hósdagur 27. oktober 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 - 27. oktober 2005
11
VIÐMERKINGAR
Tjóðveldisflokkurin hevur gloymt eina milliard
Einki samsvar er
ímillum tølini í alter-
nativa fíggjarlógar-
uppskotinum hjá
Tjóðveldisflokkinum,
og kostnaðin fyri
uppskotini, sum sami
flokkur er komin við í
hesi tingsetuni
Helgi Abrahamsen
Tjóðveldisflokkurin hevur
gjørt eitt alternativt upp-
skot til løgtingsfíggjarlóg
fyri 2006. Lat meg siga
beinanvegin, at eg gangi
fult inn fyri, at andstøðu-
flokkar
gera
alternativ
fíggjarlógaruppskot, tí tað
er ov lætt at vera andstøðu-
flokkur, um endamálið ein-
ans er at finnast at øllum tí,
sum samgongan kemur við.
Andstøðuflokkar eiga at
tora at vísa í verki, at teir
veruliga trúgva uppá síni
uppskot og úttalilsi. Eg má
tó viðganga, at alternativa
fíggjarlógaruppskotið hjá
Tjóðveldisflokkinum fyri
2006 er skuffandi lesnaður,
tí tað avspeglar als ikki tann
politikkin, sum flokkurin
hevur sagt seg vilja fremja.
Nøkur dømi um
ósamsvar
Sum dømi um hetta ósam-
svar, kann nevnast opna
brævið, sum Tjóðveldis-
flokkurin sendi løgmanni
tann 14. september í ár. Í
brævinum varð millum
annað mælt til, at settar
skuldu verða "veruligar
upphæddir" av til menta-
mál. Flokkurin nevndi trý
høvuðsmál
við
hesum,
harav tað eina var eitt burt-
urav føroyskt sjónvarp.
Føroyskt sjónvarp kost-
ar 180 - 220 mió.kr.
Sjálvsagt kundi tað verið
ynskiligt at vit høvdu eitt
burturav føroyskt sjónvarp,
men hvussu nógv kostar tað
í rakstri?
Sambært eini blaðgrein
hjá framleiðslustjóranum í
SvF, J. Herluf Sørensen, í
Dimmalætting tann 27. mai
2004, er kostnaðurin helst
ímillum einar 180 og 220
milliónir krónur um árið.
Sjónvarp Føroya hevur
seinastu árini kostað um-
leið 30 mió. krónur um ár-
ið, so tað mangla einar 150-
190 mió. krónur í, um vit
skulu hava eitt burturav
føroyskt sjónvarp. Men í
alternativa fíggjarlógarupp-
skotinum mælir Tjóðveldis-
flokkurin til bert at hækka
játtanina við 3 mió. krónum
(tað vil siga einar 147 - 187
mió. krónur minni, enn
veruligi kostnaðurin er fyri
tað, sum flokkurin mælti til
tann 14. september).
Yvirtøka av løgregluni
Í áðurnevnda brævi til løg-
mann varð eisini skotið
upp, at bygd verður upp
føroysk løgregla, rættar-
skipan, útlendingalóggáva
og familjurættarlig lóg-
gáva. Í undanfarna lands-
stýri metti Løgmálaráðið,
at løgreglan fór at kosta
einar 60 mió. krónur um ár-
ið, meðan rættarskipanin
fór at hvíla nøkulunda í sær
sjálvari. Eg síggi onga-
staðni í alternativa fíggjar-
lógaruppskotinum, at nak-
að er sett av til hetta enda-
málið, so har mangla 60
mió. krónur í, um Tjóðveld-
isflokkurin meinti nakað
við tað sum stóð í 14.
september-brævinum.
Smyril sigla tríggjar
ferðir um dagin
Tjóðveldisflokkurin hevur
skotið upp fyri løgtingin-
um, at Smyril skal sigla 3
ferðir um dagin. Sambært
viðmerkingunum til upp-
skotið fer hetta at kosta 8 -
11 mió. krónur í øktum
oljuútreiðslum, og fer tíma-
talið uppum 14 tímar um
dagin, skal ein manning
setast afturat, og størri slit á
skipið fer eisini at krevja
meira viðlíkahald. Hetta
sæst heldur ikki í alternat-
iva fíggjarlógaruppskotin-
um, so har mangla í minsta
lagi 8 - 11 mió. krónur.
Búskapargrunnur
Á ólavsøku legði Tjóðveld-
isflokkurin uppskot fyri
tingið um Búskapargrunn
Føroya. Í uppskotinum,
sum í løtuni liggur í fíggjar-
nevndini stendur, at lands-
kassin skal hava 600 mió.
krónur úr grunninum í
2006 (ístaðin fyri blokk-
stuðulin á 615 mió. krónur)
og í minsta lagi _ av hesum
(150 mió. krónur) skal nýt-
ast til menning av útbúgv-
ing og gransking í Før-
oyum.
Nú sigur Tjóðveldis-
flokkurin: "Útbúgving og
gransking
skulu
hava
HÆGSTU RAÐFESTING
komandi árini. Tí vil Tjóð-
veldisflokkurin økja rakstr-
arjáttanirnar til:
- Løgfrøðiútbúgving: + 3
mió.kr
- Granskingargrunnin við:
+ 4 mió. kr"
Tilsamans ein økt játtan í
mun til landsstýrisuppskot-
ið á bert 7 mió. krónur.
Einki stendur í uppskotin-
um um at blokkstuðulin
(ella skiftisgjaldið) verður
lækkað við 15 mió. krónum
í 2006.
Skúladepil
Tann 16. august í ár løgdu
Annita á Fríðriksmørk,
Tórbjørn Jacobsen og Heidi
Petersen,
vegna
Tjóð-
veldisflokkin uppskot fyri
tingið um bygging av
skúladepli við Marknagil.
Sambært tí uppskotinum
skulu avsetast 22 mió.
krónur í 2006 til tað ar-
beiðið. Men eisini hetta er
burturgloymt í alternativa
fíggjarlógaruppskotinum.
Javnvág á
fíggjarlógina
Í 14. september-brævinum
til løgmann sigur Tjóðveld-
isflokkurin: "Í fíggjarpolit-
ikkinum verður boðað frá
halli ár eftir ár - og skyldað
verður uppá undanfarnu
samgongu
og
minkaða
blokkstuðulin
-
hóast
NÓGVIR MØGULEIKAR
ERU AT
MINKA
UM
HALLIÐ OG FÁA JAVN-
VÁG." Eisini mælir flokk-
urin í brævinum til "at taka
av skattalættarnar og FÁA
JAVNVÁG Á FÍGGJAR-
LÓGINA við bæði nýggjum
inntøkum og sparingum."
Men nú er Tjóðveldisflokk-
urin komin við einum alter-
nativum fíggjarlógarupp-
skoti, sum vísir hall, hóast
skattalættarnir eru tiknir
burturúr.
Blokkstuðulin
Til seinast skal verða mint
á, at Tjóðveldisflokkurin
segði í 1998, at hann vildi
virka fyri, at allur blokk-
stuðulin skuldi burtur eftir
6 - 8 árum. Árið 2006 er tað
áttanda árið síðani 1998, og
tí skuldi blokkstuðulin ver-
ið 0 krónur á teirra alternat-
iva
fíggjarlógaruppskoti
(og ikki 615,7 mió. krónur).
So við eini inntøku, sum
er meira enn 600 mió.
krónur hægri enn Tjóð-
veldisflokkurin sigur seg
ganga inn fyri, og burtur-
gloymdum útreiðslum fyri í
minsta lagi 250 mió. krón-
ur, er úrslitið eitt undirskot
á 152,7 mió. krónur. Tað vil
siga at samanlagt manglar
ein milliard í, áðrenn vit
kunnu tosa um eina fíggj-
arlóg við javnvág, soleiðis
sum Tjóðveldisflokkurin
hevur mælt til. Uppskotið
byggir á tær fortreytir, at
blokkstuðulin
má
ikki
minka, og at uppskotini hjá
Tjóðveldisflokkinum, sum
í løtuni liggja í løgtingin-
um, ikki verða samtykt. -
Og tá er framvegis stórt
undirskot.
So heldur ikki hesa ferð
bleiv tað til nakra full-
veldisfíggjarlóg.
Tann rómverski
heimspekingurin,
Seneca, segði, at tað
sum gangar ríkisins
einstøku borgarum,
gagnar øllum samfel-
agum. Eg vil parafra-
sera hesa útsøgn við
orðum løgmans: Tað,
sum gagnar einstøku
norðurlondunum,
herundir Føroyum og
hinum sjálvstýrandi
londunum, gangar
øllum Norðanlond-
um, segði Óli Breck-
mann, norðurlanda-
ráðslimur á Norður-
landaráðsfundinum
mánadagin
NOÐRURLANDARÁÐIÐ
Først en hilsen til til vort
vertsland, Island, Nordens
frieste samfund og hurtigst
voksende
økonomi,
fra
Færøerne, Nordens mindste
og næst efter Grønland
mindst liberale, mest sår-
bare
samfund
og
en-
strengede økonomi. Tak for
et godt formandskab.
For den færøske delega-
tion har lagtingets en-
stemmige vedtagelse om
fuldgyldigt færøsk med-
lemskab i Nordisk Råd
størst betydning.
Vort første forsøg snubl-
ede i København, hvor reg-
eringen førte frem, at Dan-
marks
Riges
grundlov
(samt Helsinki avtalen) er
en forhindring for færøsk
medlemskab. Men nu har
den første forbavselse over
ansøgningens nytænkning
lagt sig. Nu er vi nu nået til
anden fase. Lad den være
afgørende. Lad denne for-
samling bestemme sig egen
sammensætning.
Nogle NR medlemmer
har nu lagt en ansøgning
for Rådet om fuldgyldigt
færøske medlemskab. Dette
er nu til behandling i præs-
idiet, og vi håber, at Rådet
viser den klassiske nord-
iske fleksibilitet i behandl-
ingen af den færøske an-
søgning.
Ministerrådet støtter for-
håbentligt
ansøgningen.
Men det er vigtigt, at vort
folkevalgte forsamling ikke
viger tilbage for forhindr-
inger, som har sin rod i en
fjern fortid med helt ander-
ledes forudsætninger. Nye
tider kræver nye holdninger
og løsninger.
Vor lagmand har påvist
parallellen mellem WTOs
accept af Færøernes med-
lemskab som ikke-selv-
stændigt land og NRs ud-
fordring om at udvise
Nordens opfindsomhed og
internationalt
beundrede
evne at gå i front med for-
nyelse. Lad andre snuble i
formalisme, men lad Nord-
en stå frem i fleksibilitet og
konkrete resultater.
Vi ved, at Færøernes
problem er vor vægring for
at få et flertal for færøsk
selvstændighed. Men det
går stadig fremad. Jeg tror,
jeg kan tale for hele den
færøske delegations og det
færøske folks vegne, når
jeg udtrykker vort ønske
om at bære hele det økon-
omiske bidrag for vort fuld-
gyldige medlemskab.
Den romerske filosof
Seneca sagde, at det som
gavner rigets enkelte borg-
ere, gavner samfundet. Jeg
vil parafrasere denne ud-
talelse med lagmandens
ord: Det, som gavner de
enkelte nordiske medlems-
lande, derunder Færøerne
og de andre selvstyrende
områder,
gavner
også
Norden.
Tað ið gagnar einkultu londunum gagnar øllum Norðurlondum