hósdagur 27. oktober 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 205 - 27. oktober 2005
KUNNINGARTØKNI
Portalurin var nógv vitj-
aður
meðan
arbeiðs-
steðgur var, í viku 42
røkti portal.fo stóran part
av bráðfengis tíðinda-
flutninginum í Føroyum,
Útvarpið
sendi
sera
skert, og heimasíðan hjá
útvarpinum var ikki virk-
in. Somuleiðis lá Dagur
og Vika still, og hetta
sæst aftur í Gallup tølun-
um yvir vitjanir á før-
oyskum heimasíðum.
Heili 29.298 brúkarar
hava vitjað portal.fo til-
samans 216.194 ferðir í
viku 42 og hava teir hugt
at 746.384 síðum. Hetta
er ein munandi hækking í
mun til viku 40, ið er
seinasta vika Gallup hev-
ur skrásett áðrenn ar-
beiðsteðgin. Tá vitjaðu
26.573 brúkarar portal.fo
210.812 ferðir og hugdu
at 507.773 síðum.
Kelda: vevmátingarlistin hjá
Gallup
Kjølar Kafé á Margarin-
fabrikkini
Avlýsta kafékvøldið við
Jens Marna Hansen og
Mikkjal Hvannastein í
Margarinfabrikkni fer nú
endiliga av bakkastokki.
Kvøldið skuldi uppruna-
liga verða hóskvøldið 25.
august, men nakrar dagar
áðrenn hetta, hendi stórur
vatnskaði á Margarin-
fabrikkini. So tiltakið
varð avlýst. Nú hós-
kvøldið verður tiltakið so
í umvældu Margarin-
fabrikkini.
Bæði Jens Marni og
Mikkjal hava fyrr spælt
gittar í Kjølum, og eru
báðir framúr gittarleikar-
ar. Í løtuni er Jens Marni
virkin í nokk Føroya
besta dansibólki Show-
monnum, og Mikkjal
spælir í nógvum ymisk-
um samanhangum. M.a.
var hann innstillaður til
heiðurin sum besti gittar-
leikari til AME virðisløn-
irnar.
Á kafékvøldinum fara
teir at borðreiða við góð-
um og hugnaligum kafé
tónleiki, og hvør veit um
okkurt Kjølar hitt ikki
snýkir seg inn í millum
løgini.
Atlantsflog hevur nú
fingið sítt fimta flog-
far í flotan. Mána-
dagin seinnapartin
lætti nýggjasta flog-
farið úr Basel í Sveits
og setti kós móti
Norwich í Onglandi,
har tað skal málast í
Atlantic litum. Flog-
farið, sum kemur til
Føroya mikudagin í
næstu viku, kostar
um 50 mió kr
FLOGFERÐSLA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Flogfarið er av slagnum
BAE RJ 100, sum er ein
nýggjari og størri útgáva av
BAE 146 flogførunum,
sum felagið frammanundan
eigur. Flogfarið tekur upp
til 95 ferðafólk og er eisini
útgjørt við meiri fram-
komnari og digitalari út-
gerð. Flogfarið er bygt í
1999 og var tað yngsta av
sínum slag í flotanum hjá
sveitsiska felagnum Swiss,
hagani tað er keypt.
- Hóast tað var við sorg-
blídni, at tey søgdu farvæl
til hetta væl roynda flogfar í
Sveits, so gleddust tey kort-
ini um, at flogfarið kemur
til heiður og æru sum nýtt
flaggskip í flotanum hjá
Atlantic Airways, sigur
Magni Arge, stjóri í At-
lantsflog.
Flogfarið er eitt nummar
størri enn tey gomlu. Tað er
eitt sindur longri og eitt
sindur breiðari. Tað hevur
trý setur øðrumegin og tvey
hinumegin, men av tí at tað
er longri, tekur tað kortini
eini 10-12 fólk fleiri.
– Hóast tað er størri og
tekur meira, so brennir tað
kortini eitt sindur minni,
enn tey gomlu, so vit halda,
at hetta er ein skilagóð
íløgu, sigur Magni Arge.
Hann vísir á, at BAE
flogførinni eru farin upp í
prísi seinastu tíðina, eitt nú
tí at Lufthansa, Swiss,
gamla Sabena og tvey
undirfeløg hjá Lufthansara
hava gjørt av at halda fram
við
hesum
týpum
av
flogførum.
– Vit høvdu kortini gjørt
hesa avtaluna framman-
undan, tí fingu vit tað fyri
ein lagalin prís, sigur
Magni Arge.
Flogfarið kemur vænt-
andi til Føroya mikudagin í
næstu viku og fer síðani í
rutuflúgving serliga á Dan-
markarleiðunum. Keyps-
prísurin fyri flogfarið ligg-
ur um 50 milliónir krónur.
– Vit eru nú farin undir
eina endurnýggjan av flot-
anum, og vit halda, at hetta
slagið av flogførum er rætta
stigið at taka júst nú, sigur
hann.
Ætlanin við Airbusflog-
førum
liggur
longri
frammi. Magni Arge sigur,
at tað var ein teknisk fram-
sýning hjá Airbusverk-
smiðjuni, tá Airbusflog-
farið vitjaði herfyri.
– Men alt hevur verið
eftirmett komandi tíðina,
so taka vit støðu til, hvat vit
gera í framtíðini.
Atlantsflog eigur nú fýra
flogfør og leigar eitt flogar.
Felagið hevur brúk fyri
fimm flogførum í summar.
Tó er greitt, at felagið ikki
keypir tað flogfarið, sum í
løtuni verður leigað.
– Fara vit at keypa enn
eitt flogafar, so verður tað
helst eitt sama slag, sum
hetta nýggja, sigur Magni
Arge.
Fimta farið í flotanum
– Vit eru nú farin undir eina
endurnýggjan av flotanum,
og vit halda, at hetta slagið
av flogførum er rætta stigið
at taka júst nú, sigur Magni
Arge, stjóri í Atlantsflog
Heimasíðan hjá Føroya
best dámda punkbólki 200
er undir støðugari menning,
og nú ber eisini til at hoyra
tónleikin hjá bólkinum á
alnetinum. 200 hava lagt
løg av báðum fløgunum hjá
bólkinum, á heimasíðuna,
har tú heilt ókeypis, kann
syngja við til m.a. Muscle-
manblað, Sig ikki nei Kaj
og Skitni Kartni.
Eisini eru myndasøvn,
tíðindi og møguleiki fyri at
downloada nógv ymisk
teldutapet við 200 og papp-
masjefokkjúfingrinum.
Elskar ella hatar tú 200, er
somuleiðis ein gestabók,
har tú kanst fortelja teimum
um kenslurnar.
Alt í alt ein heimasíða, ið
gerst alsamt snøggari, vitja
hana á
www.tveyhundrad.net
nud
Lurta eftir 200 á netinum
Tað ber millum annað til at taka niður teldutapet við 200 á heimasíðuni
Heimarøktin og
Serforsorgin skal
hava nýtt navn. Tí
er avgjørt at skriva
út navnakapping
NAVNAKAPPING
Jákup Mørk
Síðani 1999 hava heima-
røktin
og
serstovna-
deildin verið ein stovnur.
Navnið á stovninum hev-
ur
hesi
árini
verið
Heimarøktin og Serfor-
sorgin, men nú vilja hesi
hava, at meira hóskandi
navn skal finnast.
Tí er navnakapping nú
útskrivað, og er ætlanin,
at navnið skal boða frá
einum felags samleika
fyri tær fimm høvuðs-
deildirnar, sum stovnurin
hevur. tær eru eldraøkið
(herundir heimarøktin),
serstovnadeildin, stuðuls-
skipanin
fyri
vaksin,
deildin fyri sinnisveik og
heilsufrøðiskipanin.
Øll hava rætt at taka lut
í kappingini, og verða
tríggjar virðislønir lætn-
ar. Hesar eru á ávíkavist
15.000, 10.000 og 5.000
kr. Freistin ata senda inn
uppskot er 1. desember.
Heimarøktin skal doypast
Portalurin nógv vitjaður