Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 26. oktober 2005 11 VIÐMERKINGAR Visión 2015 fyri mentan og list Oddfríður Marni Rasmussen, nevndarlimur í Listafólka- sambandi Føroya Visión við ongum peningi Um tíggju ár skal visión 2015 ætlanin hjá landsstýr- inum standa sína roynd. Nærum øll hava verið al- ment frammi um, hvussu ætlanin skal leggjast fyri teirra øki. Listaøkið hevur ikki verið hægsti veðrættur hjá hesum landsstýri, held- ur ikki undanfarnu lands- stýri hava raðfest hetta øk- ið, tó so hevur okkurt hirs verið til okkara fyrimunar. Tá ið tann breiða visións- fulla samgongan tók við, varð tað fyrsta, sum teir fingu á skafti at skarva 300.000 krónur av flagg- skipinum, Mentanargrunni Landsins. Vónandi er ætlan teirra ikki at søkkja flagg- skipið 300.000 krónur um árið, fram til 2015, tí at so verður ikki nógv eftir. Í fíggjarætlanini fyri 2006 stendur, at Mentanargrunn- ur Landsins hevur somu 4,5 milliónir at arbeiða við sum í fjør, men andstøðan metir eina munandi hækking koma væl við. Tað vísir seg nærum so- leiðis, at politikarar eru á einum máli um at lova og ikki altíð halda tað, sum teir lova. Um hetta skilið heldur fram, verður visión 2015 útsett til óavmarkaða tíð. Politikararnir sjálvir megna ikki at standa fyri slíkari visión, tí at tann eginleikan hava alt ov fáir, og tí er ógjørligt at fáa semju um hetta økið, sum er grund- steinurin undir samleika føroyinga. Um fólk, sum arbeiða við list og mentan ikki verða tikin við at seta visiónina út í kortið, er onki vunnið. Ein visión varð sett út í kortið, tá ið mentanar- álitið við visiónsríka heitin- um "Mentan og menning" í 2002 varð latið táverandi landsstýrismanninum í mentamálum. Onki muna- gott er hent á økinum enn. Tó skal sigast, at Tjóðpallur Føroya er stovnaður, men hann hevur lítlan og ongan pening at arbeiða við. Eftir álitinum átti játtanin til mentan og list at verið kom- in upp á 9,887 milliónir krónur. At seta eina slíka visión út í kortið, er ikki heilt ódýrt hjá tí almenna. Skal føroysk list bara vera til heimliga umhvørvið at sovna á, so eru vit væl á veg at seyma heimsins fjálgastu madrassu. Vit eru ikki okkurt prunk, sum polit- ikarar taka fram at hálova, tá ið onkur høgtstandandi embætisbróðir kemur á vitjan, og tá ið teir hava sæð, at vit eiga eitt jakka- sett ella føroyska búnan, verða vit beindir burtur til eina aðru ferð. Fyrst eiga nøktandi karmar at verða bygdir til listafólk at starv- ast innan. Listaumhvørvin- um í Føroyum vantar støð, har eitt gevandi og menn- andi virksemi fer fram. Finnast má fram til, hvør ið hevur ábyrgdina av hesum øki. Skulu kommunurnar skapa karmarnar, ella skal landið? Óansæð, hvør skapar kærkomnu karmar- nar til listafólk, so skulu teir til, um hesi skulu kunna trívast og mennast. Visión við ongum listarligum kørmum 1. Verður hugt at kørmunum, sum føroysk listafólk hava, so kann skjótt staðfestast, at fáir karmar eru nøktandi. Listamálarar mugu leiga skýmaskot ymsastaðni í landinum. Teir eiga at hava verkstovur, sum liggja í einum bygningi, og sum teir kunnu leiga fyri ein sámi- ligan pening. Hesin bygn- ingur skal eisini hava høli til framsýningar. Eitt gott hús til teirra hevði verið, um Tórshavnar kommuna ogn- aði sær ein bygning at gera um til verkstovur og fram- sýningarhøli. Elverkið við Gundadalsvegin hevði verið eitt framúrskarandi um- hvørvi at skapa í, og hevði loyst trupulleikan í høvuðs- staðnum. Hetta kann eisini verða brúkt tvørlistarligt. 2. Tónleikurin, sum helst er frægast fyri, eigur at fáa betri sømdir. Høli at venja í mugu til, fyri at bólkarnir kunnu mennast til heims- marknaðin. Nøktandi støð at spæla í eiga at vera í høv- uðsstaðarøkinum. Vit kunnu ikki liva longur við skommini, at vit eru einasti høvuðsstaður í heiminum, sum ikki hevur eitt vanligt stað at spæla í til tónleikar- arnar. Eg havi frætt, at í Tórshavn er okkurt um at henda á hesum økinum. Musikskúlin átti at tikið ímóti fýra ferðirnar so nógvum næmingum. Skulu lærararnir, ið undirvísa á Musikskúlanum mennast, skulu teir undirvísa hálva tíð og verða yrkistónleikar- ar hálva tíð. Sum er, svarar tað til, at allir fótbóltsleik- arar í Føroyum gjørdust venjarar ella dómarar, tí at teir ikki sluppu at menna seg sum fótbóltsleikarar, og tað hevði neyvan gingið. 3. Eitt tjóðleikhús má byggj- ast, sum eisini kann brúkast til konsertir og annað. Upp- hæddin til Tjóðpall Føroya má verða tíggju ferðirnar so høg sum nú, skal tað virka best hóskandi. Sjónleikur er tann listin, sum hevur partar av øllum listaøkjum í sær, og tí eiga bæði pall- smiðir, ljóðfólk, ljósfólk, tónleikarar, rithøvundar, dansarar, klædnasniðgevar- ar og onnur í avmarkaða tíð at vera tengd at einum komandi tjóðleikhúsi. 4. Ein listaskúli má setast á stovn, har fakliga støðið er í hásæti, og har útlendsk listafólk eisini kunnu fáa íblástur. Uppskotið um listaskúla sum liggur frammi, kann ikki brúkast. Tað leggur upp til enn ein háskúla, og honum er ikki brúk fyri, tá ið vit hava ein. Vit hava brúk fyri einum listaskúla, sum kann virka sum ein lopfjøl til hægri lærustovnar innan list í øðrum londum. 5. Stuðlast má upp undir, at bókmentir á føroyskum máli verða týddar til onnur mál, og at vit fáa bókmentir týddar úr øðrum málum til føroyskt. Bókmentaráðgev- arar skulu til, um ein bók skal hava somu dygd sum útlendskar bøkur. Privatu forløgini eiga at fáa betri peningaligan stuðul til bók- mentaráðgeving og bókaút- gávur, og summi av teimum eiga at duga at marknaðar- føra seg betur. Hetta er sjálvandi aftur ein spurn- ingur um fíggjarliga orku. Heimaviðurskifti og heimsviðurskifti Hetta ljóðar helst sum óljóð í oyrunum bæði á kommun- alum- og landspolitikarum, men um teir tora at fullføra visións 2015 ætlanina, noyðast teir at stuðla og hjálpa at skapa karmarnar, ið mentanin og listin skal trívast innanfyri. Tað er øði- liga lætt at siga, at um tíggju ár skulu Føroyar vera besta landið í heiminum at liva í. Trupulleikarnir gerast sjón- ligir, tá ið landsins kosnu menn bara snakka um, hvussu ringar tíðirnar eru, og tað einasta positiva, ið fjølmiðlafólk bera íbúgv- arunum á hesum kargu oyggjum er, at um fugla- krím kemur til Føroya, so +hava vit heiluvágin, ella at nú leingist Toda eftir konu og børnum í Danmørk. Tað er ikki nóg gott. Ein visión krevur eina ætlan, sum øll kunnu brúka. Hetta má ikki bert verða ein politisk ætlan, har nakrir politikarar breggja og hálova sær sjálvum, tí at nú rørir seg í huganum. Meiri skal til enn so. Tað má gerast okkurt. Ein visiónsætlan kann ikki hava somu politisku raðfestingar, sum politikarar brúka, tí at teir ikki síggja seg førar fyri at seta seg inn í mál, sum ikki kemur teimum við, og tí er tað kanska ringt hjá lista- heiminum yvirhøvur at fáa politikarar at hugsa um eina visiónsætlan fyri mentan og list. Eru politikarar ikki førir fyri at stuðla listafólkum í egnum landi, ber ikki til at hava eitt fruktargott norðurlendskt samstarv, har rembingarnar fyri tíðina eru alt annað enn positivar fyri eina pseudotjóð sum Føroyar. Um ikki listin verður stuðlað her heima, er nærum ógjørligt at fáa stuðul frá hinum norðurlondum. Tað er so- leiðis, at hvørja ferð vit eru á norðurlendskum fundum, eru vit bara við sum eitt eiti av eygleiðarum, ið altíð hava í huga, at vit ikki hava fullan limaskap nakrastaðni. Heimaviðurskiftini eru tengd at heimsviður- skiftunum. Stuðla og skapa vit ikki okkara egnu karmar, kunnu vit ikki vænta at fáa stuðul og sleppa inn um karmarnar hjá øðrum, og tá er ikki bara talan um pening. Forelskaður sjónleik- ari, Herbergið, Danse i måneskin, Jeg troed’ du var hos Mikael og Jeg hader Susanne, er nøkur av løgunum sum klaksvíkingar, havnarfólk og fugl- firðingar kunnu syngja við komandi dagarnar FO/DK KONSERTFERÐ Í kvøld mikukvøldið 26. oktober fara donsku landa- plágusmiðirnir úr Souve- nirs, unga lovandi danska songkvinnam Julie Maria og føroysku landaplágu- smiðirnir úr Páll Finnur Páll á pallin í Atlantis í Klaksvík. Hetta er fyrsta konsert av trimum. Hinar verða hós- kvøldið í Læraraskúlahøll- ini í Havn og fríggjakvøldið í Mentanarhúsinum í Fugla- firði. Fyrsta av seks Hetta er fyrsta konsertferð av seks, sum verða hendan veturin. Elin Hentze sam- skipari fyri Norðurlanda- húsið sigur, at hetta er eitt tiltak, ið verður fyriskipað í felag av Norðurlandahúsin- um, FUT (Føroya Undir- halds Tónleikarafelag), DJBFA (Dansk Jazz Beat & Folkemusik Autorer) og DAT (Dansk Artist For- bund). Við stuðli frá Atlan- tic Airways. Endamálið við konsert- ferðunum er at geva tón- leikabólkum úr báðum lond- unum høvið at koma út um landoddarnar at spæla tón- leik, og næsta ár er sostatt ætlanin, at føroyskir bólkar skulu fáa høvið at fara á konsertferð við donskum bólkum í Danmark. Stórur áhugi 80 danskir bólkar søktu um at luttaka, og DJBFA og DAF hava valt 12 bólkar út. Tveir verða á hvørjari kon- sertferð. Valt var út við atliti til góðsku og í roynd at gera konsertirnar, so áhugaverdar og fjølbroyttar sum til ber. Norðurlandahúsið og FUT hava síðan valt ein føroyskan bólk, ið hóskar seg væl til at spæla saman við donsku bólkunum. Henda fyrsta konsertferð- in tekur støðið í teimum fólkaligu og penu popp- løgunum. Tí vóru Páll Finn- ur Páll við sínum vøkru poppløgum valdir. Næsta konsertferð verður við enn bleytari poppi. Á hinum konsertferðum verður m.a. harður rokkur, fólkatón- leikur og jassur at hoyra. Roynd at menna føroyskan tónleik Niels Halm stjóri í Norður- landahúsinum, segði við Sosialin leygardagin, at hann ynskti at hjálpa før- oyskum listarfólki út í heim. Sambært Elini Hentze er hetta ein partur av tí arbeið- inum. Eins og sýnisglugga- konsertin í Kagganum her- fyri, har umboð fyri Spot- festivalin vóru til staðar, eisini er ein roynd at hjálpa føroyingum at sleppa uttan- landa. Í løtuni er Niels Halm staddur í Berlin, har hann tingast við týsku tónleika- messuna Poppkom um før- oyska luttøku í 2006. Føroyskar og danskar landaplágur á ferð