Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 27. oktober 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hans Jacob Johansen, fyrrverandi gravari í Klaksvík, andaðist týs- dagin á Norðoya røktar- heimi, 89 ára gamal. Kistan fer úr kapell- inum heim í kirkjuna hóskvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr kirkjuni fríggjadagin klokkan 13.30. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Hans Jacob, kunnu ístaðin fyri blómur og kransar lata eina gávu til Norðoya røktarheim, konta Norðoya Spari- kassa. Kistan við Andreas Richardt, vanliga nevndur Diaba, í Sumba, fer úr kapellin- um á Suðuroyar Sjúkra- húsi mikukvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Sumbiar kirkju hósdag- in klokkan 13. Sungið verður úr sálmabókini. Andlát og jarðarferðir Dagurin 27. oktober. Sem. Hann var elsti sonur Nóa og var ættarfaðir at semitisku fólkasløgunum. Navnið er hebráiskt og merkir sonur ella arvingi. Frá 1. november er Stein- bjørn Hardlei settur í starv sum HR-mennari á starvsfólkadeild Spari- kassans. Fokus kemur á hitt ný- skapandi og kreativa ar- beiðsumhvørvi í Spari- kassanum, nú ein Human Resources-mennari verð- ur settur í starv í fyritøk- uni. Steinbjørn Hardlei er ein gamal kenningur í Sparikassanum, har hann áður hevur verið starvs- fólkaleiðari. Seinastu tvey árini hevur Steinbjørn lisið kandidatlesna í virkisbú- skapi, cand.oecon., sum fjarlesandi við Århus Universitet. Samstundis hevur hann rikið ráð- gevingarfyritøkuna Hug- in spf., ið m.a. hevur fingist við at hjálpa før- oyskum fyritøkum og stovnum á HR-økinum. TÍÐINDASKRIV Fríggjadagin 28. oktober kl. 16 til 18 letur ein fram- sýning við verkum hjá Kára Svensson og Joseph Sala- mon upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Við á framsýningini eru málningar og litografiir hjá Kára Svensson og skulp- turar hjá Joseph Salamon. Framsýningin verður op- in til 10. november, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18. Joseph Salamon og Kári Svensson vera tilstaðar á ferniseringini fríggjadagin 28. oktober. Joseph Salamon er myndhøggari og grafikkari, føddur í 1932 í Transsyl- vanien. Búsitandi í Dan- mark síðan 1960. Hann arbeiðir við skulpturinum í so gott sum øllum tilfari frá træ, marmor og granit til jarn og bronsu, eisini vatn, tá hann skapar gosbrunnar. Ofta eru skulpturarnir skaptir í sambandi við nýggjan arkitektur. Saman við konu síni, Hanne Sala- mon, hevur hann vunnið fleiri kappingar um rúm- prýði ymsastaðni í Dan- mark. Kári Svensson er málari og grafikari, føddur 1954 í Havn. Teir eldru av máln- ingunum hjá Kára eru mangan kubistiskt statiskir, meðan tað er meira rørsla í teimum seinnu myndunum. Í teimum eldru myndunum var tað klassiska føroyska motivið, bygdin við sjóar- málan, avmyndað úr eks- pressivari kubismu til lyriska abstraktión, har tú bara hórar bygdina, tí tú veitst, at hon er har. Hósdagin 27. oktober fyllir Kári Láadal í Havn 65 ár. Kári er ættaður úr Hval- vík. Foreldrini vóru Thomasia og Johannes Johansen, tey fingu sær seinni eftirnavnið Láadal. Kári er nummar 3 í røðini av 9 systkjum, harav 5 eru búsitandi í Danmark. Abba- børnini eru fýra, Ann Tóra, Bárður, Kári og Niels. Ein stuttlig søga um Kára er, at tá ið hann var 14 ára gamal, litil og spinkul, gekk ein skipari runt í bygdini har norðuri og bað fólk. Kári sigst at hava svarað honum: Um eg ikki sleppi við nøkrum øðrum. so komi eg við tær. Og tað vildi soleiðis til, at hann fekk kjans við Sjóløvuni og seinni við Fame og øðrum skipum. Hann var eisini eitt skifti í Íslandi og arbeiddi. Í 1960 fór Kári á skipara- skúla. Eftir lokna skúla- gongd fór hann fyrst bæði við føroyskum og norskum línubátum, áðrenn hann í 1970 fór út at sigla við skipum hjá Boserup og Bewa Line og sigldi hann úti til 1978. Kári og Bergtóra bygdu sær hús í Hvalvík í 1966. Har búð tey, til tey í 1986 fluttu til Havnar. Síðani Kári gavst at sigla, hevur hann havt fleiri álitis- størv, m.a. í Málingahandl- inum, hjá P/F Frants Restorff, og hann hevur eisini verið bussførari. Í kreppuárunum mitt í nítiár- unum fór Kári til Dan- markar at leita sær arbeiði, og hann var bussførari í Esbjerg í 8 ár. Í fjør flutti Kári heimaftur og fríggja- kvøldið tann 28. oktober heldur hann 65 ára føð- ingardagin heima á Mýru- snípuvegi 7 í Havn. Vit eru mong, ið ynskja Kára hjartaliga tillukku við føðingardegnum og alt tað besta í framtíðini. Galerie Focus: Kári Svensson og Joseph Salamon í Focus Kári Láadal 65 ár Føroya Sparikassi: Steinbjørn settur sum Human Resources-mennari Kári Svensson, listamaður, fer at hava framsýning saman við Joseph Salamon, myndahøggara og grafikara í Galerie Focus Mynd: Jens Kristian Vang Joseph Salamon er mynd- høggari og grafikkari Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið