Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 204 - 26. oktober 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dany Malena Magn- ussen, fødd Petersen, Froðba, búsitandi í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum 23. oktober, 85 ára gomul. Bønarhald verður á Landssjúkrahúsinum týsdagin klokkan 18. Jarðarferðin verður mikudagin klokkan 14 úr Kirkjugarðskapellin- um. Sungið verður úr sálmabókini. Andreas Richardt, vanliga nevdnur Diaba, Sumba, andaðist leyg- ardagin 22. oktober, 72 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Andlát og jarðarferðir Tøkk Øllum tykkum, sum á ymsan hátt gleddu meg á 85 ára degnum, sigi eg innarliga takk. Eg sendi tykkum vinarligastu heilsanir við ynski um Guds signing. Johs. Andr. Næs Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá góða mamma, vermamma, omma, langomma og systir okkara Anna Jacobsen Leirvík andaðist og varð jarðað. Takk til Sverra Steinhólm fyri góð orð í kapellinum. Takk til Una Næs fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar og sangarar. Ein serstøk tøkk til tykkum á deild 1-5 og 7 fyri góða umsorgan, tíðina hon var har. Takk fyri blómur og kransar. Tøkk øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunna vegna Julia Mikudagin 26. oktober fyllir Guttormur Djurhuus verkfrøðingur í Kaldbak 70 ár. Guttormur er ein maður, sum hevur roynt mangt og hvat. Hann er ein álitismað- ur og ein sannur undan- gongumaður á so nógvum økjum. Hann var t.d. ein av stovnarunum av alibrúkin- um P/F Salmo, sum var eitt tað fyrsta aftaná Júst í Túni á Toftum, sum hevði tað fyrsta alibrúkið í Føroyum. Hann hevur eisini havt nógvar ymisikar uppgávur og álitisstørv. Hann hevur ofta verið eygleiðari fyri Landsstýrið, tá japansk skip hava fiskað tunfisk við Føroyar. Eisini hevur hann havt ymsar uppgávur fyri Danida, sum er almenna danska hjálpin til menning- arlond, undir uttanríkis- ráðnum. Guttormur var í nógv ár formaður í Ídnað- argrunninum. Hesi seinastu árini hevur Guttormur arbeitt á kann- ingarstovuni Biofar í Kald- bak. Guttormur vaks upp í Kunoy, har hann búði, til hann sum 12 ár gamal flutti til Klaksvíkar saman við foreldrunum: Hildu, f. Eysturoy, úr Havn, og Dit- lev Djurhuus, sum var ætt- aður av Tvøroyri. Guttormur er næstelstur av 5 systkjum, sum eru: Ásla, sum býr á Sandi, Hilmar, sum býr í Keyp- mannahavn, Anfinnur, sum eisini býr á Sandi. Yngsta systirin Siri, doyði sum hálvtannað ára gomul í 1951. Eftir at hava tikið real- prógv í Klaksvík, fór Gutt- ormur til Havnar at ganga í preliminerskúla. Síðan fór hann til Danmarkar at ganga í studentaskúla í Høng, men hann gavst tá pápin doyði í 1953. Hann búði tó í nøkur ár í Dan- mark eftir tað. Seinni fór hann at lesa til kemiverkfrøðing og tók prógv í Svøríki, har hann búði í nøkur ár. Hann fekk sær svenska konu, Inga- Mai, og tey fingu børnini Anna og Dan-Johan, sum bæði búgva í Svøríki. Guttormur var m.a. við til at stovna fyritøkuna Kemilux í 1965, saman við mammubeiggjunum Absa- lon og Schønning Eysturoy, og systkinabarninum Henning Eysturoy. Síðst í 60-unum flutti Guttormur heim aftur til Føroya at búgva. Hann kom úr Svøríki einsamallur við einum seglbáti. Hann var tá eisini útbúgvin stýrimaður, so tað var eingin trupulleiki við at navigera. Í 1971 fór hann undir eina framleiðslu, sum hann bleiv kendur fyri, nevniliga Kaldbaksbátarnar, sum vóru gjørdir úr glasfibri á Marine Plast í Kaldbak. Byrjað var við framleiðslu av fýramannaførum, síðan komu aðrar bátastøddir eis- ini við, heilt upp til 10- mannafør. Tann størsti var »Naviga 33«, ið var ein 33- fót útróðrarbátur. Bátarnir hjá Marine Plast vórðu væl móttiknir og royndust sera væl, bæði í Føroyum og í øðrum lond- um. Guttormur fór eisini til India við Kaldbaksbátun- um, og setti eina fram- leiðslu í gongd har. Tá virksemið hjá Marine Plast helt uppat síðst í 80- unum vóru framleiddir um- leið 1000 bátar tilsamans. Virkið gjørdi eisini tangar í ymiskum støddur og kør, serliga til alingina, um- framt aðrar seruppgávur. Guttormur var eisini gift- ur Oddvør, f. Joensen, ætt- að av Syðradali á Kalls- oynni. Tey eiga dóttrina Aud, sum í løtuni býr í Portugal. Guttormur eigur 4 abbabørn. Føðingardagin er Gutt- ormur saman við familjuni í Ørebro í Svøríki. red. Guttormur Djurhuus 70 ár Dagurin 6. oktober. Amandus. Fleiri halgimenni bera hetta navanið, og allir hava teir verið biskupar, og allir hava sama halgidag. Ikki er gjørligt í dag at gera av, hvønn sipað verður til. Navnið er av latínskum uppruna og merkir: tann sum eigur at verða elskaður.