Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 26. oktober 2005 21 Framtaksgrunnur Føroya tilskilar sær staðiliga rætt til at enda ella at broyta søluprosessina og at góðtaka ella vraka eitt og hvørt boð - uttan mun til, um hetta er hægsta ella ikki FAROE SEAFOOD Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í tíðindaskrivi í síðstu viku kunnaðu leiðslan í Framtaksgrunni Føroya og Faroe Seafood um, hvussu gongdin verður í sambandi við søluna av fyritøkuni, P/F Faroe Seafood. Arbeiðið í sambandi við søluna, sum verður fyriskipað av Corporate Finance hjá KPMG í Keypmannahavn, verður skipað í trimum stigum. Fyrsta stig Fyrsta stigið verður, at áhugaðir keyparar skulu seta seg í samband við Corporate Finance, sum eisini fer at seta seg í samband við úrvaldar keyparar heima í Føroy- um og í útlandinum. Ein stutt lýsing av P/F Faroe Seafood og ein trúnaðar- avtala verður útflýggjað. Allir keyparar fáa álagt at undirskriva trúnaðarav- taluna, áðrenn farið verð- ur víðari og víðfevnda sølutilfarið, Information Memorandum (IM) við- víkjandi Faroe Seafood verður útflýggjað. - Við støði í IM verður væntað, at áhugaðir keyparar skrivliga sýna teirra áhuga í at keypa P/F Faroe Seafood við at geva eitt óbindandi in- dicativt boð, sum tað eitur, til Corporate Finance í seinasta lagi, 21. november 2005, siga Framtaksgrunnurin og Faroe Seafood. Næsta stig Næsta stigið verður tikið við støði í innkomnum indicativu boðunum. - Her velir Framtaks- grunnurin eitt avmarkað tal av keyparum at verða við í framhaldandi press- uni. Partarnir, sum verða útvaldir til 2. stig, fáa meira kunning um fe- lagið í eini framløgu frá leiðsluni og fáa haraftrat atgongd til dátarúm og høvi at vitja á virkjunum. Fyri at halda fram í prosessini, mugu keyp- arar nú geva eitt endaligt og bindandi boð. Næsta stigið byrjar stutt eftir, at fyrsta stigið er gjøgnumført. Triðja stig Í triðja og seinasta stigi, verður støðið tikið í endaligu og bindandi boðunum, sum komin eru. - Her velir Framtaks- grunnurin teir partar út, ið skulu verða við í enda- ligu samráðingunum, eini nágreiniligari gjøg- numgongd og formligari lokan av søluni, sum sagt verður. Í tíðindaskrivinum verður dentur lagdur á, at Framtaksgrunnur Føroya staðiliga tilskilar sær rætt til at enda ella at broyta søluprosessina og at góð- taka ella vraka eitt og hvørt boð - uttan mun til, um hetta er hægsta ella ikki. - Hetta tilskilar Fram- taksgrunnurin sær rætt til í øllum nevndu stigum í søluprosessuni, siga Framtaksgrunnur Føroya og Faroe Seafood. Tað eru nevndarfor- menninir í feløgunum báðum, Dagnar S. Joen- sen og Óli Hansen, sum hava undirskrivað tíð- indaskrivið um, hvussu søluprosessin av P/F Faroe Seafood fer at fara fram. Soleiðis fer sølan av Faroe Seafood fram Útflutningurin av upsa gevur turr gólv á før- oysku fiskavirkjunum Formaðurin í Føroya Ráfiskakeyparafelag, Andreas F. Hansen, fegnast um, at mark- naðurin fyri frystum og saltaðum upsavør- um er hampiliga góð- ur í løtuni, og tí held- ur hann, at grundar- lagið hjá føroyskum fiskavirkjum at geva líkinda prís fyri ups- an er hampiliga gott, soleiðis sum støðan er FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Andreas F. Hansen, for- maður í Føroya Ráfiska- keyparafelag, vísir á, at upsafiskiskapurin í ár hev- ur verið rættiliga góður, og hetta er ein orsøkin til, at so nógvur upsi er landaður uttanlands í ár. Hann sigur, at vanliga eru prísirnir bestir um heystarnar, og soleiðis er eisini í ár. - Um várið, tá ið úrtøkan í fiskinum er munandi minni, eru prísirnir oftast eisini hareftir, og soleiðis var eisini í vár, tá ið torført var at keypa og virka upsa við líkinda úrsliti. Turr gólv Formaðurin í ráfiskakeyp- arafelagnum ásannar, at landaðu nøgdirnar av upsa uttanlands eru rættiliga stórar, og hann ásannar eisini, at føroysku fiska- virkini seinastu nógvu mánaðirnar hava mangla upsa, sum hann tekur til. Hann veit um fleiri virki, sum meira ella minni hava ligið í fiskaloysi, tí so nógvur upsi er farin av landinum, og hann nevnir eitt stutt tíðarskeið herfyri, tá ið heili túsund tons av upsa fóru av landinum í at kalla einum "rendi". Andreas F. Hansen sigur, at tað serliga er franski marknaðurin, sum hevur keypt stórar nøgdir av upsa. - Fransmenn fiska eisini upsa, men eisini hjá fiskimonnunum har hava prísirnir verið lágir. Tí eru menn givnir at fiska – ella hava lagt um til aðra veiði. Hetta hevur gjørt, at franski marknaðurin, sum er rætti- liga stórur, hevur keypt nógvan feskan upsa úr øðrum londum og eisini úr Føroyum. Hann vísir á, at franski marknaðurin vanliga er sjálvforsýnaður við upsa, men nú veiðan hjá fronsk- um fiskimonnum er mink- að, vantar marknaðinum fisk. Andreas veit eisini at siga, at fronsk upsaskip eisini fiska í Norðsjónum, og har hevur upsin verið uppaftur smærri enn fisk- urin, sum fæst í føroyskum sjógvi. - Annars er upsin betur til støddar nú, enn hann var fyrr í vár, og fiskurin er sum nevnt eisini nógv betur fyri hesa tíðina av árinum Fekst og fryst Onkur hevur nevnt, at minkaða veiðan av alaska pollock eisini hevur ávirkað upsamarknaðin í Evropu, men her vísir Andreas á, at vit mugu skilja ímillum feskfiska- marknaðin og frysta mark- naðin – ella saltfiskamark- naðin. - Minkaða veiðan eftir alaska pollock ávirkar ikki feskfiskamarknaðin í Evropu, men hon kann hava ávirkan á marknaðin á frystum og saltaðum fiska- vørum, sigur hann. Formaðurin í ráfiska- keyparafelagnum fegnast annars um, at marknaðurin fyri frystum og saltaðum upsavørum er hampiliga góður í løtuni, og tí heldur hann, at grundarlagið hjá føroyskum fiskavirkjum at geva líkinda prís fyri upsan er hampiliga gott, soleiðis sum støðan er. - Lítil toskur er á markn- aðinum í løtuni, nú toska- fiskiskapurin er so nógv minkaður, og næstan ómøguligt er hjá føroysk- um fiskavirkjum at kappast við bretska marknaðin um hýsuna, sigur Andreas F. Hansen, formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag og virkisleiðari á Sandoy Sea- food. Savnsmynd