hósdagur 27. oktober 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 205 - 27. oktober 2005
Høvuðsnavnið á kon-
sertini, sum var í
býráðssalinum hjá
Runavíkar Kommunu
í gjárkvøldið, var Ida
Kellemann Thomsen
úr Hirtshals
KONSERT
Lív Reinert Kjeld
liv@sosialurin.fo
16 ára gamla Ida Kelle-
mann Thomsen hevur spælt
klassiskt klaver í musikk-
skúlanum í Hirtshals í
níggju ár. Hon gongur í
fyrsta flokki í studenta-
skúla, umframt at hon dúg-
liga venur klaver í musikk-
skúlanum, har hon er
sloppin at ganga í »Talent-
klasse«, har einans átta
næmingar ganga. Hetta er
eitt satt bragd, tá ið hugsað
verður um, at umleið 1.400
næmingar frá 0-25 ár ganga
í musikkskúlanum í Hirts-
hals.
Tey átta, sum ganga í
talentflokkinum, fáa tvær
ferðir so nógva undirvísing,
sum hini í musikkskúlan-
um. Harumframt hava tey
annanhvønn mánað eitt,
sum tey kalla »Perfor-
mance-Class«, sum merkir
framførsluflokkur.
Tá
framføra tey hvør fyri
øðrum í flokkinum, og tosa
um, hvat var gott, og hvat
kundi verið gjørt betur.
Afturat hesum syrgja tey
eisini fyri at fáa eina góða
tónleikauppliving
hvønn
mánað.
Í musikkskúlanum hevur
Ida hoyrilæru og tónleika-
teori umframt klaverundir-
vísing. Lærarin hjá henni
eitur Birgitte Zielke. Hon
hevur verið lærari hjá Idu
seinastu fimm árini. Tá ið
hon varð biðin um at siga
nøkur orð um Idu, áðrenn
hon fór at spæla, segði hon,
at Ida er sera musikalsk.
Umframt klavervenjingina
syngur hon eisini í tveim-
um kirkjukórum og einum
kóri á studentaskúlanum.
– Hun er en dejlig, musi-
kalsk pige at arbejde med,
segði Birgitte smílandi um
næmingin hjá sær.
Tá ið Ida varð spurd, um
hon var von við at ferðast
og spæla konsertir, svaraði
hon, at hetta var fyrsta
ferðin, at hon varð biðin
um at koma so langt.
– Tað er heilt fantastiskt
at sleppa til Føroya at fram-
føra!
Tá ið Ida setti seg við
klaverið, hevði hon ongar
nótar at halda seg til. Hon
spældi eina góða løtu, og
tað kendist beinanvegin, at
hetta var nakað heilt serligt.
Hon livdi seg heilt inn í
tónleikin, og áhoyrararnir
vórðu veruliga drignir við
av
hennara
fantastisku
framførslu. Sum frásøgu-
maðurin Jóannes S. Hansen
segði eftir konsertina:
– Ida er ein lítil genta,
men ein stórur tónleikari.
Fantastiskt at
sleppa til Føroya
at framføra
Bilasølan er í støðugari menning og fyri at styrkja um tænastuna, sóknast vit eftir
starvsfólkum at byrja skjótast tilber.
Arbeiðið fevnir um goymslustýring, bílegging og sølu av eykalutum bæði til verkstaðin
og beinleiðis til viðskiftafólk okkara. Vit leita eftir einum fyrikomandi persóni, ið er
nærlagdur og dugir at fáast við fólk.
Tað er ein fyrimunur um umsøkjari hevur FHS prógv .
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Rógva Sigurðsson á tlf. 315354.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um alskyns mekaniskar og tekniskar umvælingar og eftirlit
av teimum bilamerkjum, ið bilasølan umboðar. Bæði lærlingur og sveinur verða partur
av einum samansjóðaum toymi, ið skal tryggja, at dygdin er í hásæti og at tíðarætlanir
verða hildnar.
Fyri at søkja starvið sum lærlingur til bilaverkstaðin, er tað ein treyt at viðkomandi
hevur 10. floks fráfaringarprógv fólkaskúlans.
Fyri sveinin til bilaverkstaðin, er tað ein fyrimunur um viðkomandi hevur kunnleika til
CAN-BUS og til nýmótans kanningar-, eftirlits- og royndarskipanir.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Anton Jacobsen á tlf. 315354.
Lærlingur til eykalutagoymsluna
Lærlingur og sveinur til bilaverkstaðin
Starvsfólk til Bilasøluna
Bilasølan P/F
Vegurin Langi
Bilasølan
P/F
Postboks 3192
Vegurin
Langi
110 Tórshavn
Umsóknir, við viðkomandi skjølum, skulu
verða okkum í hendi seinast 1. nov.
2005 og sendast til:
LOKALREDAKTIÓN
Snorri Brend
Klaksvík: Nú fáa klaks-
víkingar og norðoyingar aft-
ur høvið til at fáa beinleiðis
samband við blaðfólk hjá
Sosialinum. Frá komandi
viku verður redaktiónin í
Nólsoyar Pálsgøtu 1 opin
tríggjar dagar um vikuna frá
kl. 9 til 12.
Tað var eitt stórt stig sum
Sosialurin tók á sinni, tá vit
lótu upp lokalredaktiónir
kring landið. Eisini klaks-
víkingar merktu til hesa sats-
ingina.
Í blaðheiminum er tað
altíð soleiðis, at fólk koma
og fólk fara. Soleiðis hevur
redaktión okkara í Klaksvík
eisini merkt til skiftið av
starvsfólkum á Sosialinum,
og tí hevur redaktiónin ikki
altíð hevur verið opin sum
ætlað.
Men nú skal broyting
koma í: Nú fer lokalredak-
tiónin í Klaksvík til verka
aftur, hesaferð við trimum av
blaðfólkum okkara.
Longu mánadagin kl. 9
fara klaksvíkingar at merkja
til hetta.
Tríggjar dagar um vikuna
Skipanin verður soleiðis,
at trý av blaðfólkum okkara
fara at skiftast um at manna
redaktiónina:
Mánadag fer Vilmund Ja-
cobsen at vera fastur maður
á redaktiónini. Mikudag
verður tað Snorri Brend og
hósdag Anna V. Ellingsgaard
sum manna redaktiónina.
Møguleiki er sjálvandi fyri
at tey býta um dagar, skuldi
tað gjørst neyðugt.
Men mánadag, mikudag
og hósdag verður so altíð eitt
blaðfólk á redaktiónini í
Nólsoyar Pálsgøtu 1 í Klaks-
vík.
Uppgávurnar hjá hesum
fólkunum verða at dekka tíð-
indi úr Klaksvík og Norð-
oyggjum annars.
Tað fer eisini framhald-
andi at bera til hjá viðskifta-
fólki okkara at koma inn á
gólvið hesar dagarnar við
heilsanum,
lýsingum
til
lýsingartorgið, lesarabrøv-
um ella viðmerkingum, tilfar
til Nøvn í vikuni og annað
viðkomandi, sum norðoyi-
ngar ynskja skal koma í
blaðið. Til ber eisini at gjalda
fyri lýsingarnar og heilsan-
inar á redaktiónini.
So verð vælkomin at vitja
redaktiónina mánadagin kl.
9.
Adressa: N. Pálsg. 1
Tlf.: 458686 og 458685
Fax: 458687
Teldupostur:
klaksvik@sosialurin.fo
Norðoyaredaktiónin
við nýggjari manning
16 ára gamla Ida Kellemann Thomsen var høvuðsnavnið á
konsertini í Runavík mánakvøldið