Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 27. oktober 2005 5 Ein av trupulleikun- um hjá virkinum hevur verið at fingið fatur á rávøru FISKAVIRKI Haldórsvík: Rávøran hjá FarIta er í fyrstu syftu hýsa, men eisini toskur, longa og brosma. Onkutíð hava teir arbeitt eitt sindur av t.d. havtasku, men hevur hetta mest verið gjørt, um fyri- spurningar eru komnir um hetta. Men tað hevur mangan staðið á at útvega nóg mik- ið av rávøru til virkið. Teir royna at halda seg til húkafiskin, serliga hýsuna, men trupult hevur verið at kappast við onnur føroysk - og útlendsk – virki um júst henda fiskin. Onkutíð hava teir tí eisini keypt trolfisk, um hann hevur verið nýggjur og góður. Tað er neyðugt við góðari rávøru, um ein ætlar at tann lidna vøran eisini skal verða ein dygdarvøra. Tað vísir seg at kappingin er munandi harðnað um fiskin. Í løtuni bjóða út- lendingar eisini uppá fisk- in, og eru eisini farnir at bjóða uppá brosmuna og longuna, sum virkið somu- leiðis hevur arbeitt nógv við. Háldan vónar tí at tann nógv umrødda kummunler- ingsavtalan við Ísland og Noreg skjótt kann setast í verk, soleiðis at føroyingar eisini kunnu bjóða uppá fisk hjá grannunum fyri norðan. Gongst sum ætlað, so kann hon møguliga koma í gildi longu á nýggjárinum. Ov lítil rávøra Júst hetta við rávøruni hevur so aftur ført við sær at arbeiðið á virkinum ikki hevur verið nóg støðugt. Miðað hevur verið eftir at arbeiða 2000 tons um árið. Hetta eydnaðist eisini tvey tey fyrstu árini, men síðani hevur ikki gingið soleiðis eftir vild. - Í fjør rukku vit ikki teimum 2000 tonsunum, og tað koma vit so heldur ikki at gera í hesum árinum, staðfestir Háldan. Higartil í ár eru arbeidd eini 1000 tons undan á virkinum. Hóast heystið kann roynast gott, og líkt er til at bátarnir fáa meiri av fiski nú um dagarnir, so duga teir longu nú at síggja, at teir ikki røkka hesum máli í ár. - Árið í ár byrjaði annars væl. Teir fyrstu seks mán- aðirnar var væl at gera, við rættiliga støðugum arbeiði. Men tríggjar teir seinastu mánaðirnar hevur verið í minna lagi av fiski hjá okkum – eins og hjá so mongum øðrum virkjum. - Hóast nøgdin er kvink- að nakað uppeftir í seinast- uni, so koma vit ikki uppá 2000 tons í ár. Langt frá tí, sigur virkisleiðarin. Skiftandi arbeiði Hesa vikuna hevur arbeiði verið á virkinum fram til týsdagin. Mánadagin arbeiddu tey við at pakka fiskin, sam- stundis sum teir keyptu eini 11 tons av rávøru. Týsdagin, tá vit vitjaðu á virkinum, vóru tey m.a. í ferð við at skera flakið og at pakka. Henda morgunin vónaði Háldan at teir kundu keypa nakað av fiski dagin eftir – t.v.s. í gjár, mikudagin. Annars var tá óvist um, hvussu varð við arbeiði restina av vikuni. Hinvegin so væntaði hann at fáa meiri fisk í komandi viku, tá línubátar- nir koma inn aftur nú streymurin aftur fer at harðna. knaðin Útlendingar bjóða eisini upp á fiskin - Vit ætlaðu at arbeiða 2000 tons um árið, men tað klára vit so ikki í ár, sigur virkisleiðarin Háldan Haldansen hesi bygdini og á hesum virkinum. Og á vári í 2001 kundi so hetta nýggja virkið við navninum FarIta taka ímóti fyrstu rávøruni. Nú var aftur arbeiði á virkinum. Betri umstøður Tann sum í dag kemur til virkið sannar skjótt, at her eru hend nógv ting síðani ógvusligu myndirnar í sjónvarpinum á sinni. Hetta er eisini neyðugt, tá ein skal selja sínar vørur uttanlanda og skal skapa og varðveita álitið millum keypara og seljara. Innan er virkið og ar- beiðsgongdin broytt mun- andi, og umstøðurnar hjá skrivstovufólki og arbeiðs- fólki eisini broyttar til tað betra. Ikki nokk við tað: Uttan fyri verður eisini arbeitt í løtuni við m.a. at klæða virkisbygningin, soleiðis at útsíðan eisini kann av- spegla tað virksemið, sum fer fram innandura. Umskipað arbeiðsgongd Háldan Haldansen greiðir frá, at teir keyptu virkið fyri fimm árum síðani. Teir fóru beinanvegin undir at renovera alt virkið innan og at umskipa virkið til ta arbeiðsgongdina, sum teir hildu vera ta bestu til framleiðsluna av saltfiski. Frammanundan hevði saltfiskur eisini verið fram- leiddur her, men nú varð arbeiðið umskipað, soleið- is at rávøran kemur inn í øðrum endanum og tann lidna vøran út í tí norðara virkisbygninginum. Skipanin hevur m.a. gjørt tað soleiðis, at tann váta framleiðslan er í tí upprunaliga virkisbygn- inginum, meðan tað turra arbeiðið, m.a. pakkingin fer fram í bygninginum norðanfyri. Sum er framleiðir FarIta í størstan mun saltfisk, sum teir útflyta til Italia. Nakað verður eisini selt til Spania og onnur lond, men tann itálski marknaðurin er álitið hjá FarIta - hvørs navn eisini júst vísir á henda veruleikan. - Vit hava samband við fleiri fastar keyparar í Italia. Talan er ikki um ein einstakan stóran, men um fleiri smærri keyparar, sum kunnu taka ímóti miðal- stórum nøgdum, sigur Háldan. Tær arbeiða flakið undan. Higartil í ár hevur ikki verið nóg støðugt arbeiði