mikudagur 26. oktober 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 - 26. oktober 2005
15
Johs Bruun Bindslev
er kunningarstjóri
hjá Erhvervscenter
Nordjylland. Hann
sigur, at í Norðurjút-
landi hava tey altíð
kent seg sum longda
armin hjá Føroyum í
Danmark
FAROEXPO
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Av teimum donsku stevnu-
luttakarunum á Faroexpo
eru teir allarflest úr Norð-
urjútlandi. Johs Bindslev,
sum sjálvur er ættaður úr
Skagen, heldur tað ikki
verða løgið.
- Tað hava altíð verið
nógv føroysk áhugamál í
Norðurjútlandi, og vit hava
altíð kent okkum tætt
knýttar
við
føroyingar,
sigur hann.
Altíð havt áhuga
fyri Føroyum
Johs Bindslev sigur, at
hann sjálvur altíð hevur
havt ein serligan áhuga fyri
Føroyum. Ein av orsøkun-
um er, at pápi hansara átti
Skagens Avis, og har hevði
hann eitt skifti ein føroying
í læru sum blaðmann. Før-
oyingurin, sum lærdi hjá
pápa Johs Bindslev, var
eingin annar enn Ingi
Samuelsen, blaðstjóri á
Dimmalætting.
- Í Skagen eins og í
Hirtshals, Fredrikshavn og
øðrum størri plássum í
Norðurjútlandi er tað fyrst
og fremst fiskivinnan, ið
nógv fólk liva av. Nógvir
føroyingar starvast innan
fiskivinnuna í økinum, og
tað hevur eisini verið við
til, at man altíð hevur havt
ein ávísan kunnleika um
Føroyar, sigur Johs Binds-
lev.
Hann sigur eisini, at sum
heild er rættuliga stórur
áhugi í vinnulívinum í
Norðurjútlandi fyri Føroy-
um, og í hesum sambandi
vísir hann á eitt konkret
dømi.
- Tá ið eg fór undir fyri-
reikingarnar til hesa stevn-
una og kunnaði limirnar hjá
okkum um stevnuna, vóru
tað ikki færri enn 35
fyritøkur, ið sýndu stevnuni
áhuga. Sjálvsagt er luttak-
aratalið nakað væl minni,
men áhugin fyri Føroyum
er
framvegis
rættuliga
stórur, sigur Johs Bindslev.
Portrið til Danmark
Í sambandi við kommunal-
reformin í Danmark verður
Hanstholm í næstum eisini
partur av Erhvervscenter
Nordjylland, og tá fer
áhugin fyri Føroyum ikki at
verða minni, heldur Johs
Bindslev.
- Hanstholm er jú tað
føroyska portrið til Dan-
markar, tí tað er har, at
Norrøna siglir til, og tí
leggja túsundtals føroying-
ar leiðina umvegis Norður-
jútland á hvørjum ári. At
f l u t n i n g s s a m b a n d i ð
sjóvegis millum Føroyar og
Norðurjútland eisini er so
mikið gott, hevur stóran
týdning fyri vinnulívið í
báðum økjunum, heldur
Johs Bindslev.
Kunningarstjórin hjá Er-
hvervscenter Nordjylland
heldur, at tað vinnulívið í
Norðurjútlandi og Føroyum
hava ótrúliga nógv felags
áhugamál, og tí haldi eg, at
samstarvsmøguleikarnir
eru nógvir, sigur Johs
Bindslev, sum sigur seg
vænta, at nógv kemur
burtur úr á Faroexpo.
Vitjar tú donsku
básarnar á Faroexpo,
leggur tú beinan
vegin til merkis, at
býurin Hirtshals er
sera væl umboðaður
FAROEXPO
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Á stóra felagsbásinum hjá
umboðunum úr Hirtshals er
nógvur aktivitetur, og tað er
ikki bara sum at siga tað at
fáa orðið á donsku umboð-
ini.
Ein føroysk kommuna
í Danmark
Býurin er umboðaður av eitt
nú bæði vinnuráðnum, kom-
mununi sjálvari og so sjálv-
sagt havnamyndugleikun-
um. At Hirtshals er vinar-
býur við Runavík ger so
eisini sítt til, at umboð-anin
á Faroexpo er so mikið góð.
Tá ið vit spurdu nøkur av
umboðunum úr Hirtshals,
hvussu tað ber til, at tey
hava so mikið stóran áhuga
fyri Føroyum, var svarið
stutt og greitt:
- Vit eru jú í veruleikan-
um eitt slag av eini føroysk-
ari kommunu í Danmark.
Tað búgva sera nógvir før-
oyingar í Hirtshals, og før-
oyingar hava sanniliga eis-
ini sett sín dám á vinnulívið
í býnum, siga tey.
Nógvir bátar og skip,
sum føroyingar eiga og
reka, hava heimstað í Hirts-
hals, og hesi skip eru
grundarlagið undir nógvum
húsarhaldum í Norðurjút-
landi, siga tey donsku um-
boðini. Eisini hevur virkið
hjá Vestlax, sum føroyingar
settu á stovn og áttu, verið
ein av lívsæðrunum í bý-
num, men her er virksemið
nógv minkað seinnu árini,
og tað hevur havt við sær,
at arbeiðsloysið í Hirtshals
er vaksið munandi.
Vinnulívið líkist
Ein av orsøkunum, at Hirst-
hals hevur so mikið stóran
áhuga fyri Føroyum, er
eisini tann, at føroyska
vinnulívið og vinnulívið í
Hirtshals eru so lík, sam-
bært teimum donsku um-
boðunum.
- Í báðum støðum er
fiskivinnan grundarlagið
undir øllum vinnulívinum,
men so kemur eisini øll
møgulig hjávinna, ið er
tengd at fiskivinnuni. Hetta
er støðan bæði í Føroyum
og í Hirtshals. Tí er ein slík
stevna eisini eitt kærkomið
høvi hjá fleiri pørtum av
hesum vinnulívi at fáa eitt
møguligt samstarv í lag,
verður sagt.
Hirtshals – før-
oyski býurin
í Danmark
Longdi armurin
hjá Føroyum
Johs Bindslev, kunningarstjóri hjá Erhvervscenter Nordjylland,
heldur, at Norðurjútland er longdi armurin hjá føroyingum í
Danmark.
Mynd: Terji Nielsen
Eini 30 fyritøkur úr
Føroyum, Danmark og
Noreg taka lut á Faroexpo
vinnustevnuni, sum er í
Runavík í hesum døgum.
Endamálið við stevnuni
er fyrst og fremst at geva
útflutningsfyritøkum
møguleika fyri at hittast
og tosa um
samstarvsmøguleikar. Tá
ið stevnan varð sett, sang
ein gentukvartett fyri
luttakarunum.
Mynd: Terji Nielsen
virðisbrævamarknaðinum,
og annað, ið hevur við
vinnulív at gera.
Faroexpo byrjaði týs-
morgunin,
og
stevnan
endar hósdagin, tá ið
stevnuluttakararnir fara á
virkisvitjan.
at selja ymisk sløg av
steinum til skandinaviska
marknaðin fingu Hansina
og maðurin í sambandi við,
at tey búðu í Portugál í fýra
ár.
- Í Portugál eins og í
flestu øðrum suðurevrope-
iskum londum rennur tú teg
í stein dagliga. Har verður
steinur nógv nýttur í byggi-
vinnuni, og tú sært tað til
dømis í svimjihallum, í
sølumiðstøðum
og
almennum bygningum. Vit
hugsaðu sum so, at hví
kann hetta ikki eins væl
nýtast í norðanlondum.
Steinur er jú sterkt tilfar, og
harafturat er tað viðlíka-
haldsfrítt, so har skuldi
eingin forðing verið, sigur
Hansina Dahl.
Sp/F Steinur vil fegin, at
steinur fer at verða meiri
nýttur
innan
føroyska
byggilist, og tey vóna tískil,
at tey kunnu gera sítt til at
fríðka um byggilistina her á
landi.
Enn hevur fyritøkan ikki
tær stóru bíleggingarnar,
men Hansina Dahl sigur, at
tey hava nakrar smærri
bíleggingar, og at arbeitt
verður við onkrum størri í
løtuni.
Hansina Dahl á snotuliga
básinum hjá Sp/F Steinur á
Faroexpo í hesum døgum.
Mynd: Terji Nielsen