mikudagur 26. oktober 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 204 - 26. oktober 2005
At lesa av tølunum
hevur Euran tað ikki
serliga gott. Virðið
hevur verið javnt
minkandi í ár, og
seinastu fýra
mánaðarnar hevur
lutfallið millum
Dollar og Euro ikið
aftur og fram millum
1,19 og 1,24
EURO, DOLLAR
KREPPA?
Rolf Guttesen:
rg@geogr.ku.dk
Lægsta virði hevði Euro
umleið 1. juli, tá bert 1,18
Dollars fingust eina Euro.
Men kurvumyndin
vísir
eisini, at alt árið sum farið
er, hevur ikki gingist so væl
hjá felags valutaeindini hjá
teim 12 ES-londunum í
valutasamtakinum. Har er
danska krónan sum kunn-
ugt ikki við. Men hon er
bundin tætt at Euro-kursin-
um, so faktisk broytist virð-
ið í krónuni á sama hátt
sum á Euro.
Var felags valuta-
eindin í ES-samtak-
inum ein misskiljing?
Spurningurin kann setast,
var tiltakið við eini felags
valutaeind í ES-samtakin-
um ein misskiljing?
Tann rættiliga javna og
áhaldandi afturgongdin vís-
ir ein veikleika, sum kundi
bent á, at vinnulív og pen-
ingastovnar av ymsum slag
eru skeptisk og ikki hava
álit. Niðurstøðan kundi ver-
ið, at generella kreppan í
ES og serliga stjórnar-
kreppan í Berlin, hóttir
støðuna hjá Euruni.
Men Financial Times
Deutschland, FTD, sum
viðger hesa kreppu, heldur
ikki, at hetta er ein røtt
niðurstøða. Teir vísa á, at
kursurin (sum er víst í
kurvumyndini) er nakað
relativt, hann er eitt lutfall
millum tvær støddir. Fyrst
er at minnast á, at ein søga
eisini liggur frammanfyri
tað, sum víst er á kurvu-
myndini hjá Sosialinum.
Frá januar 2002, tá kursurin
var umleið 0,90, til januar
2005, tá kursurin var
umleið 1,36, styrknaði Eur-
an so javnan.
Financial Times
Deutschland: Euran
ikki "bleyt"
Har sum okkara mynd tek-
ur við, kann sigast, at Euran
var komin uppá eina re-
kordhædd í mun til Dollars.
Afturgongdin skal síggjast í
hesum perspektivi. Har-
næst siga teir, at Euran
liggur í dag á sama støði,
sum tá hon var tikin í nýtslu
í 1999, og virðið í dag ligg-
ur omanfyri tað samlaða
meðaltalið. FDT sigur sum
niðurstøðu, at talan als ikki
kann
vera
um
nakra
"bleyta" valuta.
Víðari seta teir tann rele-
vanta spurning, um valuta-
marknaðurin kann vera
vísital fyri styrkina í einum
búskapi. Sum dømi nevna
teir, at amerikanski búskap-
urin var í mega-vøkstri alt
árið í fjør, meðan Dollarin
bara fall og fall. Tað vildi tí
verið óðamannaverk at ført
búskaparpolitikk eftir teim
smærru, dagligu ella stutt-
tíðar svingunum upp og
niður.
Men hinvegin skerst ikki
burtur, at Euran er viknað.
Ikki bert í mun til Dollar.
Verður avrikið (perfor-
mance) hjá 58 valutaeind-
um í heiminum samanborin
fyri árið 2005, so fær Euran
næstan
dumpikarakter.
Liggur bert nummar 50 av
58. Bæði bretska Pundið,
japanska Yen, brasilianska
Real, indonesiska Rupie og
turkiska Lira hava styrkt
seg í mun til Euro.
Í løtuni lokkar
USA mest
Í 2005 hevur Euran ikki
kunna lokkað nóg nógvar
íleggjarar til økið. Í Euro-
londum hevur eingin týðu-
ligur vøkstur verið at sjá.
Og rentan hevur eisini ver-
ið so lág, at íleggjarar við
leysum kapitali heldur eru
farnir til USA.
Hetta var tó eisini gald-
andi árið fyri, í 2004. Men
tá hevði Dollarin uppaftur
sjónligari
veikleikar
at
dragast við, millum annað
"the twin deficits", sum vit
hava viðgjørt nakrar ferðir
á hesum plássi. Nógvir ak-
tørar á valutamarknaðinum
pendla millum Euro og
Dollar, men í 2005 hevur
leysi kapitalurin floymt
yvir til Dollars.
Politikk-munur mill-
um USA og Europa
Pengapolitikkurin
hvør
sínu megin Atlantshav er í
dag rættiliga ólíkur. Euro-
peiski Centralbankin, ECB,
hevur hildið fast um eina
lága leiðandi rentu uppá 2
procent í longri tíð, í 28
mánaðir. Hinvegin hevur
amerikanski centralbankin,
The Fed, við jøvnum mill-
umbilum skrúvað leiðandi
rentuna upp við 0,25 pcp,
frá 2,25 til 3,75 procent.
Vaksandi
rentumunurin
millum USA og Europa
ger tað meira áhugavert at
gera íløgur í Dollars.
Hetta er helst ein orsøk
til, at leiðandi týskir bú-
skaparfrøðingar í seinastu
viku, sambært Jyllands-
posten, skutu upp at euro-
rentan skuldi verið hækkað
við hálvum procenti.
Eisini politiskur
stígur í europeiska
samstarvinum
Báðar fólkaatkvøðurnar í
Frankaríki og Hollandi, har
uppskotið til nýggja ES-
grundlóg var felt, hava havt
negativt árin. Tað sást týði-
liga á kurvumyndini. Tað
eru tey stóru høggini niður-
eftir í juni mánaði. Hesar
hendingar skaptu iva. Var
ES var ført fyri at gjøgnum-
føra broytingar og ábøtur,
sum vóru neyðugar fyri at
seta hjólini í gongd aftur.
Og týska valúrslitið í sep-
tember, har tað at kalla stóð
á jøvnum millum sosial-
demokratarnar, SPD, og
hini kristiligu í CDU, skapti
upp aftur størri iva. Nú sær
út, sum ein stór samgongu-
stjórn verður skipað, "eine
grosse Koalition." Lat okk-
um síggja hvør politikkur
kemur burturúr.
Ringt fyri oljuprísin
og men gott fyri
útflutningin
Veika Euran kann skapa
inflatión og prísvøkstur í
Europa. Men serliga olju-
prísurin gevur nakað at
hugsa um. Oljan kostar í
dag umleið 65% meira enn
í januar. Hevði dollarin ikki
ment seg so brátt, og Euran
viknað tilsvarandi, hevði
oljuprísurin bert verið 45%
hægri.
Men í handlinum við um-
verðina er lági eurokursurin
ein fyrimunur fyri euro-
lond. Lága Euran ger tað
lættari at selja vørurnar, eitt
nú í USA. Og størsti bú-
skapur mullum eurolond,
Týskland, hevur eisini havt
stórt avlop bæði á handils-
og gjaldsjavnanum. Í talv-
uni eru nøkur av nýggjastu
høvuðstølunum sett upp til
samanberingar.
Keldur:
Mark Schieritz: Kommentar;
Euro auf Abwegen. FTD
20.10.2005
Claus Hecking: Dossier Euro
schwächste Währung des
Jahres. FTD 20-10-2005
Ulla Nørby: Tyske tænketanke
anbefaler rentestigning. JP
21.10.2005
The Economist. Economic and
financial indicators. October
15th-21st 2005
Var europeiska Euran ein misskiljing?
Talvan vísir búskaparlig høvuðstøl í Europa og USA. Kelda: The Economist
Vøkstur %
Vøkstur %
Handilsjavni, mia $
Gjaldsjavni Mia $
Arbeiðsloysi, %
2005
2006, est.
12 mðr.
12 mðr.
seinasta
Danmark
2,0
2,1
+ 9,8
+ 9,7
5,7
Týskland
0,9
1,1
+ 200,2
+ 110,4
11,7
Eurolond
1,2
1,5
+ 54,3
+ 10,4
8,6
USA
3,5
3,2
- 730,7
- 749,7
5,1
Dollars fyri eina Euro
1. November 2004 - 21. Oktoberr 2005
1,18
1,2
1,22
1,24
1,26
1,28
1,3
1,32
1,34
1,36
nov-04
dec-04
jan-05
feb-05
mar-05
apr-05
maj-05
jun-05
jul-05
aug-05
sep-05
okt-05
RG-2005
Kelda:ECB
Gongur kurvan upp, styrkist Euro:
€
Gongur hon niður, styrkist Dollar:
$