Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 205 - 27. oktober 2005 Teir sterkastu menninir syrg - Umborð hjá okkum vóru teir sterkastu menninir í lastini og stúvaðu sildatunnur- nar. Hetta var eitt rættiliga tungt ar- beiði. Sum tit síggja, eri eg ikki nakar Arnold Zwartsnegger, so tað vóru aðrir enn eg, sum høvdu hetta arbeiði. Men tunnur- nar skuldu eisini rull- ast eftir dekkinum, og her plagdi eg at lyfta tær upp um forðingar við rullinum, tá ið skipið setti, segði Absalon Eliasen í áhugaverdari frásøgn um gomlu sildatíðina SILDATÍÐIN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var ein væl upplagdur Absalon Eliasen, sum á hugnaløtu í skúlanum í Leirvík týskvøldið steig fram at røða um sildatíðina, soleiðis sum hann mintist hana. Eingin turrislig og niður- skrivað framløga, ikki eitt pappír í hondini; alt úr min- ninum, og væl lá fyri, má sigast. Tá ið Absalon helt, at nú hevði hann tosað nóg leingi, fór hann í innara lumma eftir einum lítlum pappíri fyri at vita, um hann hevði sagt alt, sum hann æltaði sær at siga hetta kvøldið. Ein lágur maður, hábærs- ligur og hittinorðaður, men eisini álvarsamur og kensluborin um tað gamla og tey gomlu, sum undan fóru. Ein maður, sum prátar náttúrliga og dugir at fáa tey, sum lurta, við sær. Spyr, um hann heldur, at onkur annar minnist betur. Alt fellir náttúrliga, og hann kennir seg ikki sum tann, ið veit betur enn øll hini. Tí fellir tað, sum hann sigur og tað, sum onnur kundu skoyta uppí, so náttúrliga. Tað var Bókasavns- nevndin hjá Leirvíkar kommunu, sum skipaði fyri tiltakinum týskvøldið. Tey høvdu heitt á Absalon Elia- sen, sum hevur sínar røtur í Leirvík, um at greiða frá um sildatíðina, tarvar og tarvahald í Leirvík. Nógv fólk var komið saman í stóru skúlastovuni, stovu 5, í Leirvíkar skúla at lýða á. Tá ið skipað verður fyri ymiskum tiltøkum í Leir- vík, sum nerta við søgu, mentan ella serstakar dagar er vanligt at leita upp fólk, sum hava sínar røtur í bygdini, men sum hava búð aðrastaðni í mong ár. Leirvíkin eigur nógv slík fólk, sum hava sína søgu at siga – og framvegis hava sítt hjartað í bygdini, hóast lívsleiðin førdi tey aðra- staðni. Sildatíðin Absalon veit nógv um sildatíðina at siga, hóast hann var blaðungur maður tíðliga í fimtiárunum, og hóast hann longu sum ung- lingi flutti av bygdini. Í frásøgnini nevndi hann stóru broytingina, sum hev- ur verið í hansara tíð og mintist, tá ið ljós bert var í Turkihúsinum og kai- húsinum í bygdini. - Tað vóru ringar tíðir í Føroyum seinast í fýratiár- unum og í fimtiárunum. Føroyingar vóru móttleysir og høvdu ilt við at síggja, hvussu komast kundi undan aftur kreppuni. Men í Leir- vík var ikki so illa vorðið sum nógva aðrastaðni í landinum. Eins og í dag, átti Leir- víksbygd eisini tá í tíðini framtakshugað fólk, sum dugdu at skapa bygdini eina framtíð og fólkinum livibreyð. Absalon vísti til eina grein í Dimmalætting um hetta mundið, sum gamli blaðstjórin nevndi, "Lys i mørke". - Í greinini skrivaði hann um "en levedygtig fiske- flåde", og tað var leirvíks- bygd og skipini, ið hoyrdu til bygdina, sum blaðstjórin sipaði til, segði hann. Búskaparliga støðan í landinum var so soleiðis vorðin, at trupult var at fáa nakran at fíggja skipakeyp og líka so lítið skiparakstur. Hann nevndi, at skip varð selt til tess at útvega egin- pening til Turkihúsið, sum saman við skipunum á staðnum fekk so stóran týdning fyri bygdina. - Í dag verður tú biðin um at skriva undir, áðrenn tú hevur vent tær ein hálvan "umdreining" í einum banka, legði hann aftrat. Sum smádrongur mintist Absalon eini 12 skip og bátar, tá ið talið var størst. Hann nevndi tey fyrstu skipini, hann mintist í bygdini og greiddi frá gongdini, meðan hann vaks upp - og til hann sjálvur fór til skips sum stórur smá- drongur fyri hálvan part, og í fyrsta umfari sigldi árini fram til 1957. Tungt arbeiði Hegnisliga greiddi Absalon frá, hvussu sildaskipini vóru riggaði, tá ið tann tíð- in byrjaði, og hann greiddi frá arbeiðnum umborð, sum mangan var tungt og strævið - við gørnum, tross- um, søkkum, tunnuhjalli til tómar tunnur og tungum sildatunnum, sum skuldu stáplast í lastini og á dekk- inum, tá ið lastin var full undir lúkurnar. - Umborð hjá okkum var tað soleiðis, at teir sterkastu menninir vóru í lastini og stúvaðu sildatunnunur. Hetta var eitt rættiliga tungt arbeiði. Sum tit síggja, eri eg ikki nakar Arnold - Tann eina dagin brotnaði rúturin í skeilettinum. Glasið fór í sor, og beint undir niðri í kabússini stóð kokkurin og elti breyð. Glasið fór niður deiggið. Kokkurin tók tað ringasta burtur úr aftur og elti síðan víðari. Eingin fekk skaða av hesum, segði Absalon Eliasen Mynd: Vilmund Jacobsen