mikudagur 26. oktober 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 - 26. oktober 2005
19
Tað var í februar í ár, tá nógv varð tosað um kreppuna í
Suðuroynni, at gjørt varð av at stovna eitt nýtt vinnuráð
fyri alla oynna, heldur enn at eitt vinnuráð var fyri norð-
ara partin av oynni og eitt fyri syðra partin.Tað er fyri at
byggja brýr millum allar partar av Suðuroynni at gjørt
varð av at hava eitt felags vinnuráð. Hetta stig kom í
kjalarvørrinum av, at landsstýrismaðurin í innlendismálum
vitjaði í oynni og ynskti at fáa eina felags rødd fyri
vinnuna í Suðuroynni at samskifta við.Tim Wentslau, sum
sjálvur er fyri at leggja allar kommunur saman í oynni,
varð valdur til formann í nýggja ráðnum, sum enn ikki er
farið til verka av álvara. Men nú verður tað. Ætlanin er at
kalla inn til fund í vikuni ella næstu framtíð at leggja
ætlanir fyri framtíðina.
Tim Wentslau er útbúgvin sivilverkfrøðingur. Hann hevur
búð í Føroyum seinastu 7 árini og hevur føroyska konu.
Hann hevur eitt virki á Tvøroyri, sum ger telduprogramm
fyri orðblind og handicappað. Áðrenn hann kom til Før-
oya arbeiddi hann sum systemútviklari hjá Kommunernes
Landsforening.
Suðuroyar Vinnuráð
umborð á Smyrli og at hetta
tekur frá gistingarhúsunum
í oynni. Til tað sigur Tim,
at hjá fólki, sum kanska
bert vilja vera í oynni í ein
dag, har kann tað vera
skilagott at yvirnátta um-
borð. Og eru fólk har í fleiri
dagar, so kunnu tey jú fyrst
búgva á hotelli og so fara
umborð at sova ta seinastu
náttina. Tað er eisini ein
skilagóð kombinatión, tí tá
nýtist tú ikki at fara heilt
tíðliga upp á morgni og
umborð. Her má bera til at
fáa eitt samstarv.
Samanumtikið
heldur
formaðurin í Suðuroyar
Vinnuráð, at tað nyttar ikki
bara at sita hendur í favn og
halda, at alt kemur av sær
sjálvum. - Vit mugu eisini
sjálvi vera virkin og koma
við hugskotum til vørur og
tænastur, sum fáa fólk at
ferðast til Suðuroyar, eitt nú
í sambandi við ferðavinnu.
Kunnu vit fáa í gongd eina
pendlaramentan, so vilja
tað kanska vera handverk-
arar í Suðuroy, sum kunnu
fara til arbeiðis í Havn á
morgni og vera heima aftur
tíðliga á kvøldi.
ppá longri sikt
Nýggi Smyril gevur nógvar
nýggjar møguleikar