mikudagur 26. oktober 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 204 - 26. oktober 2005
Føroy-
ingur
millum
bestu
ensku
fjeppar-
arnar
Gøtumaðurin,
Hans Jákup á
Líknagøtu, er nú í
uppskoti hjá BBC
sum besti fjepparin
hendan mánaðin
FJEPPARI
Jákup Mørk
Hvønn mánað hevur
BBC
eina
atkvøðu-
greiðslu, har hyggjarar
kunnu gera av, hvør skal
fáa heiðurin sum ársins
áskoðari hendan mán-
aðin.
Atkvøðugreiðslan snýr
seg sjálvandi bert um
enskan fótbólt, men tó
so. Ein føroyingur hevur
kortini sníkt seg uppí
greiðsluni,
sum
er
hendan mánaðin.
Sníkt seg er kanska at
fara nakað stillisliga við
hurðunum, tí Hans Ják-
up á Líknagøtu gjørdi
snøgt sgat barndóms-
dreymin til veruleika.
Blackburn hevur altíð
staðið hjarta hansara
heilt nær, og fyri at
síggja dystirnar hjá fel-
agnum, gjørdi hann ikki
mætari enn at flyta til
Blackburn, soleiðis at
hann á tann hátt kundi
vera nærri yndisfelagn-
um.
Tá hann kom til Ong-
lands, hevði hann einki
fast starv í eygsjón, men
tað eydnaðist honum at
fáa starv á Eawood
Park, sum er heimavøll-
urin hjá Bladkburn, so
nú er lag á manni at
síggja hvønn tann ein-
asta dystin hjá felagn-
um.
Hetta hava tey altso
eisini lagt til merkis á
BBC, har Hans Jákup
hesa ferð er ein av trim-
um, sum kann fáa heið-
urin sum besti áskoðarin
hendan mánaðin. At-
kvøðugreiðslan er á
heimasíðuni hjá BBC,
og til ber at atkvøða á
hesi
slóðini:
http://www.bbc.co.uk/c
gi-perl/polling/poll.pl
Kappingin verður endurskoðað
Á fundinum við fel-
øgini, sum verður
seinast í november
mánaði, verður eitt av
málunum fótbólts-
landskappingin, og í
hvønn mun broyting-
ar kunnu gerast í hesi
LANDSKAPPINGIN
Jákup Mørk
Fyrsta útgávan av Formula-
deildini er nú farin aftur um
bak. Spenningurin á sein-
asti leikdegi var øgiligur í
botni og toppi, og mett eftir
hesum er einki at ivast í, at
kappingin var ein brakandi
succés.
Spurningurin er tó, hvørt
tað var nýggja skipanin,
sum førdi til hendan spenn-
ingin, ella um tað bara var
tilvildin, sum ráddi. Og tað
er millum annað ein av
spurningunum, sum helst
verða viðgjørdir, tá FSF
aftur fer at fundast við fel-
øgini.
Nógvir spurningar at
greiða
Í farnu viku vórðu spurnar-
bløð send øllum spælarum í
Formula-deildini, har teir
skuldu siga sína hugsan um
broyttu kappingina. Hesi
spurnarskjøl fara so at
verða ein partur av grund-
arlagnum undir støðutakan-
ini hjá FSF. Ein støðutakan,
sum sambært formanninum
í
Kappingarnevndini,
Bjarka Mohr, skal byggja á
fleiri fyrilit.
- Nú hevur kappingin í ár
verið ein roynd, men fyri
tað, um hon hevur verið
væleydnað, so er ikki víst,
at ongar broytingar skulu
gerast.
- Men viðvíkjandi longd-
ini av kappingini, so haldi
eg sjálvur, at hon hevur
tænt fremsta endamálinum,
sum vit settu okkum. Vit
søgdu tá, at aðalmálið við
broytingini var, at spælarar-
nir skuldu verða enn betri
fyri. Steðgurin, har spælar-
arnir hava frí, skuldi mink-
ast, og tað endamálið haldi
eg eri rokkið.
- So eru tó fleiri aðrir
spurningar, sum vit gjarna
vilja hava feløgini at við-
gera. Eitt nú hevur verið
frammi, at tað skuldu verið
fleiri umfør í miðvikuni.
Tað hevði stytt kappingina
nakað, soleiðis at vit ikki
koma alt ov langt út á árið,
áðrenn kappingin verður
avgjørd.
- Annað er, um tað er
neyðugt, at Formula-deild-
in og 2. deild fylgjast móti
endanum. Skal tað fram-
vegis vera so, at næst nið-
asta og næstovasta liðið í
deildunum skulu spæla um
upp- og niðurflyting, so er
helst neyðgut, at seinastu
leikdagarnir fylgjast. Men
tað hevur so havt við sær, at
fleiri steðgir hava verið í
aðru deild. Steðgir, sum
ikki vóru neyðugir, um t.d.
tey bæði bestu liðini fluttu
beinleiðis upp, soleiðis sum
tað hevur verið gjørt fyrr.
Eru hetta broytingar, sum
tú fert at mæla til, verða
gjørdar?
- Tað veit eg ikki. Men eg
haldi tað er sera umráðandi,
at hesir spurningarnir verða
viðgjørdir. Sum sagt, so
haldi eg avgjørt, at framdu
broytingarnar hava tænt
fremsta endamálinum, men
spurningurin
vil
altíð
verða, hvussu vit kunnu
førka okkum enn longur
fram á leiðini, staðfestir
Bjarki Mohr at enda.
Hagtølini hava ikki
verið við sandoying-
um, tá ið teir hava
roynt seg í endaspøl-
um um pláss í bestu
deildini, og GÍ skal
fyri fyrstu ferð royna
seg í endaspæli
ENDASPÆL
Jóannes Hansen
Fótbóltsárið er ikki heilt
liðugt enn. Seinnapartin í
dag skulu gøtumenn á
heimavøllinum vísa, at teir
eru komnir fyri seg aftur,
eftir at teir leygardagin á
Skála vóru í sovornum tur-
bolensi, sum tað næstan
ikki ber til at siga frá.
Fótbóltsspælararnir
á
Sandi mugu halda frí frá
dagsins skyldum í dag.
Klokkan fýra seinnapartin
skulu teir standa klárir í
stuttum buksum í Sarpu-
gerði, tá ið Lassin Isaksen
fer at bríksla fyri fyrstu ferð.
Spurningurin, sum skal
avgreiðiast seinnapartin í
dag og leygardagin, er, um
tað skal vera GÍ ella B71,
sum skal eiga síðsta sessin í
FORMULADEILDINI
í
2006.
Hetta er fyrsta ferðin, at
GÍ er partur í hesum stríðn-
um. Um tað eydnast gøtu-
monnum at sleppa óskal-
aðir burturúr endaspælin-
um og harvið at halda fram
í bestu deildini, so fer
Eysturoy næsta ár at eiga
seks av tíggju liðum í bestu
deildini. Tað er merkisvert.
Hetta er fjórða ferðin, at
B71 er partur av endaspæl-
inum. Tríggjar tær undan-
farnu ferðirnar hevur tað
ikki hilnast væl hjá sandoy-
ingum. Fyrsta ferðin, at
B71 tapti endaspæl, var í
2001. Hetta árið endaði
B71 næstaftast í bestu
deildini. Tá vóru teir í
endaspæli móti Skála, sum
hevði vunnið næstfremsta
plássið í 2. deild - aftanfyri
TB sum flutti beinleiðis
upp. B71 varð roknað sum
favorittur, men Skála vann.
Á Sandi løgdu teir seg
orduliga á uppflytingarkós,
tá ið teir vunnu 4-1. Dyst-
urin á Skála var bara av-
greiðslusøk, sum B71 vann
1-0, og tey á Skála fegn-
aðust um, at teirra felag fyri
fyrstu ferð hevði vunnið
sær sess í bestu deildini!
Í 2002 endaði B71 næst-
fremst í 2. deild. Í endaspæl-
inum var EB/Streymur hin
parturin. Hesa ferðina var
tað so tætt við at eydnast hjá
B71, sum tað ikki hevur
verið áður og síðani. Á Eiði
var úrslitið 1-0 til heima-
liðið, og á Sandi vann B71
1-0. So var neyðugt við
nýggjari uppgerð, og ta
ferðina vann EB/Streymur
3-1.
Í fjør var aftur talan um
langt fótbóltsár hjá sandoy-
ingum. Á Sandi vunnu teir
1-0 móti ÍF, men tá ið sand-
oyingar vóru í Fuglafirði,
hilnaðist tað ikki væl. ÍF
vann 5-1.
Og so er spurningurin,
hvussu tað fer at hilnast
hesa ferð. Í summar hava
GÍ og B71 dystast í hálv-
finaluni í kappingini um
Løgmanssteypið. Á Sandi
vann GÍ 5-1, meðan tað
gekk heilt javnt á í Sarpu-
gerði, har GÍ at enda vann
2-1.
B36, sum endaði næst-
aftast í 2. deild, og KÍ, sum
endaði á øðrum plássi í 3.
deild, skulu spæla um
síðsta plássið í 2. deild.
Fyrri dysturin verður í
Klaksvík í dag, og seinna
uppgerðin verður í Gunda-
dali leygardagin. Í dag
verður tað Petur Reinert,
sum verður 23. maðurin á
vøllinum í Klaksvík.
Í FSF hava teir gjørt av, at
landskappingardysturin í 2.
deild millum LÍF og HB,
sum varð avblástur í 1.
hálvleiki leygardagin, skal
spælast nú leygardagin
klokkan trý í Leirvík.
Nú skal GÍ standa sína roynd
Eftir at eitt tað mest
spennandi kappingarárið
nakran tíð er farið í søguna,
er FSF longu farið í holt við
eftirmetingina av hesum
Mynd: Álvur Haraldsen