
til
rakstur av heilsuverkinum.
Orsøkirnar til, at fólk gerast
óhjálpin kunnu vera so
mangar. Ein av teimum eru
tær sjúkurnar, sum standast
av vælferðarliviháttinum.
Tilhaldið í Havn er eitt av
teimum støðunum, har roynt
verður at gera teimum
gomlu ein møguleika fyri at
fáa eitt ríkari innihald í ger-
andisdagin, eftir at tey eru
farin út av arbeiðsmarkn-
aðinum.
Grundstøðið
í
arbeiðinum í Tilhaldinum
eru meginreglarnar hjá ST.
Við meginreglunum hjá ST í
huga fór Tilhaldið undir
átakið »Ábyrgd fyri egnari
heilsu 2004«
Vit heittu á átta fólk, sum
í sínum starvi hava serligar
førleikar fyri at lýsa hetta
evnið hvør úr sínum sjónar-
horni. Á henda hátt vóna vit
at hava sett eitt orðaskifti í
gongd, sum kann vera við til
at motivera gomul eins væl
og yngri til at umhugsa sín
lívshátt og gera sítt til at fáa
ein
so
heilsugóðan
aldurdóm sum gjørligt.
Nevndin í Tilhaldinum er
á einum máli um, at henda
vitanin ikki bert skal koma
okkum havnaborgarum til-
góðar. Tí skipar Tilhaldið í
Tórsgøtu fyri einum al-
mennum evnisdegi »Ábyrgd
fyri egnari heilsu« í Útvarp-
shøllini leygardagin 29. okt.
2005 kl. 10.30 - 16.30. Sjá
skránna
í
leygardagsbløðunum.
Øll eru hjartaliga væl-
komin, sigur Tilhaldið í
tíðindaskrivi.
Almennur evnisdagur um heilsugóðan aldurdóm