hósdagur 27. oktober 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 205 - 27. oktober 2005
Óneyðugt er at gita,
hvør høvuðsmarkn-
aðurin hjá fiskavirk-
inum FarIta í Hal-
dórsvík er. – Vit hava
samband við fleiri
smærri keyparar í
Italia, sum keypa
okkara dygdarvørur,
sigur virkisleiðarin,
Háldan Haldansen
FISKAVIRKI
Orð & myndir: Snorri Brend
Haldórsvík: Tað kennist so
hugaligt at koma inn í
henda virkisbygningin á
havnalagnum.
Tað er týsdagur og tað er
kuldi í luftini. Men inni á
virkinum er ikki líkt til at
arbeiðsfólkið hevur trupul-
leikar við at halda hitanum.
Ljóðið frá maskinum, ið
koyra er tað fyrsta, ið møtir
okkum tá vit trína innar í
virkið.
Virkisleiðarin,
Háldan
Haldansen úr Vestmanna
tekur ímóti okkum og vísir
okkum framleiðsluhøllina,
har arbeiðsfólkið tá ar-
beiddi saltfisk.
Arbeiðsgongdin er væl
skipað: Ráfiskurin kemur
inn í sunnara endanum av
virkinum, og hann sæst ikki
aftur, fyrrenn hann er klár-
ur til avskipingar til itálska
marknaðin í norðara enda.
Henda morgunin vit vitj-
aðu virkið vóru tey eini 25
til arbeiðis. Kvinnur og
menn, sum fáa sína dagligu
úrtøku í hesum virkinum á
havnalagnum í Haldórsvík.
Maskinurnar hvurvu
Tá fólk tosa um flakavirkið
í Vík so koma helst mynd-
irnar fram aftur í minnin-
um, - hesar myndir, sum
vóru í fjølmiðlunum fyri
góðum 10 árum síðani.
Virkið var afturlatið,
koyrt í tann sonevnda møl-
posan, og menn stríddust
við at taka alt tað út úr virk-
inum, sum kundi brúkast á
øðrum virkjum kring land-
ið - maskinur, útgerð, ja
sjálvt lampurnar.
Bygdarfólkinum dámdi
sum sum vera man hetta
sera illa, tí nú var vandi fyri
at virksemi ikki fór at verða
á virkinum aftur í bræði:
Vóru fyrst maskinurnar
farnar úr virkinum og av
bygdini, so mundi verða
seinur dagur til tær fóru at
koma aftur!
Men lukkutíð fyri víka-
fólk, so vóru tað aftur
menn, sum dugdu at síggja
vinnuligar møguleikar í
Føroyskur fiskur til itálska mark
Saltfiskurin er væl dámdur í
Italia, og tað er eisini hagar
at meginparturin av
framleiðsluni hjá FarIta fer
Tá nýggju eigararnir yvirtóku bygningin varð arbeiðsgongdin broytt alt fyri eitt, soleiðis at meiri "flow" kom í arbeiðsgongdina