Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 204 - 26. oktober 2005 Faroexpo av bakkastokki Klokkan hálvgum tíggju týsmorgunin setti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Faroexpo stevnuna í ítróttarhøllini í Runa- vík. Landsstýrismað- urin fegnaðist um tiltakið, ið hann metir hava stóran týdning fyri føroyskt vinnulív FAROEXPO Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Bjørn Kalsø segði í røðu sínari, tá ið hann setti stevnuna, at tað hevur stóran týdning fyri føroyskt vinnulív, at vit allatíðina hyggja okkum um eftir nýggjum avbjóðingum, so at vit ikki einans dúva upp á fiskivinnuna, hóast hon ivaleyst altíð fer at verða okkara høvuðsvinna. - Vit fara altíð at verða bundin at fiskivinnuni, men tað er umráðandi, at okkurt legst afturat, sigur lands- stýrismaðurin í fiskivinnu- málum. Einkult og spennandi Faroexpo er eitt sindur øðrvísi uppbygd enn aðrir vinnustevnur við tað, at talan er um eitt sonevnt partneriat, har avtalur eru gjørdar millum ymsar fyritøkur undan stevnuni, og so eru 25 minuttir settir av til hvørja avtalu á sjálv- ari stevnuni. Bjørn Kalsø heldur, at stevnan á henda hátt tykist eitt sindur meiri seriøs enn aðrar líknandi stevnur. - Vit síggja eisini her í høllini, at talan er um nakrar heilt einklar básar, og at tað ikki er gjørt so nógv burtur úr at pynta básarnar. Tað er ógvuliga einkult, men samstundis spennandi, sigur Bjørn Kalsø. Í sambandi við Faroexpo er eisini mentanarvika í Runavík, og júst hendan royndin at samantvinna vinnulívið og mentanar- lívið heldur Bjørn Kalsø eisini verða sera áhuga- verda. Ein tann feskasta fyri- tøkan á Faroexpo er Sp/F Steinur, sum Hansina Dahl eigur og rekur. Fyritøkan fæst við at selja steinar til skandi- naviska marknaðin, og vøruúrvalið telur fleiri enn 800 steina- sløg FAROEXPO Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hansina Dahl sigur, at tey hava gjørt fyrireikandi ar- beiði til fyritøkuna í okkurt um tvey ár, og tað hevur tikið drúgva tíð at fáa italsku samstarvsfelagarnar at trúgva upp á teirra hug- skot. Hetta hevur tó loksins eydnast teimum, og nú síggja tey spent upp á fram- tíðina. Ikki til privata marknaðin Sum áðurnevnt samstarvar føroyska fyritøkan við italskar veitarar, men tey fleiri enn 800 steinasløgini verða innflutt úr øllum heiminum. - Vit samstarva við Italia, tí tað er har, at tann størsta vitanin á hesum økinum liggur. Slík framleiðsla er gamalt handverk í Italia, og hevur ein søgu sum gongur fleiri hundrað ár aftur í tíðina. Teir, ið vit samstarva við, eru eisini millum teir allarfremstu í heiminum, og eg kann til stuttleika nevna, at tann eini av okkara sam- starvsfeløgum var við til at gera stóru standmyndina av Saddam Hussein í Bagdad. Hendan standmynd gjørdist kend kring allan heim, tá ið irakar rendu hana um koll í sambandi við, at Saddam Hussein varð koyrdur frá valdinum, sigur Hansina Dahl. Sp/F Steinur selur ikki til tann privata marknaðin, men ístaðin til fyritøkur, ið eru við at byggja um ella byggja nýtt, ella til eitt nú gistingarhús. Steinurin kann nýtast bæði til gólv, borð, diskar ella hvat tað nú skal verða, og Hansina Dahl sigur, at Sp/F Steinur hevur sum mál at finna ein vøru, ið hevur bestu góðsk- una til mest kappingarføra prísin. Fingu hugskotið í Portugál Hugskotið til at fara undir Týsmorgunin fór vinnustevnan Faro- expo av bakkastokki í Runavík. Stevnan er bygd upp sum eitt parneriat fyrrapart- arnar, har vinnufyri- tøkur kunnu hittast og tosa um sam- starvsmøguleikar. Eftir døgurða stevnu- dagarnar eru so ymiskur fyrilestrar á skránni. FAROEXPO Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Stevnan er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Tað vil siga, at hetta er fyrstu ferð, at ein føroysk vinnu- stevna verður skipað sum eitt partneriat. Stevnan er ikki opin fyri almenn- inginum, og fyritøkurnar, ið taka lut á stevnuni, hava í flestu førum valt ikki at gera so nógv burtur úr at prýða básarnar. Hetta gevur stevnuni ein meiri seriøsan dám, og tað sæst aftur, at luttakararnir fyrst og fremst eru komnir hagar at tosa við møguligar samstarvs- felagar um, hvussu økjast kann um virksemi hjá teimum ymsu fyritøkunum. Føroyar og Danmark Størri helmingurin av lut- takarunum á Faroexpo eru føroyskar fyritøkur, og tær útlendsku fyritøkurnar eru við einum undantaki allar úr Danmark. Einasta und- antakið er norski oljurisin Statoil. Størsti parturin av donsku luttakarunum kem- ur úr Norðurjútlandi, og til dømis kann envnast, at úr Hirtshals eru umboð komin bæði fyri kommununa, havnina og vinnuráðið. Sum áðurnevnt eru fleiri fyrilestrar á skránni, og hesir bera allir bráð av, at talan er um eina vinnu- stevnu. Millum tey evni, ið verða umrødd á fyrilestrunum, eru eitt nú útflutnings- trygging, oljuvinnan - av- bjóðingar og veitingarkrøv, møguleikar á føroyska Umráðandi við netverki úti í heim Tað var Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ið setti Faroexpo í ítróttarhøllini í Runavík týsmorgunin. Mynd: Terji Nielsen Bjóða 800 sløg av steinum fram