hósdagur 27. oktober 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 - 27. oktober 2005
9
Jóhan Petur Davidsen, uppsagdur yvirlækna
- Sjúkrahúsleiðslan vil vísa sína makt
Í vikuni bleiv leiðandi
yvirlæknin á kirurg-
iska deplinum á
Landssjúkrahúsinum,
Jóhan Petur David-
sen, sagdur úr starvi
sínum bæði sum yvir-
lækni og sum leiðandi
skurðlækni. Sjálvur
heldur Jóhan Petur
Davidsen, at talan er
um eina maktdemon-
stratión frá sjúkra-
húsleiðsluni
LÆKNAUPPSØGN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Úti á Hamrinum á Argjum
situr ein tann fremsti lækn-
in í Føroyum, Jóhan Petur
Davidsen, og tekur sær av
løttum. Fyri fáum døgum
síðani var hann leiðandi
skurðlækni og yvirlækni á
Landssjúkrahúsinum, men
so gav sjúkrahúsleiðslan
honum sekkin, og hann er tí
farin til hús.
Ósamdur í at
niðurleggja virksemið
Jóhan Petur Davidsen sigur,
at hann í farnu viku hevði
ein fund við leiðsluna á
sjúkrahúsinum, har tosað
var um støðuna í sambandi
við verkbannið á almenna
arbeiðsmarknaðinum.
- Eg var ósamdur við leiðsl-
una í at niðurleggja alt virk-
semi, meðan arbeiðssteðg-
ur var. Eg haldi, at Lands-
sjúkrahúsið er ov skjótt til
at fara út og fremja sam-
hugatiltøk í staðin fyri at
verja okkara kundar, sjúk-
lingarnar, ið verða sleptir
upp á fjall. Vit skulu minn-
ast til, at Landssjúkrahúsið
er ein tænastufyritøka, sig-
ur Jóhan Petur Davidsen.
Uppsagdi yvirlæknin sig-
ur, at leiðslan á Lands-
sjúkrahúsinum nú arbeiðir
við, hvussu man kann
arbeiða, hóast arbeiðs-
steðgur er, og tað heldur
hann verða pínligt.
Maktdemonstratión
Talan er ikki um fyrstu
ferð, at Jóhan Petur David-
sen er komin upp á kant við
leiðsluna á Landssjúkra-
húsinum, og sjálvur ivast
hann ikki í, at tað er høv-
uðsorsøkin til, at hann er
sagdur úr starvi.
- Mín loyalitetur liggur
fyrst og fremst á skurð-
deildina, har eg havi havt
mína dagligu gongd, og tað
hava starvsfólkini altíð vita.
Eg havi verið sera opin í
mínum
leiðsluhátti,
og
starvsfólkini vita, at tey
altíð hava mín fulla stuðul.
Tað hevur ikki dámt leiðsl-
uni, og nú vilja tey bara av
við meg, bæði sum leiðandi
yvirlækna og sum ser-
lækna. Hetta eyðkennir
systemið, at man velur at
offra eitt serøki fyri at vísa
sín makt, tí talan er í veru-
leikanum um eina makt-
demonstratión. Í veruleik-
anum kunnu vit staðfesta,
at
sjúkrahúsleiðslan
er
diktatorisk. Tey vilja geva
eitt dømi um, at tað eru tey,
ið hava maktina, sigur
Jóhan Petur Davidsen.
Skal síggja gott út
Sambært Jóhan Peturi Dav-
idsen er tað ein afturvend-
andi trupulleiki, at leiðslan
á Landssjúkrahúsinum í alt
ov stóran mun hugsar um,
at tað skal síggja gott út,
heldur enn at hugsa um
sjúklingarnar.
- Í mínari verð er tað
sjúklingaviðgerð, ið tað
snýr seg um á Landssjúkra-
húsinum. Leiðslan hevur í
alt ov stóran mun hugsa um
prestiguprojekt og ikki um
tað, sum hevur við sjúk-
lingarnar at gera. Hesum
havi eg ikki verið samdur í,
og tað hevur verið ein pína
fyri leiðsluna. Leiðslan
hevur ynskt fleiri ting, ið
síggja gott út, men har havi
eg ikki verið við, tí vit tá
gloyma, hvat sjúkrahús-
verkið er til, sigur Jóhan
Petur Davidsen, sum held-
ur, at sjúkrahúsleiðslan als
ikki hevur føling við, hvat
gongur fyri seg á sjúkra-
húsinum, og heldur ikki
vísir hesum áhuga.
Stuðul frá
starvsfólkunum
Jóhan Petur Davidsen sigur,
at síðani hann fór til hús,
hava nógv av starvsfólkun-
um á skurðdeildini vent sær
til hansara og stuðla hon-
um.
Sjálvur heldur Jóhan
Petur Davidsen, at skurð-
deildin er ein vælvirkandi
deild, har trivnaðurin er
góður. Sambært uppsagda
yvirlæknanum er stórur
áhugi fyri at sleppa at ar-
beiða á deildini.
Nú arbeiðir Jóhan Petur
Davidsen so við einum
svari til hoyringarskrivi, ið
hann hevur fingið frá
leiðsluni, men sjálvur trýr
hann ikki uppá, at svarið
hjá honum fer at broyta
nakað.
- Sum so hava vit onga
rættartrygd her í Føroyum.
Tað endar helst við, at
málið endar í rættinum, og
so fái eg í mesta lagi eitt
endurgjald. Tað er ongantíð
komið fyri, at rætturin
krevur, at tænastumaðurin
verður settur aftur í starvið,
sigur Jóhan Petur Davidsen
at enda.
Úttala seg
ikki í per-
sónsmálum
Sjúkrahússtjórin,
Poul Geert Hansen,
vil ikki gera við-
merkingar til upp-
søgnina hjá Jóhan
Petur Davidsen, men
hann váttar, at leiðsl-
an á Landssjúkra-
húsinum fer at mæla
Hans Paula Strøm,
landsstýrismanni, at
siga Jóhan Petur
Davidsen endaliga
úr starvi sínum
LÆKNAUPPSØGN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Poul Geert Hansen sigur,
at talan er um eitt per-
sónsmál, og tí vil leiðslan
ikki gera nakrar viðmerk-
ingar til málið.
- Vit úttala okkum ikki í
persónsmálum, men nú er
prosessin farin í gongd.
Vit hava sent eitt hoyring-
arskriv til Jóhan Petur
Davidsen um ætlaðu upp-
søgnina, sum hann hevur
14 dagar til at svara uppá.
Vit eru ikki uppsagnar-
myndugleiki, men um
svarið hjá Jóhan Petur
Davidsen ikki broytir
nakað upp á ætlanirnar
hjá okkum, fara vit at
senda eitt tilmæli til
landsstýrismannin um at
siga mannin úr starvi.
Hans Pauli Strøm er upp-
sagnarmyndugleiki í hes-
um máli, og tí skal málið
so fara víðari frá honum,
tá ið tað er komið so
langt, sigur Poul Geert
Hansen, sjúkrahússtjóri.
Formaðurin í Lækna-
felagnum, Hans Petur
Nielsen, sigur, at fel-
agið metir málið um
uppsøgnina hjá Jóhan
Petur Davidsen sum
sera álvarsamt, og
felagið ivast í grund-
arlagnum fyri upp-
søgnini
LÆKNAUPPSØGN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hans Petur Nielsen sigur, at
út frá fyrileggjandi tilfari í
málinum um uppsøgnina av
Jóhan
Petur
Davidsen,
leiðandi skurðlækna, er tað
sera, sera ivasamt, um
grundarlag er fryi at fara
eftir hansara støðu sum
yvirlækna og harvið tæn-
astumanni.
Yvirlæknarnir fara at
viðgerða málið
-
Læknafelagið
sær
ógvuliga álvarsligt upp á
tann partin av málinum,
sum snýr seg um siga Jóhan
Petur Davidsen upp sum
tænastumann, sigur Hans
Petur Nielsen.
Sjálvur er Hans Petur
Nielsen yvirlækni á medes-
insku deild, og hann sigur, at
yvirlæknakollegiið á Lands-
sjúkrahúsinum í næstum fer
at viðgerða málið innan-
hýsis, tí yvirlæknarnir halda
eisini málið verða ógvuliga
álvarsligt.
Leiðandi yvirlæknin á skurð-
deildini og serlæknin, Jóhan
Petur Davidsen, sum nú er
sendur til hús av leiðsluni á
Landssjúkrahúsinum, heldur
talan verða um eina makt-
demonstratión av sjúkrahús-
leiðsluni
savnsmynd
Ivast í grundarlagnum
fyri uppsøgnini
Formaðurin í Læknafelagn-
um, Hans Petur Nielsen,
sigur, at felagið sær ógvuliga
álvarsligt upp á málið um
uppsøgnina av Jóhan Petur
Davidsen sum yvirlækna.
savnsmynd
Poul Geert Hansen, sjúkra-
hússtjóri, vil ikki gera við-
merkingar til málið um
uppsøgnina av Jóhan Petur
Davidsen, yvirlækna, tí
talan er um eitt persóns-
mál. Sjúkrahússtjórin sigur,
at málið nú gongur sína
gongd
savnsmynd