mikudagur 26. oktober 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 • mikudagur • 26. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Skulu Føroyar gerast
viðleikari í alheims-
gerðini, tørvar okk-
um eitt nýtt ættarlið
veiðumonnum, sum
veiða virkir um allan
knøttin. Í vinnuhøpi
mugu vit læra at
ásanna, at grasið væl
kann hugsast at vera
munandi grønari á
hinari síðuni, segði
Jan Mortensen, stjóri
í Vinnuhúsinum,
millum annað á
Vinnufundi í Klaks-
vík mánakvøldið
VINNA
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mánakvøldið
skipaði
Menningardeildin
hjá
Klaksvíkar Kommunu fyri
vinnufundi
á
Tekniska
skúla í Klaksvík. Rættiliga
nógv fólk úr ymsum vinn-
um í Norðoyggjum høvdu
leitað sær á fundin, har Jan
Mortensen, stjóri í Vinnu-
húsinum, tosaði um leik-
lutin hjá Føroyum sum
fiskivinnutjóð í alheims-
gerðini. Serliga umrøddi
hann ta hugburðsbroyting,
alheimsgerðin fer at krevja
av eini veiðumentan, sum í
stóran mun hevur tvíhildið
um, at tað "lítla" eisini er
tað besta.
Broytingar
Treytirnar, sum alheims-
gerðin setir, eru eftirhond-
ini væl lýstar. Samanum-
tikið koma hesar at krevja,
at lond læra at síggja
møguleikarnar í, at allur
heimurin eru vorðin teirra
heimamarknaður.
Kann-
ingar vísa týðiliga, at lond,
eitt nú í Afrika, sum heldur
valdu at byrgja seg inni, tá
alheimsgerðin tók dik á
seg, eru uppsteðgaði bú-
skaparliga. Í meðan eyð-
kennir stórur búskapar-
vøkstur londini, sum taka
lut í alheimsgerðini, ið
samstundis skundar undir
ein alsamt vaksandi og
keypisterkan miðalklassa.
Gongdin hevur sín prís.
Alheimgerðin hevur mill-
um annað við sær, at fram-
leiðsla verður flutt, har hon
er bíligari ella í aðrar mátar
hevur betri umstøður. Størv
innan ídna hvørva, og sum
dømi nevndi Jan Morten-
sen, at í Stórabretlandi eru
25% av hesum størvum
horvin seinastu 7 árini. Og
tað eru serliga sannroyndir
sum hesar, sum tykjast at
órógva føroyingar mest.
Hinvegin minti hann á, at
vit eiga at hava í huga, at
hetta ikki nýtist at merkja,
at arbeiðsloysi veksur til-
svarandi. Í Stórabretlandi
er til dømis tænastuvinnan
ment við rúkandi ferð hetta
sama tíðarskeiðið.
So eisini her liggja nýgg-
ir møguleikar.
Ræðumyndir
Stjórin í Vinnuhúsinum
helt, at ikki kann sigast
annað enn at føroyskir
fjølmiðlar ofta hava málað
eina heldur døkka mynd av
alheimsgerðini fyri fólki.
Hann sipaði millum annað
til eina sendirøð í Útvarp
Føroya, har globala kapti-
talisman varð løgd undir
alskyns ólukkur. Hóast
vandi er í hvørjari vælferð,
meinti Jan Mortensen, at
tað er óheppið við slíkum
lýsingum av alheimsgerð-
ini, tí uttan hana, høvdu
stórar fólkamongdir í eitt
nú fjareystri ikki kunna sæð
fram til eitt betri lív.
- Hvør orsøkin er, er ilt at
siga, men alt bendir á, at
føroyingar aftra seg við at
halda seg framat teimum
møguleikum, sum bíða í
alheimsgerðini. Hví eru tað
næstan ongar føroyskar
fyritøkur,
sum
síggja
møguleikar uttanfyri land-
oddarnar? Skulu tey ríkis-
rættarligu viðurskiftini við
Danmark
framhaldandi
brúkast
sum
umbering
næstu 20 árini fyri at vit
ikki koma víðari? Er ov lítil
keypmansskapur í høvuðs-
vinnuni? Fyrr vóru reiðarar
menn, sum høvdu skip - nú
er reiðarin kanska bókhald-
ari, og hugburðurin tí ov
nógv merktur av veiðu-
mentan. Ì Danmark er til
dømis stór fiskivinna, men
lítið fiskaríð. Teir eru keyp-
menn og selja og keypa
globalt, segði Jan Morten-
sen.
Sambært honum er ein av
stóru forðingunum fyri før-
oyskum framfýsni og íløgu-
hugi okkara skattaskipan.
Eisini nevndi hann arbeiðs-
marknaðin og lemjandi
verkføllini sum eitt øki, har
vend má koma í, um vit
ikki skulu gerast eftirbátur
á globala heimamarknað-
inum.
Glottar
Hóast alt, helt Jan Morten-
sen glottar vera at hóma í
føroyskum vinnulívi. Hann
nevndi til dømis nógvu
einskiljingarnar, sum eru
gjørdar ella eru í umbúna.
Eisini helt hann Visión
2015 vera eitt gott tekin
um, at politikarar nú eru
sinnaðir
at
hyggja
at
teimum stóru linjunum í
samfelagsmenningini,
heldur enn at hanga fastir í,
hvørji posthús skulu vera
opin nær, ella hvussu
strandferðslan skal sigla.
Ongin ivi tykist vera um,
at vit hava brúk fyri loko-
motivum í fiskivinnuni. Í tí
sambandi helt Jan Morten-
sen avgjørt, at tað, sum er
nú er hent við JFK, ber á
rætta borið. Eisini mugu vit
ásanna, at tey smáu, sum
vilja yvirliva, mugu spesi-
alisera seg og veita vørur,
sum ongin annar hevur. Her
helt stjórin í Vinnuhúsinum
Norðfra í Norðdepli vera
eitt gott dømi um eina lítla
fyritøku, sum roynir at
ganga nýggjar leiðir við til
dømis at levera vøruna
beinleiðis til brúkaran.
Men enn eru nógvir
ótroyttir møguleikar. Mill-
um annað undraði Jan
Mortensen seg yvir, hví
føroysk reiðarí ikki sláa seg
saman at reka fiskivinnu
eitt nú í triðja heiminum.
Tað krevur sjálvsagt dirv-
ið og áræði at náa góðum
úrslitum úti í stóru verð.
Men tað ber til - tað er fyri-
tøkan Thor í Hósvík besta
dømi um, ein fyritøka, sum
eg haldi fyrimyndarliga
hevur brúkt okkara kjarnu-
vitan um havið og skip til at
slóða fyri einum leikluti í
frálandavinnu, og í dag
hevur 14 skip um allan
knøttin.
- Tað eru veiðumenn av
slíkum slag, Føroyar hava
brúk fyri, segði Jan Mort-
ensen at enda.
Alheimsgerðin:
Føroyum tørvar nýggjar veiðimenn
- Tað er upp til okkum um vit síggja alheimsgerðina sum eitt
beist ella sum ein møguleika, segið Rani Nolslø, menningar-
stjóri, millum annað, tá hann bjóðaði vælkomin á Vinnu-
fundin mánakvøldið
- Vit føroyingar eiga at duga at síggja ein dugnaligan
"businessman" sum eina hetja, og ikki bara rokskiparan, segði
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum millum annað í
fyrilestri mánakvøldið um Føroyar í alheimsgerðini
Rættiliga nógv fólk høvdu leitað sær á Vinnu-
fundin á Tekniska Skúla, sum Menningardeildin
hjá Klaksvíkar kommunum hevði tiki stig til