mikudagur 26. oktober 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 204 - 26. oktober 2005
Fimm ferðir so
nógvur upsi fer
nú beinleiðis av
landinum
Samlaðu nøgdirnar
av ráfiski, sum bein-
leiðis eru landaðar
uttanlands higartil í
ár, eru longu nú tví-
falt so stórar sum alt
árið í fjør
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í Vinnuhúsinum hava tey
hugt at hagtølum, sum
Fiskiveiðieftirlitið ger yvir
beinleiðis landingar hjá
føroyskum ísfiskaskipum
uttanlands.
Samlaðu nøgdirnar í ár
eru rættiliga nógv øktar.
Hagtølini vísa nevniliga,
at tvífalt so nógvur fiskur
er farin beinleiðis av land-
inum higartil í ár sum alt
árið í fjør.
Serliga upsi
Vøksturin í beinleiðis út-
flutningi av upsa er størstur,
og her er talan um ikki
minni enn eina fimmfald-
ing í útflutningstølunum.
Sambært hagtølunum eru
útflutningstølini higartil í
ár hesi (Tølini í klumbrum
eru samlaðu tølini fyri
2004. Í báðum førum eru
tølini avrundað):
Toskur 1.282 tons (343),
hýsa 807 tons (318) og upsi
4.953 (971).
Aftrat
hesum
kemur
"annað". Talið higartil í ár
er 3.167 tons (3.410).
Eisini toskur
Tilsamans eru 10.209 tons
av ráfiski flutt beinleiðis av
landinum higartil í ár ímóti
5.043 tonsum alt árið í fjør.
Tølini vísa, at beinleiðis
landingarnar av upsa uttan-
lands eru sum nevnt fimm-
faldaðar, og somuleiðis eru
nøgdirnar av toski nógv
øktar; úr 343 tonsum í 2004
upp í 1.282 tons higartil í
ár.
Sambært hagtølunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum eru sløk 5.000 tons av upsa landað beinleiðis
uttanlands higartil í ár. Tað er heili fimm ferðir so nógv, sum alt árið í fjør
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Ein og hvør fiska-
keypari noyðist
hvørja ferð, ein søla
er, at sannføra selj-
aran um, at tað loys-
ir seg at koma við
fiskinum, sigur
Andreas F. Hansen,
virkisleiðari á Sand-
oy Seafood og for-
maður í Føroya Rá-
fiskakeyparafelag
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tá ið skipini, Nornagestur
og Kolumbus, sum vóru
heimahoyrandi í Sand-
oynni, vórðu seld til Vest-
mannar fyrr í heyst, tók
ivi seg upp um, hvørt
virkini hjá Sandoy Sea-
food nú fóru at noyðast at
vera fiskin hjá hesum
báðum skipum fyri uttran.
Men tað hevur ikki víst
seg og orðini hjá virkis-
leiðaranum á Sandoy Sea-
food, Andreasi F. Hansen
eftir eigaraskiftið, hava
veruliga
staðið
sína
roynd.
Andreas helt fyri, at
eingin fær nakað fyri einki,
og hugsandi er tí ikki, at
Nornagestur og Kolumbus
hava landað á Sandi
seinastu árini bara tí, at
sandoyingar áttu skipini.
- Úrslitini vísa, at tað
hevur loyst seg hjá skip-
unum at landa veiðina til
Sandoy Seafood, segði
hann.
Gott samstarv
Síðan eigaraskiftið, hava
Nornagestur og Kolum-
bus lagt veiðina upp í
Sandoynni, og hetta fegn-
ast stjórin saman við
sandoyingum um.
- Jú, vit hava gott sam-
starv við nýggju eigarar-
nar, eins og vit høvdu við
teir gomlu. At fáa fatur á
fiski í tíðum sum hesum,
er altíð ein spurningur um
prís, tí stór kapping er um
rávøruna. Tað er ikki so-
leiðis, at skipini bara
landa í Sandoynni – og so
tosa vit um prísin aftaná.
Soleiðis gongur tað ikki
fyri seg, sigur hann.
At sannføra
Andreas F. Hansen vísir á,
at ein og hvør fiskakeyp-
ari noyðist hvørja ferð,
ein søla er, at sannføra
seljaran um, at tað loysir
seg at koma við fiskinum.
Spurdur, um hann vænt-
ar, at skipini í framtíðini
verða líka so dyggir stuðl-
ar undir ráfiskatilgongd-
ini hjá virkjunum í Sand-
oynni sum higartil, sigur
hann:
- Soleingi, vit eru kapp-
ingarførir í prísi og tæn-
astu, dugi eg ikki at
síggja, hví góða samstarv-
ið, vit hava við nýggju
eigararar, ikki skal halda
fram, sigur Andreas F.
Hansen, virkisleiðari á
Sandoy Seafood.
Nornagestur og Kolumbus
landa til Sandoy Seafood
- Hóast russisku skip-
ini ikki keypa upsa
við føroyskan
bryggjukant longur,
síggja vit, at nógvur
upsi fer at landinum
kortini, sigur Árni
Dam, russiskur um-
boðsmaður í Føroy-
um
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hvat er skilagott – og hvat
er ikki?
Hetta er ein góður spurn-
ingur.
Er tað skilagott, at før-
oysk
ísfiskaskip
skulu
noyðast at sigla longu leið-
ina niður til Danmarkar við
upsa, tá ið tey í staðin
kundu landað fiskin til
russisk skip við føroyskan
bryggjukant?
Hagtølini vísa, at hóast
eingi russisk skip nú keypa
smáan upsa í Føroyum, eru
beinleiðis upsalandingar-
nar í útlandinum nógv
størri enn nakrantíð.
Tær eru nevniliga meira
enn fimmfaldaðar í ár!
Árni Dam, russiskur um-
boðsmaður í Føroyum,
heldur tað vera undarligt,
nú oljan er so dýr – og skip
missa eini fimm samdøgur,
tá ið tey sigla niður til Dan-
markar, at myndugleikarnir
í Føroyum ikki líka so væl
kunnu loyva russiskum
skipum at keypa fiskin í
Føroyum.
- Eg skilji væl, at lands-
stýrismaðurin hugsar um
arbeiðarafeløgini – og tað,
at fiskurin verður virkaður
í Føroyum, men tað, sum
vit síggja, er, at hóast eingi
russisk skip longur keypa
upsa í Føroyum, fara stórar
nøgdir av landinum kortini
– ja, nógv størri enn
nakrantíð áður.
Tá ið russisk skip byrj-
aðu at keypa upsa í Føroy-
um í vár, var upsaprísurin í
botni.
Skip lógu á Vági, Runa-
vík, Vestmanna og í Sør-
vági og samlaðu nøgdirnar,
tey keyptu fyri líkinda prís
– og munandi betri prís,
enn føroysku fiskavirkini
kundu bjóða, vóru eini
2000 tons.
Hesi 2000 tonsini eru
ikki íroknaði tey út við
5000 tonsini av upsa, sum
føroysk ísfiskaskip hava
siglt beinleiðis á marknaðin
við í ár.
Árni Dam spyr, hvar
logikkurin er í hesum.
Hann heldur, at sum sam-
felag áttu vit at hugsað um,
at skipini kunnu spara olju
og tíð.
- Vit fáa hvørja viku fyri-
spurningar frá feløgum,
sum vilja keypa upsa til
Ruslands, men landsstýris-
maðurin vil ikki loyva skip-
um at keypa um føroyskan
bryggjukant.
Árni Dam sigur seg onga
løtu ivast í, at russar, sum
vilja keypa bílig fiskasløg
frá føroyingum, høvdu
viljað givið líka góðan prís
fyri fiskin, sum føroysk
ísfiskaskip fáa við bein-
leiðis landingum á út-
lendska marknaðinum.
Føroyski ísfiskaflotin:
Hevði spart olju
og tíð, um russar
sluppu at keypa
Árni Dam, russiskur
umboðsmaður í Føroyum
Mynd: Vilmund Jacobsen