Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 204 - 26. oktober 2005 Stuðulsfólk Søkt verður eftir einum stuðulspedagogi/hjálpara til eina 3 ára gamla gentu í Runavíkar kommunu, at byrja skjótast gjørligt. Endamálið við stuðlinum er í samstarvi við barna- verndarnevndina,foreldur og ansingarstovn at seta mørk og menna gentuna sosialt og málsliga. Arbeiðsstaðurin er ansingarstaðið hjá barninum. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna og starvið verð- ur sett fram til 31. juni 2006. Barnaverndarnevndin skipar fyri, at stuðulsfólkið fær ráðgeving. Ynskisligt er, at tann, ið settur verður, hevur hósk- andi útbúgving ella royndir. Setanin er sambært sáttmála millum Føroya Peda- gogfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jákup H. Foldbo, sosialdeildarleiðara á tlf. 417000. Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við- mælum verður at senda Barnaverndini í seinasta lagi fríggjadagin 4. november. Barnaverndarnevndin Runavíkar kommuna Heiðavegur 26 600 Saltangará Útbjóðing Vegna Fuglafjarðar kommunu verður arbeiði í sam- band við gerð av egningarmiðstøð á havnarlagn- um í Fuglafirði boðin út í almennari útbjóðing. Arbeiðið umfatar gerð av 330 m2 stórum bygningi í einari hædd.Í høvuðsheitum umfatar arbeiðsveitan gerð av út- og skilaveggjum og gólv, úr staðstoypt- ari betong, timbur yvirtrom, klæðing og bjálving av útveggum og ísetan av vindeygum og hurðum. Somuleiði skulu kloakkleiðingar gerast frá bygn- inginum. Lisitatiónin verður í Býráðshúsinum í Fuglafirði tann 15. november kl. 14.00 og kunnu teir í boðið hava, verða hjástaddir. Útbjóðingartilfar kann bíleggjast hjá Fuglafjarðar kommunu, áðrenn fríggjadagin 28. oktober 2005 á tlf. 444006, ella e-mail: patur@fuglakom.fo móti veðhaldi kr. 10.000,- sum verður at gjalda inn á konto í Føroya Banka nr. 6460 2205965. Fuglafjørður, tann 24. oktober 2005 Fuglafjarðar kommuna tekniska deild Felagsskúlin á Oyrarbakka Skúlavegur 8 - 400 Oyrarbakki Almenn svimjing byrjar 27. oktober 2005. Svimjihylurin er opin hesar tíðir: Týskvøld: kl. 19-20 fyri familjum kl. 20-21 fyri pensionistum Hóskvøld: kl. 19-20 fyri børnum kl. 20-21 fyri vaksnum Lærari til Tofta skúla Fyri lærara í barnsburðarfarloyvi verður hervið søkt eftir lærara í tíðaravmarkað starv frá 9. november 2005 til 10. mars 2006 (4. mðr.). Talan er um fulla tímatalvu umfatar: • Føroyskt, sang, heimstaðarlæru, evning og ítrótt í 1. fl. • Føroykst í 3 fl. • Enskt í 6 fl. • Serligur tørvur Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir skulu verða skúlastýrinum í hendi í sein- asta lagi fríggjadagin 4. november 2005. Leggið við ljósrit av prógvi og møguligum viðmæl- um. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at tosa við skúlastjóran, telf. 447332. Skúlastýrið fyri Tofta skúla v/ Jóhannus Danielsen 650 Toftir Hondlesing í Tórs- havn í november Hondlesarin Marita er í Føroyum. Eg síggi tína fortíð, nútíð og framtíð. Ein annarleiðis máti at síggja teg sjálvan og kanska broyta nakrar atburdir? Vinarliga ring og bið um tíð á tlf. 0045 39664880 ella 0045 31168053 Til Vistarheimið á Fugloyarvegi 1, sum er heim fyri yngri brekað, verður søkt eftir einum hjálparfólki til at arbeiða í dagvakt frá kl.8 til 16 aðru hvørja viku. Løn sum sjúkrahjálparar uttan útbúgving. Skrivlig umsókn verður at senda til: Vistarheimið Fugloyarvegur 1 100 Tórshavn Fyri Vistarheimið Karolina Petersen