Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 204 - 26. oktober 2005 Í seinastuni hevur verið tosað nógv um globalisering, har serliga hevur verið fokuserað uppá vinnu og handil. At heimurin gerst minni dag fyri dag er ein sannroynd, ið vit mugu laga okkum eftir. Henda tillaging má ikki bara henda í vinnuni, men so sanniligani eisini innan tað al- menna, og útbúgvingarpolitikkur má tillagast veruleikan, sum hann sær út í Føroyum anno 2005. Tað er í fínasta lagi, at vinnulív brynjar seg til møguleik- arnar og vansarnar, ið globaliseringin hevur við sær, men tað nyttar ikki nógv, um vit halda fram við at hava eina skipan, ið favoriserar danskar útbúgvingar og danskar um- sitingarmannagongdir. Hetta merkir, at vit skulu góðtaka gradir á líka fót við danskar, tá størv skulu setast í m.a. umsitingini. Man hevur fyrr sæð, at normerað lesnaðartíð hevur havt ávirkan á hvørja løn, ein nýansettur fulltrúi hjá landinum fær. Hetta er burtur úr vón og viti, tí ein Bachelor ella Masters grad frá einum universiteti úr Fraklandi, Týsklandi, USA, Stóra- bretlandi ella, fyri tað, Singapore stendur einki aftanfyri eina danska grad, og merkir ein styttri normerað tíð í flestu førum, at hesi fólk bert hava havt eina strammari lesiplan, enn í Danmark. Um so er, at onkur "kiksari" er við onkrari grad, ið ikki er nýtilig í Føroyum, so verða starvsfólk ivaleyst leypandi vigað í okkara umsiting, at slíkt skjótt verður uppdagað, og so kann man rætta mistakið. Ikki tí, at tað er nakað galið við donskum útbúgvingum sum so, útyvir at donsk lesandi statistiskt sæð brúka longri tíð um útbugvingarnar enn í grannalondunum og eru mill- um tey elstu í heiminum, tá ið tey eru liðug. Danskar út- búgvingar standa helst einki aftanfyri so nógvar aðrar, men um Føroya land skal kunna beganga seg í heiminum í víðastu merking, so er neyðugt við fólki, ið hevur fjøl- broytta bakgrund. Tað má ikki verða so, at øll hava somu gradir úr somu londum. Arbeiðið, sum altjóða skrivstovan undir Mentamálaráðnum ger, er tí sera virðismikið. Tað fer av søguligum orsøkum helst at verða so nógv ár framyvir, at flestu føroyingar taka víðari útbúgvingar í Danmark. Hetta er økonomiskt skila- gott og liggur væl fyri málsliga, men arbeiðið, sum m.a. verður gjørt undir Mentamálaráðnum at fáa føroyingar út í heimin at lesa, kann koma at merkja nógv fyri okkum í framtíðini. Tað er umráðandi, at vit uppá sikt koma at hava fólk við gradum úr fleiri londum í hvørjum einasta armi av okkara almenna apparati. Hetta vil stimbra fakligt kjak og vil forða fyri einstáttaðari tulking av gongdini og meira týdningarmikið vil hetta forða fyri ókritiskari lógar- og kunngerðarkopiering, sum vit tíverri síggja ov nógv av í hesum døgum. Vit eiga at minnast til, at ein útbúgving úr einum ávísum landi ikki bert umfatar tað reint tekinska, men eisini mátan at hugsa uppá og umsita uppá. Fyrsta stig í hesum er, at man beinir alt burtur, sum bein- leiðis forðar fyri javnsetan millum gradir úr ymiskum lond- um, so at t.d. ein Masters grad frá Cambridge ella Oxford verður javnsett við eina Masters úr Keypmannahavn ella Roskilde. Eingin verður verri fyri av javnsetan, og tað er umráðandi at tyssið av ungdómi, ið skal taka við í hesum landinum, uppá sikt verður so fjølbroytt sum gjørligt. DAGSINS MEINING Sosialurin Globalisering og útbúgving VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Akstovan Heri Mohr Í bløðunum í seinastu viku svaraði Jákup Jacobsen, stjóri, upp á nakrar spurn- ingar, sum eg hevði sett í einum lesarabrævi um tað nýggja navnið Akstovan, sum Bileftirlit Føroya hevði fingið. Fyrst fari eg at takka stjóranum fyri skjótt og ruddiligt svar. Serliga feg- in eri eg um aftursvar tyg- ara, tí hetta er fyrstu ferð, eg fái svar upp á tað nógva, eg havi skrivað samfelagn- um viðvíkjandi. Tygara greiða svar gevur mær orsøk til nakrar sveim- andi viðmerkingar. Fyrst er at siga, at nøvn- ini á nøkrum "stovum", sum tygum nevna, eru ikki heilt røtt: Hagstovan eitur Hag- stova Føroya, tollstovan eitur Toll-og Skattstova Føroya, gjaldstovan eitur Føroya Gjaldstova, meðan Búnaðarstovan er ikki at finna í telefonbókini. Eins og orðið ílat kann sigast at vera eitt hugtak, ber eisini til at siga, at orðið akfar er eitt hugtak. Orðið ak einsamalt merkir tó eitt, ið darlar aftaná. Úti í rúmdini ferðast nøkur før um jarðarknøttin: Rúmdarstøð, rúmdarfør og fylgisveinar; hesi før hvørki koyra, aka, sigla ella flúgva. Tey ferðast. Í luftini eru flogfør; með- an tey eru í luftini flúgva tey, men á jørðini koyra tey; tey aka ikki. Á landi eru nógv ymisk akfør. Vit tosa um tey mek- anisku og tey ikki mekan- isku; og vit tosa um tey, sum koyra og tey, sum aka. Tey, sum koyra, hava øll hjól: Bilar, bussar, súklur v.m.; og tey, sum aka, hava vanliga skinnarar til at aka, skreiða á: Sletur, sparkarar. skoytur v.m. Á sjónum eru eisini før: Skip, bátar v.m.. Øll hesi før sigla. Aftur til akførini á landi. Akstovan (bileftirlitið) um- situr: Sýn og skráseting (nummarplátur) av akfør- um, eftirlit, koyrikort og vektgjald, (havi eg gloymt nakað, er tað ikki við vilja). Øll hesi øki hava sam- band við akfør, ið koyra; eingi av teimum aka, - uttan í speirekandi týdningi. Niðurstøðan má tí verða, at um tað gamla, roynda navnið, Bileftirlit Føroya, neyðturviliga skal broytast, so hevði Føroya Koyri- stova verið eitt navn, sum øll høvdu skilt. Á koyristovuni er nógv virksemi, og viðberingin er ovurhonds stór: Øll, ið hava koyrikort ella annað koyri- loyvi, øll, ið gjalda vekt- gjald fyri akfør, ið koyra á vegunum, koyrióhøpp í ferðsluni, koyriskúlar, koyrilærarar, koyriroyndir o.s.fr. Lítið sigandi navnið Ak- stovan - úttalast akkstovan - er, bílætliga sagt, mest sum ein málslig torso. Umhugsið tað nýggja stovnsnavnið av nýggjum, meðan tíð er. John William Joensen Norðoya Sambandsfelag Norðoya Sambandsfelag mótmælir at samgongulim- ur slapp at halda samgong- uni gísla og harvið bein- leiðis stuðla avbyrgingini av norðoyggjum undir verkfallinum. Tað má vera minstakarv til samgongulimir at teir vísa ábyrgd yvir fyri øllum landinum og harvið røkja sína skyldu sum stjørnar limur hjá føroysku tjóðini. Støðan seinastu vikuna var hættislig, serliga um leir- víksfjørð, og tí var tað ein stór skomm at javnaðar- maður valdi at taka lokal áhugamál hjá sínum veljar- um í høvusstaðnum fram um tørvin hjá norðoying- um, suðuroyingum, sand- oyingum og útoyggjunum. Hetta kann avgjørt ikki loyvast og fer Norðoya Sambandsfelag at heita á Javnaðarflokkin um at seta viðkomandi tingmann utt- anfyri alla ávirkan á politkk- in hjá samgonguni um hesin ikki velur at broyta kós. Ágangurin á útjaðaran er stórur eisini í hesum døg- um og tí kann støðan, sum førdi til at stjørn landsins var handlings lammað, meðan landið var í kreppu, ikki endurtaka seg. Um Javnaðarflokkurin ikki megnar at rudda upp í egnum húsið verður tað eitt álvarsligt bakkast fyri álitið hjá Føroya fólki á at hendan samgonga hevur rygg til at finna loysnir tá á stendur. Góðtaka ikki framferðarhátt hjá samgongulimi