Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 205 - 27. oktober 2005 Umhvørvið er bert til láns frá eftirkomarum okkara, og tí er tað ein skylda at fara so væl um sum tilber. Hetta er ein skylda, ið áliggur øllum. Vinnan og hvør einstakur borgari eigur at gera sítt til, at tað, vit hava til láns frá eftirkomar- num verður latið aftur í so góðum standi sum møguligt. Land og kommunur eiga at verða fyrimyndir á umhvørvis- økinum. Landið eigur at lóggeva skynsamiliga røkt av tí, vit nu einaferða hava frá náttúrunar hond. Eisini eiga mál at orðast fyri, at fólk hava ein rætt at liva í økjum, ið ikki verða merkt av ídnaði, dálking og gangi. Orkupolitikkur landsins eigur at hava beinleiðis ávirkan á SEV, sum, í ein ávísan mun í hvussu so er, verður stýrt av kommununum í Føroyum. Her hava kommunurnar eina stóra uppgávu. Kommunurnar hava eisni ábyrgdina av nærumhvørvinum hjá borgarnum. Fyrr var umhvørvi ikki raðfest líka høgt, sum í 2005, ella rættari sagt, líka høgt, sum man burdi raðfest í 2005. Tað hevur verið framgongd seinastu árini. Hetta sæst við at um- hvørvið er komið á breddan, og at Agenda 21 er á skránni ymsa staðni í landinum. Serliga kann nevnast Vestmanna, ið má sigast at hava verið slóðbotandi hesum viðvíkjandi, og kundu aðrar kommunur lært nógv av Vestmenningum. Størsta kommunan í landinum gav herfyri ein frálíkan faldara út um eina grønari Tórshavnar kommunu. Hetta er hugaligur lesnaður, og vónandi koma gerðir at fylgja góðu intentiónunum. Tórshavnar Kommuna eigur sum størsta kommuna í landinum at royna at ganga odda viðvíkjandi umhvørvisvernd og tryggjan av nærumhvørvinum, so at borgarar í kommuni, ið seta búgv, vita, at man ikki fær 1930 tilstandir við tungídnaði undir liðini av búseting við smábarnafamiljum. Tað er ivaleyst frálíkt at hava eina ætlan fyri hundaeksrementum í havnagøtum, men ikki kann tað koma ístaðinfyri skyldurnar, kommunan hevur yvirfyri øllum borgarum í kommununi, ið ikki bert umfatar Tórshavnar bý. Fyrr vóru havnir og tungídnaður løgd í bygt øki, tí man ikki visti betur, ella ikki hevði kunnnleikan og peningaligu ressoursirnar til at fara útum bygt øki við slíkum. Í dag er hetta ikki støðan, og tí eigur til dømis Klaksvíkar komm- una rós fyri, hvussu hon hevur planlagt við havnum, ídn- aði og øðrum seinastu árini. Hon hevur víst, at peningalig atlit bert er partur av einum máli, og at borgaratrivnaður og sosial ábyrgd í flestum førum viga tyngri. Stóru kommunurnar hava politiska uppstilling, og tí eiga borgara at kunna krevja, at lokalu politikarnir fylgja polit- iskum stevnusskráum. Føgur orð um umhvørvi eru í flestu skráum, men viðhvørt kann verða ilt at fáa eyga á, hvussu hetta ávirkar kommunalpolitikk, ikki minst í størstu kommununi í landinum. Okkara áheitan skal verða, at bæði land og kommunur taka sína skyldir í álvara og syrgja fyri, at allar úbyggingar í 21. øld verða gjørdar so skynsamuliga sum møguligt við minst møguligari ávirkan á umhvørvið og á nærumhvørvið hjá borgarum, ið hava sett búgv í góðari trúgv um at tung- ídnaður og larmandi virksemi ikki verður lagt á granna- grundini av einari ábyrgdarfullari modernaðari kommunu. DAGSINS MEINING Sosialurin Almennar umhvørvisfyrimyndir? VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Landbúnaðarstuðul Eiði á vetrarnáttum 2005 Jan Thomsen, formaður Vegna Føroya Óðalsfelag Ikki hevur tað verið frítt, at rokeringarnar, ið landsstýr- ismaðurin í landbúnaðar- málum hevur í hyggju, hava skapt øsing millum tey, sum fyri ein stóran part fáa sína inntøku umvegis aftur- bering av MVG, stuðul til stráfóður, stuðul til mjólka- framleiðslu, stuðul til kjøtframleiðslu o.s.fr. Tað má vera einum og hvørjum greitt, at ein vinna, ið hevur allan henda stuðul fyri neyðini, er ein vinna, sum ikki á nakran hátt er burðardygg. Talan er um eina vinnu, ið fær uml. 70 mill. kr. ár- liga úr landskassanum. Peningur, ið á ávísan hátt er við til at dýrka tær vørur, sum nýttar vera til fram- leiðsluna. Tú fært jú 20% aftur av keypsprísinum, um tú ert MVG-skrásettur. Meirkostnaðurin verður goldin av teimum, ið ikki fáa MVG-ið afturborið, so einfalt er tað. Stuðul økir ongantíð kappingarførið. Stuðul er ein koddi. Tað eru óteljandi dømi um hetta. Tey, ið minnast kunnu ikki annað enn nikka játtandi, tá ið mint verður á, tá ið t.d. kongafiskurin misti stuðul- in. Prísurin fór úr 3 kr. upp í einar 9 kr. kg. Sølumenn- inir vaknaðu. Hugsið tykkum, hvørja nyttu hesin peningur hevði gjørt aðrastaðni t.d. úti á Debesartrøð. Vit høvdu ork- að at boðið okkara ungu høgar útbúgvingar her á landi, heldur enn sum nú, har vit senda tey av landin- um. Sum sagt, so er tað gleði- ligt, at rembingar nú henda innan landbúnaðin, avgerð- in hjá landsstýrismanninum at steðga afturberingini av MVG-num her á meginøk- inum er uttan iva røtt, og hann skal vita, at hann fær dyggan styrk frá Føroya Óð- alsfelag. So »go on Bjarni, you’ll never walk alone«. Heri Mohr Á brenniloftinum, eitt lítið rúm skilt við rimum frá tí stóra loftinum við viði og høgdum pinnabrenni, situr á triðja tíma ein smádrong- ur í revsing við samanbitn- um munni og treiskum bragdi. Fleiri ferðir hevur hans- ara stúrandi mamma sent stovugentuna upp at spyrja, um hann nú vil biðja um fyrigeving. Hann ristir við høvd- inum. Hann er svangur, tí hann varð beindur upp á brenni- loftið beint úr skúlanum; men hann vil ikki gevast, tí hann er í sínum rætti. Tað er ikki hansara skyld, at tey Stóru ikki skilja hann. Tey vita ikki, at tað, hann nú má líða, er einki í samanbering við tað, hann har (í skúlan- um) má líða. Tað er satt, at hann ikki vildi ganga við dadduni og lítla beiggja í Kongens Have, men hvat vita mamma og babba um ta vanæru, tað er, allan dagin at hoyra skúlakammirátar- nar: Ná, so tú verður heint- aður av dadduni! ella: Nú kemur daddan eftir tær. Tað er daddan hjá lítla beiggja og ikki hansara. Hann finnur sum einki heim einsamallur, men nú kann tað vera nokk, hann vil ikki aftur í Kongens Have við dadduni og lítla beiggja. Aftur kemur stovugentan og spyr, um hann vil biðja um fyrigeving. Uttan úrslit. Alt er roynt: Skeld, eisini lúsing, men hann er ikki at vika. Nú stendur hann her, hann gevur seg ikki. Mamman hevur hesa ferð ikki sent stovugentuna tóm- henta. Hann fær sín mat inn um girðingina og etur. So er tað tess lættari at halda út. Og nakrar tímar seinni verður hann heintaður og koyrdur í song, uttan at hann hevur biðið um fyri- geving. Áðrenn drongurin so pínufult sannaði hvussu mannminkandi tað var at ganga í Kongens Have við dadduni, var staðið drong- inum so sára kært. At spæla pikk, kispus (snúgva sær undan), og ikki um at tala, hvussu man har kundi spæla kusk og hest, og tær vøkru alléirnar til paradís- spæl við himmal og helviti. Drongurin var góður við havan. Spell at tað gjørdist so skemmandi at ganga har. Brot úr "Opdragelse af verd- en" skrivað av Georg Brandes í 1905 P.S. Nú nógv er skrivað og tosað um happing, kundi hetta lítla brotið úr størri samanhangi, skrivað fyri 100 árum síðani, kanska verið egnað til skrivliga uppgávu -frístílur við dis- positión - í skúlanum. HAPPING