Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 27. oktober 2005 3 Fríggjakvøldið 28. oktober verður árliga seyðasýningin í Vági og tað er Stóra Pakk- hús og økið kring húsið, ið er karmur um tiltakið. Møgu- leiki verður at skanna seyðin SEYÐASÝNING dagfinn@sosialurin.fo Seyðasýningin 2005 í Vági verður fríggjakvøldið í Stóra Pakkhúsi. Byrjað verður stundisliga klokkan 18 og luttakaragjaldið er 100 krónur, umframt at lut- takarar eisini hava eitt fat við smurdum breyði við. Seyðaskanning Nýggj tøkni er komin til landið, so til ber at skanna seyð fyri feitt. Eyðstein Jensen verður á staðnum og møguleiki verður at fáa seyðin skann- aðan móti enum gjaldi á 15 krónur. Seyðasýningin í Vági er afturvendandi tiltak og áhugin fyri tiltakinum er stórur fyri sýningini, siga fyrireikararnir. Seyðasýning 2005 í Vági Býráðssalurin hjá Runavíkar Kommunu var mánakvøldið stúgvandi fullur av fólki, sum vóru kom- in á eina fjølbroytta konsert við fleiri ungum tónleikarum KONSERT Lív Reinert Kjeld liv.reinert.kjeld@skulin.fo Í gjárkvøldið var konsert í býráðssalinum hjá Runa- víkar Kommunu. Konsertin var í samband við mentan- arvikuna, sum er í Runavík í hesum døgum. Nógv fólk var komið til konsertina, sum byrjaði klokkan hálvgum átta. Ein bólkur av ungum næmingum undir leiðslu av hornorkesturleiðaranum Kenneth Jones legði fyri. Bólkurin var mannaður við Katrini Árnadóttir, Hall- gerð Árnadóttir, Janu Abra- hamsen og Duritu Jo- hannesen úr Oyndarfirði, Áka Leitisstein Hansen úr Runavík, Jóngerð Juul Olsen úr Rituvík og Dávur Juul Magnussen úr Havn. Tey spældu lættan, góðan horntónleik; m. a. var kenda lagið Blue Moon at hoyra. Næst á skránni var ein trio, sum var mannað við 14 ára gomlu Sonju á Reynatrøð, sum spældi klaver, 12 ára gomlu Bjørt Simonsen á sello og 16 ára gomlu Joan Simonsen á violin. Tær spældu eitt klassiskt verk hjá Eliasi Davidsen. Allar tríggjar venja hjá Tóra Restorff Jacobsen, sum er lærari á musikkskúlanum í Havn, Runavík, Klaksvík og Fuglafirði. Síðan spældi 15 ára gamla Jórun Hansen av Skipanesi trý klassisk verk á klaver. Jórun hevur spælt klaver í níggju ár í musikk- skúlanum hjá Jóannesi Andreassen, og hevur tvær ferðir verið við á tí navn- frama »Steinway Festival- inum«. 16 ára gamla Katrin Hov- land Petersen úr Saltangará hevur sum einasti føroy- ingur spælt á hørpu í nøkur ár, men mánakvøldið hevði hon tikið klarinettina fram. Saman við musikkskúla- lærarunum Bjarna Berg á klarinett og Birgitte Snack- enburg á klaver spældi hon trý klassisk verk. Katrin gongur á »Orkesterefter- skolen« í Holstebro í Dan- mark. Hon hevur vunnið fyrstu virðisløn í eini kapp- ing, sum eitur »Den Ber- lingske Tidendes Klassiske Musikkonkurrence«. Høvuðsnavnið á konsert- ini var Ida Kellemann Thomsen úr Hirtshals. Ida er 16 ára gomul, og gongur í »Talentklasse« í musikk- skúlanum í Hirtshals, har hon umframt klaverundir- vísing hevur hoyrilæru og tónleikateori. Ida hevur spælt klaver í níggju ár, og hevur m. a. fleiri ferðir verið við í »Den Danske Steinway Festival«. Sum heild kann sigast, at konsertin eydnaðist væl. Skráin var fjølbroytt, og Jóannes S. Hansen, sum var frásøgumaður, kom sera væl frá uppgávuni. Hann visti nógv at siga um tey ymisku tónaskøldini, og setti sín heilt serliga dám á konsertina. Hugnalig og fjølbroytt konsert í Runavík Katrin Hovland Petersen hugtók við frálíkum klarinettspæli Mynd: Lív Reinert Kjeld