Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. oktober 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 204 - 26. oktober 2005 Hann gevur okkum stórar og nýggjar møguleikar, men tað nyttar so ikki bara hjá suðuroyingum at sita hendur í favn og bíða eftir, at tingini skulu henda av sær sjálvum. Vit, sum búgva í oynni, mugu eisini sjálvi taka stig til at troyta møguleikarnar nýggja skipið gevur okkum sigur formað- urin í Suðuroyar Vinnuráð, Tim Wentslau SUÐUROYAR VINNU- RÁÐ OG SMYRIL Jan Müller jan@sosialurin.fo – Eg haldi tað var rætt at byggja eitt størri skip, sum ikki bert nøktar tørvin í dag men sum eisini kann nøkta vaksandi tørvin í framtíð- ini. Hetta sigur Tim Wents- lau, nýklæktur formaður í Suðuroyar Vinnuráð. Hann hevur fylgt almenna orða- skiftinum um Smyril, har tað m.a. hevur verið víst á, at skipið er alt ov stórt til Suðuroyarsiglingina. Sjálv- ur heldur hann, at vit eiga at hyggja uppá longri sikt, hvat kann gagna Suður- oynni og samskiftinum við meginøkið fleiri ár fram í tíðina. Verður skipið mett út frá tí, so heldur hann, at nýggi Smyril er rætta skip- ið. Tim Wentslau sær fyri sær, at Smyril kemur halda fram við at røkja vanliga ferðafólkaflutningin um- framt at flyta góðs og vørur og her serstakliga ganga tørvinum hjá vinnulívinum á møti. Hann heldur tað var rætt at byggja eitt væl størri skip enn verandi Smyril skal hædd takast fyri einum øktum fólka- og vøruflutn- ingi millum Suðuroynna og meginøkið í framtíðini. - Eg veit væl, at man kann altið seta fingrarnar á hetta og hatta, eitt nú at skipið er ov stórt. Men lat okkum heldur hyggja frameftir, nú skipið er komið, og tosa um, hvussu vit fáa økt um virksemið sum heild, nú vit jú hava fingið rætta amboð- ið til tess at kunna røkka hesum máli. Formaðurin í Suðuroyar Vinnuráð heldur tað vera so heilt upplagt, at tað verður ein túrur aftrat á suðuroyar- leiðini. Og hann grund- gevur hetta út frá ynskinum um at menna ferðavinnuna. Tað fer at fáa fleiri fólk at ferðast. Um tað bert ein túrur heilt tíðliga á morgin og ein seint seinnapartin, so er avmarkað, hvat tú fær av fólki til Suðuroyar. Minicruise – Eg ímyndi mær, at man skipar fyri einum mini- cruise til Suðuroyar. Bara ferðin í sær sjálvum fram- við Sandoynni og síðani ein dagstúrur runt Suðuroynna í bili hevði kunnað drigið mong fólk henda vegin, tí her finst ein so ómetaliga vøkur náttúra. At vit hava fingið eitt nýtt skip eigur at kunna skapa nýggjar møguleikar og sleppa mongum av við tann ótta, sum oftani er tengdur at at sigla til Suðuroyar. Sjálvur havi eg handilssambond í Havn, sum halda, at Suður- oyggin liggur longur burt- uri enn Keypmannahavn. So í hugaheiminum hjá mongum í dag liggur Suð- uroyggin longur burturi enn t.d. floghavnin í Kastrup. Henda hugburð kann nýggi Smyril vera við til at broyta. Tim Wentslau heldur tí, at skal man leggja ferða- vinnuna til rættis til næsta summar og fara út og selja ferðamannapakkar, so má man vita nú, hvussu sigl- ingarætlanin verður næsta ár. - Nú eru so brúkar nakrar hundrað milliónir til hetta nýggja stásiliga skipið. Spurningurin er so hvussu man við at brúka nakrar milliónir aftrat kann vera við til at menna eitt ella fleiri vinnulívskonsept, harav ferðavinnan er eitt. Tim, sum kemur úr einum øðrum landi, sigur seg hóma eina ávísa depressión vinnulívinum í Suður- oynni. Tað er ómetaliga tor- ført at fáa fólk at taka stig til nakað sum helst. Pendlaravirksemi - Kann nýggi Smyril verða við til at bøta um hesa støð- una? - Tá nakað nýtt kemur sum eitt nú hetta skipið, so vil tað altíð skapa optim- ismu og grundarlag undir nøkrum nýggjum. Ein av hesum møguleikum er at satsa uppá pendlaravirk- semi. Tekur tað bert hálvan annan tíma at sigla, so kann hetta fáa fleiri fólk at fara henda túrin. Verður siglt t.d. kl. hálvgum sjey á morgni úr Suðuroynni í- staðin fyri kl. sjey, so kanst tú vera í Havn um átta- tíðina. Tá kanst tú arbeiða normalt og er so ein túrur aftur til Suðuroyar kl. 16.30, so kanst tú vera heima aftur kl. 18, og so hevur tú møguleika at hava eitt familjulív sum onnur. Komforturin umborð er so mikið góður, at tú eisini kemur úthvíldur heimaftur. Hetta ber ikki til í dag. Men verður ferðaætlanin løgd øðrvísi til rættis, so gevur hetta pendlarunum nógv størri møguleikar. Yvirnátta umborð Kjak hevur so eisini tikið seg um um hetta at búgva Nýggi Smyril skal gagna u Tim Wentslau, formaður í Suðuroyar Vinnuráð