Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 205 - 27. oktober 2005 Kveiki í nú- tímansgerðini av norður- lendska sam- starvinum Føroyar skulu vera ein kveiki í nú tím- ansgerðini av norðurlendska samstarvinum, sigur Jóannes Eidesgaard. Fram- tíðarstøða Føroya í norðurlendska samstarvinum hevur fingið drúgva viðgerð á norðurlandaráðs- fundinum í Reykjavík NORÐURLANDA- RÁÐIÐ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Á fundi millum forsæt- isráðharrarnar og leið- ararnar í Norðurlondum varð mánadagin gjørt av, at leggja til sam- starvsráðharrarnar í Norðurlendska ráð- harraráðnum at út- greina, hvørjir møgu- leikarnir eru fyri víðkaðari luttøku hjá teimum sjálvsstýrandi londunum í norður- lendska samstarvinum. Grundað á semju millum Grønland, Åland og Føroyar legði løgmaður á fundinum dent á, at útgreiningin skal fevna um nú- tímansgerð av leiklut- inum hjá sjálvstýrandi londunum - íroknað spurningin um sjálv- støðugan limaskap, so sum Føroyar ynskja. Á fundinum gjørdu Svøríki og Finnland greitt, at tey í løtuni ikki síggja sjálvstøðugan limaskap hjá Føroyum sum ein møguleika, men tey tóku kortini undir við at geva sam- starvsráðharrunum upp- gávuna at útgreina møguleikarnar. Í røðu sínari á árs- fundinum í Norður- landaráðnum segði løg- maður, at spurningurin um Føroyskan lima- skap, er ein spurningur um vilja. - Føroyar ynskja at átaka sær ein leiklut sum kveiki í nútímans- gerðini av norður- lendska samstarvinum, sigur Jóannes Eides- gaard, løgmaður. – Eg haldi, at tað ikki er rímuligt, at vit, sum búgva í Útnorði, og sum eru politikarar í Útnorði, lena okkum aftur, meðan við passivt bíða eftir, at aðrir ráð- harrar í Norðurlondum skulu koma við hug- skotum um, hvussu tað skal samstarvast í Út- norði og við Útnorður, segði Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í norðurlandamálum í røðu síni á norður- landaráðsfundinum í Reykjavík týsdagin NORÐURLANDA- RÁÐSFUNDUR Ved denne lejlighed hvor hele det nordiske samar- bejdsapparat er samlet her i Reykjavik, vil jeg benytte lejligheden, til at fremsætte nogle synspunkter om det nordiske samarbejde i Nor- dens vestlige del, eller Vestnorden som det ofte nævnes. I oktober 2002 nedsatte samarbejdsministrene en arbejdsgruppe som skulle lave en redegørelse over - Vest-norden i det nordiske samarbejde-. Arbejdsgrup- pen afleverede denne rede- gørelse i maj 2003. Det er en udmærket rede- gørelse med mange gode analyser og betragtninger og udmærkede forslag til aktivitetsområder for sam- arbejde i Vest-norden og med Vest-norden i det sam- lede Norden. Som vi ved, så blev rede- gørelsen henvist til alle fagministerråd, med ønsket om tilbagemelding om aktiviteter i Vest-norden og med Vest-norden. Selv efter to sådanne runder er det ikke helt enkelt at få øje på hvilke samarbejder, der er opstået på grund af denne redegørelse. Den nævnte arbejds- gruppe anbefalede, at samarbejdsministrene fire år efter at redegørelsen var afleveret, det vil sige i 2007, skulle iværksætte en opfølgende overordnet vur- dering af udviklingen i det nordiske samarbejde i Vest- norden og med Vest-nord- ens naboer. Nu er halvdelen og mere til allerede gået af denne fire års periode, så i virke- ligheden skal denne vur- dering foretages om et og et halvt år. Jeg tror ikke at det bliver ret meget at vurdere, men jeg vil ikke klandre respek- tive ministerråd for, at vi ikke fik de aktiviteter vi håbede på. For mig at se er det ikke rimeligt, at vi der bor i Vest-norden, og som er politikere i Vest-norden, læner os tilbage, mens vi passivt venter på, at andre ministre i Norden skal få ideer om hvad der skal samarbejdes om i Vest- norden og med Vest-nord- en. Skal redegørelsen føre til resultater, så må vi politi- kere, ministre, som repræ- senterer for Vest-norden i det nordiske samarbejde i fremtiden være mere aktive og mere innovative, vi må selv fostre ideer til sam- arbejde med tydelig nord- isk nytte, det er os, som må vise vores respektive kollegaer hvad Vest-norden kan byde på af samarbejds- områder hvor samarbejde kan gavne hele Norden. Hvordan dette realistisk, relevant og dynamiskt kan udføres, det må vi ministre fra Vest-norden selv sætte gang i, vi må tage både initiativet og ansvaret for at dette bliver en succes. Præsident Jeg er temmelig sikker på, at om vi i Vest-norden er aktive og innovative, så vil også det samlede Nord- en være aktivt og innovativt i Vestnorden og med Vest- norden. – Heimurin er broytt- ur, og Føroyar eru eisini broyttar heilt nógv. Tíðin er eisini komin til at broyta Norðurlandaráðið. Ein broyting, sum gevur góðum kreftum møguleikar fyri at vera við kring borðið, har landakortið fyri nýggju Norðurlond í einum nýggjum heimi verður teknað. Har avgerðirnar um fram- tíðina, við stórum týdningi – serliga fyri smáu londini – verða tiknar. Hetta segði Jóannes Eidesgaard m. a. í røðu síni á Norðurlandaráðs- fundinum í Reykjavík mánadagin NORÐURLANDA- RÁÐIÐ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Hetta er ein serligur norð- urlandaráðsfundur fyri Før- oyar, tí okkara søk um eina nýggja støðu í norður- lendska samstarvinum hev- ur verið til viðgerðar á fundi í dag millum for- sætisráðharrarnar og leið- ararnar í Grønlandi, Álandi og Føroyum. Hetta segði løgmaður m. a. í røðu síni á Norður- landaráðsfundinum í Reykjavík mánadagin. Hann segði eisini beinleið- is, at Føroya ynskja at geva sjálvstýrandi økjunum javnsettan lut í norður- lendska samstarvinum við teimum rættindum og skyldum, tað krevur. – Eitt samt løgting hevur viðtikið eitt ynski um sjálvstøðugan limaskap í norðurlendska samstarv- inum. Og hetta halda vit so avgjørt, at møguleiki er fyri – væl at merkja, um vilji er til tess, segði Jóannes Eid- esgaard. Løgmaður vísti á, at føroyingar trúgva upp á týdningin av norðurlendska samstarvinum, og at vit vilja eisinin lata _ og ikki bert fáa. – Norðurlendskt sam- starv er eitt týdningarmikið støði fyri uttanríkispolitikk Føroya, sum eisini skal røkka longur út í heim. – Bæði landafrøðiliga og mentanarliga eru Føroyar eitt serstakt øki við sjálv- støðugari mentan og við víðgongdum sjálvstýri. Um hetta er valla nøkur ósemja, og tann veruleiki, at Føroy- ar eru í einum felagsskapi við Danmark, broytir held- ur ikki hesa fatan, segði løgmaður. – Vit vilja vera við til at taka avgerðir, at taka ábyrgd og vera við til at menna norðurlendska sam- starvið og til at styrkja okkara felags samleika – ein tørvur, sum støðugt veksur í trá við, at limalond verða intigrerað í ES og í samsvari við alheims- gerðina. Síðani vísti løgmaður á, at tað sum vit í dag uppliva í Norðurlondum, er ein altjóða favorisering av sam- starvi við Russland, Balti- kum og ES. – Vit skulu ansa eftir, at tað norðurlendska sam- starvið ikki »brotnar um miðjuna«, hvar vit fáa eitt serlig vestursinnað útnorð- urlond og serliga eystur- sinnað eysturnorðurlond. Norðurlendska samstarvið treingir til eina nútímans- gerð. Føroyar hava eitt sterkt ynski um at vera ein reellur viðspaælari í hesi tilgongd. Vit hava stigið inn í nýggja túsundárið, har lyklaorðini eru nýteinking, innovatión og tilpassan, segði løgmaður, sum eisini vísti á, at altjóðagerðin, sum eisini er farin fram í Norðurlondum, hevur ført til, at landamørkini kámast. Hann helt, at vit máttu hava fokus á, hvat skal til fyri at náa bestu úrslitini. – Tað er eisini tað, sum politikkurin eigur at snúgva seg um. At tekna kort eftir skilinum og at tekna mørk- ini har, sum tey geva bestu úrslitini. Og politikkur í norðurlendskum saman- hangi snýr seg jú um at samstarva á nógvum økj- um, fyri – í felagsskapi – at skapa ta bestu og mest effektivu menningina fyri øll Norðurlondini. og um tað er best fyri Føroyar at verða sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum, so- leiðis sum løgtingið ynskir, so er tað eisini tað besta fyri nroðurlendska sam- starvið, segði løgmaður. Jóannes Eidesgaard segði eisini, at Norðurlandaráðið ikki eigur at gerast »mót- setninganna forum«. – Tað skal jú ikki vera soleiðis, at Norðurlanda- ráðið er eitt stað, har vit meir ogmeira hugna okkum og koma hvør øðrum við, samstundis sum vit brúka nógva orku og styrki á heilt øðrum økjum. Vit brenna fyri,at Norðurlandaráðið skal vera eitt stað, har vit taka praktiskar politiskar avgerðir. Avgerðir, sum styrkja øll Norðurlond, segði løgmaður. – Men vit trúgva og vóna, og vit rokna eisini við, at limalondini í Norðurlanda- ráðnum fokusera upp á úrslit heldur enn formali- tetir. Tað verður sagt, at tey sjálvstýrandi londini eru javnsettir partar í sam- starvinum. men sjálvandi eru vit ikki tað, hava vit ikki ein veruliga møguleika fyri javnsettari luttøku, segði løgmaður, sum eisini fegnaðist um, at full semja var á fundinum millum leiðararnar í sjálvstýrandi økjunum um eina samskip- aðan innsats fyri hesum máli. Hann segði, at teir á fundinum heittu á for- sætismálaráðharranar, at norðurlendsku samstarvs- ráðharrarnir taka málið upp við tí endamálið at greina allar møguleikar fyri eini nýggjari støðu fyri sjálv- stýrandi økini í Norður- londum. – Tað eru 30 ár síðani Petrikommissiónina. Heim- urin er broyttur. Og Føroyar eru eisini broyttar heilt nógv. Tíðin er eisini komin til at broyta Norðurlanda- ráðið. Ein broyting, sum gevur góðum kreftum møguleikar fyri at vera við kring borðið, har kortið fyri nýggju Norðurlond í einum nýggjum heimi verður teknað. Har avgerðirnar um framtíðina, við stórum týdningi – serliga fyri smáu londini – verða tiknar. – Vit kundu í hesi til- gongd eisini latið okkum fingið íblástur frá heimsins størstu og týningarmestu organisatiónum – WTO – organisatiónini, sum er tað politiska og rættarliga grundarlagið fyri alheims- gerðini – har tey á ein pragmatiskan hátt, bæði politiskt og løgfrøðiliga, har latið upp fyri, at eisini ikki-sjálvstøðug lond og øki kunnu fáa sjálvstøð- ugan limaskap, segði løgmaður, sum endaði røð- una við at siga: – Tíðin er búgvin til at hugsa nýtt! Til at hugsa stórt! Og til at hugsa langt! Tíðin búgvin til føroyskan limaskap Eitt styrkt Útnorður styrkir Norðurlandaráðið