Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 27. oktober 2005 7 Livravirkið á Eiði er nú latið uppaftur við meiri pengum, nýggj- ari nevnd og tryggari rávørugrundarlagi LIVRAVIRKI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Livravirkið á Eiði er nú latið uppaftur. Tá ið virkið læt upp á sinni, var dreymurin at gera eitt nýskapandi virki, sum skuldi gagnnýta livrina á tí fiski, sum verður fiskaður undir Føroyum, men sum annars í mestan mun verður tveitt aftur í havið. Men tað eydnaðist ikki at fáa skip og bátar at taka livur í nógv stóran mun. Tí gekk virkið ikki og í summ- ar gjørdi eigararnir tískil av at lata aftur og heldur royna at endurskipa tað. – Ætlanin var ikki at gev- ast, men vit gjørdu av at steðga á fyri at royna at endurskipað virkið, sigur Egil Olsen, stjóri. Tað hevur nú eydnast at endurskipa virkið og Egil Olsen, sigur, at soleiðis sum tað hevur gingið síðani teir lótu uppaftur, hevur hann rættiliga góðar vónir til framtíðina. Síðani virkið læt aftur, hava teir roynt at útvega meiri partapening til virkið og tað hevur nú eydnast, soleiðis at partapeningurin er hækkaður 800.000 krón- ur. Samstundis er tað eydn- ast at útvega rakstrarfígg- ing, eins og tað eydnaðist at fáa avtalur við kreditorar um, hvussu fallin skuld skuldi gjaldast aftur. – Tey, sum hava sett nýggjan partapening í virk- ið, eru serliga skip, sum altso eisini eru rávøruveit- arar, umframt aðrir parta- eigarar. Samstundis er starvs- fólkatalið minkað úr fimm, niður í trý fólk og tey eru øll við í sjálvari framleiðsl- uni fyri at spara sum mest. Egil Olsen sigur, at somuleiðis varð nevndin umskipað, so at Marner Lisberg nú er nevndarfor- maður. Hinir nevndarlimir eru Ólavur Bjarkhamar, Ólavur Asason Olsen og Adrian Dalsá. Hava góðar vónir Egil Olsen sigur, at tað hevur gingið bara heilt væl, síðani virkið læt uppaftur. – Alt fyrra hálvár í fjør tóku vit ikki ímóti meiri enn 125 tonsum av livur til- samans. Men hesar seinastu vik- urnar, vit hava havt opið aftur, hava vit fingið eini 20 tons av livur um vikuna, so talan er um eina velduga broyting og útlitini eru munandi betri nú, enn tey hava verið. Verður hetta gongdin, kunnu vit hereftir vænta at fáa minst tað sama um vikuna, sum vit fingu til- samans í eitt hálvt ár, áðr- enn vit lótu virkið aftur og steðgaði á. Stjórin sigur, at teir allar- flestu lemmatrolararnir lata livur til virkið. – Men tað gleðiliga er, at nú eru eisini nakrir partrol- arar farnir at taka livur. Vestminningur og Fram og Grímur Kamban og Kallsevni eru partrolarar, sum eru farnir at taka livur, men Egil Olsen vónar at fleiri fara at fylgja við. – Tá ið skip, seta pening í virkið má tað vera, tí at áhugi er fyri at lata rávøru til virkið. – Men samstundis hevur løgtingið roynt at eggja skipum til at lata livur við at lata skipum, sum lata livur, eitt slag av virðisløn. Soleiðis hevur Fiskimála- ráðið lagt 402 fiskidagar til viks at lata í virðisløn til skip, sum taka livur. Egil Olsen sigur, at á summum skipum fær manningin inntøkuna av livur óskerda. Letur eitt skip fyri 25000 krónur av livur av einum túri, og tað verður býtt ímillum 10 mans, verður tað sostatt 2500 krónur eyka í part og tað eigur at muna hjá manningini, heldur Egil Olsen. Lýsivirkið letur fimm krónur fyri kilo av livur av toski, hýsu, upsa og øðrum botnfiski. Fyri livur av hávi letur virkið átta krónur fyri kilo. Tað er íslendska felagið Lysi, sum keypir alt lýsi, sum verður brætt á Eiði. Í Íslandi verður tað virkað meiri og selt víðari. – Svíkur javnaðar- flokkurin okkum aftur nú, er tað ein ræðulig gerð ímóti teimum lágløntu og tað verður dýrt, sigur Ingeborg Vinther SAMHALDSFASTIN OG SKATTALÆTTI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Svíkur javnaðarflokkurin aftur nú, verður tað ein ræðulig gerð. Ingeborg Vinther er for- kvinna í landsins størsta fakfelag, Føroya Arbeiðara- felag og hon er púra forfard av tíðindunum um, at tað kann henda, at samgongan ikki næsta ár ikki fer at gera eftir avtaluni um at bøta munandi um Arbeiðs- marknaðar-Eftirlønar- grunnin, sum vanliga verð- ur nevndur Samhaldsfasti. Skattalætti ella endurgjald Sum vit nevndu í Sosialin- um í gjár hevur samgongan avtalað at lækka skattin 60 milliónir um árið. Sam- stundis hevur samgongan avtalað, at samhaldsfasti skal styrkjast, so at útgjald- ið longu í 2007 kemur upp á 1900 krónur um mánaðin. Í løtuni er tað góðar 900 krónur og leypir samgong- an frá avtaluni, kann tað sostatt merkja í ringasta føri, at pensjónistar kunnu missa slakar 1000 krónur um mánaðin í pensjón. Men samgongan hevur samstundis gjørt greitt, at avtalan um skattalætta og avtalan um Samhaldsfasta, hanga saman. Verður annað framt, skal hitt fremjast eisini. Men verður annað slept, skal hitt sleppa eisini. Og tað er júst her, at hund- urin liggur grivin. Næsta ár er ætlanin at lækka landsskattin 60 milliónir. Men spurningur- in um talan er um ein skattalætta eftir samgongu- avtaluni ella um talan bara er um endurgjald til komm- unurnar og skattgjaldaran fyri at yvirtaka barnavernd- arøkið og barnaburðar- grunnin frá landinum. Og tað er samgongan ikki blivin samd við seg sjálva enn. Sostatt skal samgongan nú fyrst definera skattalætt- an, sum er latin. Er talan um tað fyrra, skal sam- haldsfasti styrkjast eftir av- taluni í samgonguni. Men er einans talan um endur- gjald, er samgongan heldur ikki bundin av avtaluni um at styrkja Samhaldsfasta. Svikin lyfti verða dýr – Samhaldsfasti hevur ómetaliga stóran týdning fyri løntakaran, serliga tey, sum ikki hava høgar lønir og tískil vánaligar pensj- ónsskipanir. Og tað er fyrst og fremst verkafólkið, sigur Ingeborg Vinther. Tí hava arbeiðarafeløgini lagt alstóran dent á, at at Samhaldsfasti verður ein stórur og sterkur grunnur. – Samhaldsfasti er álitið hjá tímalønta verkafólkin- um. Tað er ikki meir enn at tað kemur fyri, at øll tey, sum arbeiða á fiskavirkj- um, fáa eina fulla arbeiðs- viku, tí tað kemur so lítil fiskur upp á land og tí hava tey ongan møguleika at spara til sína egnu eftirløn. – Verður Samhaldsfasti ikki styrktur, verða tey so- statt nógv verri fyri í eftir- lønaraldri enn øll hini, sum hava góðar eftirlønar-skip- anir. Ingeborg Vinther sigur, at svíkur javnaðarflokkurin lyftið um at bøta um Sam- haldsfasta, er tað ein ræðu- lig gerð ímóti verka-fólkin- um. – Svíkur flokkurin eisini hetta lyftið, fer tað at vera ógvuliga dýrt hjá flokkin- um, tí so verður lítið eftir av honum eftir eitt komandi val, sigur forkvinnan í Før- oya størsta fakfelag. – Vit hava sett okkara álit á, at Samhaldsfasti skuldi gerast eitt munandi ískoyti tileftirlænina og tí vóni eg ikki, at samgongan svíkur álitið. – Men ger samgongan tað, verður hetta javnaðar- flokkinum ein dýr sam- gonga, sigur Ingeborg Vinther. Hon sigur, at hon hevur hoyrt leysatíðindi um, at ætlanin um at styrkja sam- haldsfasta verður slept, men hon hevur noktað at trúð tí. – Higartil eru skattalætt- arnir ikki komnir teimum lágløntu til góðar og eg hevði ikki væntað, at javn- aðarflokkurin eisini fór at svíkjað lyftið um at styrkja Samhaldsfasta. Eg hevði ikki væntað, at flokkurin vildi betala so høgan prís fyri at tvíhalda um eina samgongu við tveimum borgarligum flokkum. Ingeborg Vinther sigur, at vísir tað seg, at hetta endar við, at Samhaldsfasti ikki verður styrktur, er hetta eitt mál, sum fakfeløgini noyð- ast at taka upp. Hava lagt sterkari lunnar undir virkið Egil Olsen sigur, at vónirnar til virkið á Eiði eri betri nú enn tær hava verið leingi Ein ræðulig gerð ímóti øllum teimum sum hava lágar lønir – Eg hevði ikki væntað, at flokkurin vildi betala so høgan prís fyri at tvíhalda um eina samgongu við tveimum borgarligum flokkum, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðara- felag