Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 205 - 27. oktober 2005 Í 1950 samtykti Býráðið at byggja spælipláss á økinum omanfyri Realskúlan. Bý- ráðið setti kr. 20 tús. av til bygganina. Hendan myndin er tikin í 1948, á tí økinum har Kommunuskúlin »Guli skúli« bleiv bygdur í 1956, og er hetta nakað oman fyri har spæliplássið skuldi byggjast. Dreingirnir Andreas Justinussen, Poul Olsen og Heini Heinesen spæla á leivdunum av eingils- mannabarakkunum. Húsini mitt fyri á myndini, eru húsini hjá Óla Arge, og t.h. síggjast húsini í Villums- gøtu. Eisin sæst Sankta Frans Skúli. Um onkur av lesarum okkara eigur eina aðra mynd av spæliplássinum ella hevur fleiri upplýsingar í hesum sambandi, verða tey vinarliga biðin um at seta seg í samband við Birgar Johannessen á tel. 314647 ella 214647 Tey sum vórðu fermd í Havnar kirkju tann 26. apríl 1908 vóru: Sofie Louise Askam, Martine Mortensen, Helene Mouritsen, Anna Louise Jacobine Simonsen, Borghild Lützen, Moni Sofie Niclasen, Malvine Hedvig Petersen, Johanne Christiane Sofie Lindenskov, Karen Marie Johannesen, Alma Eleonora Hildegard Hansen, Sigrid Julie Debes, Oluffa Cathrine Mikkelsen, Petra Christine Guttesen, Henrikke Marie Frederikke Olsen, Emil Jacob- sen Rein, Gunnar Morten Mortensen, Hans Johannes Ferdinand Hansen, Samuel Erik Bernhard Samuelsen, Johannes Johannesen, Johannes Juul Jacobsen, Johannes Stefanson, Eyvind Finsen, Hans Peter Jacobsen, Christian Clementsen, hesi øll eru úr Havn. Johan Sophus Frederik Niclasen (Valbastað), Kæld Frans Poulsen (Nólsoy) og Jens Christian Dahl (Funn- ingur). Einasti konfirmanturin vit kenna er Oluffa Cathrine Mikkelsen, hon situr sum nr. 2 f.v. í aðru røð. Vit biðja teir lesararnar, sum kunnu hjálpa okkum við at seta tey røttu nøvnini á teir røttu persónarnar um at ringja til Birgar Johannessen á tlf. 314647 ella 214647. Tórshavnar alfrøði: Konfirmantar í 1908 Tórshavnar alfrøði: Fyrsta spæli- plássið í Havn