mikudagur 26. oktober 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 • mikudagur • 26. oktober 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
FM í talvi fyri børn og ung
Aftur í vetur skipar
Talvsamband Føroya
fyri FM-kapping.
Kappast verður í
fimm bólkum, og er
talan samstundis um
úttøkukapping til
NM-kappingina
TALV
tíðindaskriv
Talvsamband Føroya skipar
aftur í vetur fyri Føroya-
meistarakapping fyri børn-
og ung einstaklingar í talvi.
Kappingin verður skipað í 5
ymiskum aldursbólkum, og
er samstundis úttøkukapp-
ing til NM-kappingina 2006.
Kappingin um FM-heitið
verður í somu aldursbólk-
um sum til NM-kapping-
ina:
A - bólkur:
Telvarar føddir 1986-88
B - bólkur:
Telvarar føddir 1989-90
C - bólkur:
Telvarar føddir 1991-92
D - bólkur:
Telvarar føddir 1993-94 og
E - bólkur:
Telvarar føddir 1995 og
seinni.
Skipað verður fyri trimum
kappingum, har tvær tær
fyrstu eru úttøkukappingar
til endaligu finaluna. Kapp-
ingarnar í ár verða hildnar í
Vestmanna, Vágoynni og í
Havn. Í teimum báðum
fyrru kappingunum verða
átta umfør telvað, har
telvararnir hava 10 minuttir
hvør til hvørt talvið.
Í seinastu kappingini,
sum verður í Havn, er talan
um finalu. Har eru í hvørj-
um bólki tey átta, sum hava
staðið seg best í hinum báð-
um kappingunum, og síð-
ani spæla øll móti øllum.
Altso sjey talv hvør. Tíðin
til hvørt talvið verður tá
eisini longd í 30 minuttir.
Tey trý fremstu í hvørjari
kapping fáa heiðursmerki,
umframt at steyp eisini
verða latin í finalukapping-
ini. Hartil sleppa tey bæði
fremstu í hvørjum bólki
eisini við til Norðurlendsku
meistarakappingina
fyri
einstaklingar. Hendan verð-
ur hildin í Finnlandi í
februar mánaði.
Tilmelding til kappingina
fer
fram
á
www.faroechess.com.
Luttøkan til ungdómskappingarnar hevur verið alsamt vaks-
andi. Aftur í vetur fer Talvsambandið at finna fram til besta
telvaran