mikudagur 26. oktober 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 - 26. oktober 2005
25
Lærari til
Hoyvíkar skúla
Søkt verður eftir lærara frá 21. november 2005 fyri
lærara í barnsburðarfarloyvi. Lærarin skal undirvísa
5. flokki í føroyskum, donskum, enskum, kristni,
søgu og ítrótti. Undirvísingartímatalið er 20. Meira
fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgit
Arge, skúlastjóra, á telefon 315073.
Umsóknir skulu sendast til:
Hoyvíkar Skúli
Postrúm 3073
110 Tórshavn
Lis Mortensen
Formaður fyri skúlastýrið
Bioanalytikari
Rannsóknarstovan á Landssjúkrahúsinum søkir
eftir avloysara fyri bioanalytikara í barnsburðarfar-
loyvi. Starvið er frá 2. januar 2006 til og við 30. des-
ember 2006. Starvið er eitt fulltíðarstarv við tilkalli-
vakt heimanífrá.
Rannsóknarstovan húsast í nýggjum hølum og
hevur góðar arbeiðsumstøður.
Rannsóknarstovan er eitt integrerað laboratorium,
har øll 5 serøkini innan bioanalytikarafakið er um-
boðað, umframt ambulatorium á LS og á lækna-
miðstøðini í Runavík
Í løtuni starvast her uml. 20 bioanalytikarar, 2 skriv-
arar og 1 hjálparfólk. Allir bioanalytikararnir skifta
millum tey ymsu serøkini.
Arbeiðsuppgávurnar verða í fyrsta umfari innan
kliniska biokemi og ambulatoriivirksemið.
Førleikakrøv
– Bioanalytikaraútbúgving
– Góð samstarvsevni og fleksibilitetur
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið
Umsóknarfreist 16. desember 2005 kl. 12.00.
Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á starvs-
fólkadeildini,áðrenn freistin er úti.
Nærri fæst at vita við at venda sær til leiðandi
bioanalytikara Ivy Hansen, tlf 304599, lokal 5601
ella teldupost ivyh@lsh.fo
Skrivlig umsókn í brævbjálva merkt »umsókn til
starv« við avriti av prógvum og øðrum upplýsing-
um skulu sendast til:
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk«.
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Leiðari
til sosialu deildina
hjá Sunda kommunu
Sunda kommuna hevur samtykt at seta sosialu
deild á stovn. Søkt verður tí eftir leiðara til deildina.
Starvið
Tú kemur sum leiðari av Sosialu deild at taka tær av
leiðsluni av allari fyrisiting av deildini, herundir
málsviðgerð av almannamálum, sum sambært lóg-
gávuni eru ella verða løgd til kommununa. Sum
leiðari verður tú eisini ráðgevi,málsviðgeri og skriv-
ari hjá barnaverndarnevndini. Leiðarin skal eisini
vera við til at byggja upp barnaverndartænastuna,
so henda verður virkin tann 1. januar 2006, tá
kommunurnar yvirtaka hana. Leiðarin kemur eisini
at hava samskifti við m.a. tannlækna, kommunu-
lækna, skúlaheilsusystir, dagstovnar, kommunalu
dagrøktina og landsmyndugleikar.
Førleikakrøv
Vit leita eftir persóni, íð er útbúgvin sum sosialráð-
gevi.Tó kunnu eftir umstøðum eisini aðrir umsøkj-
arar lúka treytirnar, um teir hava aðra í minsta lagi
miðallanga útbúgving innan heilsu-, almanna-ella
skúlaverk.
Vit bjóða tær
Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum
leiðari fær møguleika til at byggja upp og menna
Sosialu deildina frá byrjan av.
Setunarviðurskifti
Starvið verður sett 1.desember 2005 ella eftir nærri
avtalu. Starvið verður lønt sambært galdandi sátt-
mála við avvarðandi fakfelag.
Hava tygum áhuga, so eru tygum vælkomin at
senda skrivliga umsókn saman við prógvum og
møguligum CV og viðmælum til Sunda kommunu,
Oyrarbakkavegur 3, Postboks 10, 400 Oyrarbakki,
og skal henda vera kommununi í hendi í seinasta
lagi 14. november 2005 kl. 16.00.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær kommunu-
skrivstovuna tlf. 471020 ella Heðin Zachariasen
borgarstjóra á telefon 212182.
Oyrarbakki, tann 24. oktober 2005
Leiðari
til teknisku deildina
hjá Sunda kommunu
Sunda kommuna hevur samtykt at seta tekniska
deild á stovn. Søkt verður tí eftir leiðara til deildina.
Starvið
Tú kemur sum leiðari av teknisku deild at taka tær
av leiðsluni av allari fyrisiting av deildini, herundir
eftirlit og projektering av nýgerð og viðlíkahaldi av
ognunum hjá kommununi.
Sum leiðari verður tú eisini ráðgevi, málsviðgeri og
skrivari hjá teknisku nevndini og brunanevndini.
Leiðarin kemur eisini at ráðgeva øðrum nevndum í
kommununi.
Førleikakrøv
Vit leita eftir persóni íð er útbúgvin sum verkfrøð-
ingur/byggiverkfrøðingur, ella hevur aðra viðkom-
andi tekniska útbúgving og góðan teldukunnleika.
Royndir innan almenna umsiting er ein fyrimunur.
Vit bjóða tær
Eitt spennandi og sjálvstøðugt starv, har tú sum
leiðari fær møguleika til at byggja upp og menna
teknisku deildina frá byrjan av.
Setunarviðurskifti
Starvið verður sett 1. januar 2006 ella eftir nærri
avtalu. Starvið verður lønt sambært galdandi sátt-
mála við avvarðandi fakfelag.
Hava tygum áhuga, so eru tygum vælkomin at
senda skrivliga umsókn saman við prógvum og
møguligum CV og viðmælum til Sunda kommunu,
Oyrarbakkavegur 3, Postboks 10, 400 Oyrarbakki,
og skal henda vera kommununi í hendi í seinasta
lagi 15. november 2005 kl. 16.00.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til komm-
unuskrivstovuna tlf. 471020 ella Heðin Zachariasen
borgarstjóra tlf. 212182.
Oyrarbakki, tann 24. oktober 2005
Kunngerð
frá útskiftingarnevndini
fyri Skála bygd
Eftir lóg nr. 147 frá 27. mars 1939, seinast broytt við
løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, § 79, verður
boðað til útskiftingarfund hósdagin 10. november
2005 kl. 10.00 í gamla skúla í Skálafirði.
Til viðgerðar verður útskifting av matr. nr. 539,
Skálafjall Miðjan, og matr. nr. 541a, Skálafjall
Ytripartur, Skála bygd.
Nevndarlimir eru Marita í Brekkunum, Hósvík og
Jørleif Kúrberg,Tórshavn.
N. v.
Øssur Á. Midjord,
útsk. form.
Reingerðingsfólk
Søkt verður eftir reingerðisfólki til:
Hósvíkar skúla/bygdarhúsið
Almenna wc í Hósvík
at byrja skjótast tilber.
Lønin er sambært sáttmálanum millum Føroya
Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Umsóknir skulu sendast til: Sunda kommunu,
Oyrarbakkavegur 3,Postboks 10,400 Oyrarbakki og
skulu hesar vera kommununi í hendi í seinasta lagi
4. november 2005.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til komm-
unuskrivstovuna tlf. 471020.
Sunda Kommunu