Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 205 - 27. oktober 2005 15 gdu fyri tunnunum í lastini Zwartsnegger, so tað vóru aðrir enn eg, sum høvdu hetta arbeiði. Men hesar tungu tunnur- nar skuldu eisini rullast eftir dekkinum, áðrenn tær fingust niður í lastina, og her greiddi hann frá, hvussu hann plagdi at lyfta tunnurnar upp um forðing- arnar á dekkinum við rull- inum, tá ið skipið setti. Absalon greiddi eisini frá ringum túrum til sjós, tá ið ótti var á fólki, og eingin hevði hoyrt frá skipinum, tí sjógvur hevði oyðilagt radioútgerðina. Hann greiddi eisini hegn- isliga frá, hvørji tól skipini høvdu til navigatión og út- gerð annars, og hvussu væl teir gomlu dugdu at brúka hesi tól. - Tey gomlu skipini høvdu magnet-kumpas, radio og radiopeilara. Hóast Absalon seinni hevur staðið á skipsbrúgv ein hálvan mansaldur – bæði í farmaskipa-og ferða- fólkavinnu, ásannaði hann, at hann onga leið hevði komið við teimum tólum, sum teir gomlu høvdu. - Vit høvdu skipanina, sum rópt varð "konsol", umborð og konsol-kort, sum lisið varð við strikum og prikkum. Hann segði, at hóast øll nútímans útgerð er umborð á Brimli, har hann hevur staðið á brúnni í mong ár, so er Brimil ikki komin bet- ur fram, enn tey gomlu skipini komu við sínari útgerð. Absalon greiddi eisini frá kenslunum, tá ið hann eina- ferð seinni í tíðini vitjaði støðina í Írlandi, ið hevði sent teimum hesi striku og prikkasignalini, sum so trygt hevur leitt sjófólk út á hav og heimaftur. - Tað vóru eymar kenslur at síggja hesa støð, sum hevur havt so stóran týdn- ing fyri skipaferðsluna, segði hann. Hann greiddi eisini frá, hvussu onkur umborð á sildabátunum snildisliga máldi hitan niðri í sjónum við fløsku, sum hálað varð upp úr einum ávísum dýpi. - Fløskan var lorað niður við proppi á, og tá ið hon var komin niður á rætta dýpið, varð proppurin hálaður úr, soleiðis at sjógvur rann inn í hana. Hetta sá ikki sørt "videnskabeligt" út, helt Absalon smílandi fyri. Glas í breyðið Sildagørnini vórðu vanliga sett um kvøldið, og fekst ein tunna í hvørjum garni, tá ið farið varð at draga morgunin eftir, varð tað hildið at vera nøkulunda veiða. - Vit tørnaðu altíð til at draga klokkan 05, og tað gingu nógvir tímar, áðrenn sildin varð avhøvdað, reinsað, saltað og komin í lastina. Tey fyrstu gørnini vóru úr hampi, men seinni fingu teir nylon-gørn. Monnum dámdu betri gørnini úr hampi, tí tey vóru ikki so hvøss og fóru eisini betur við sildini. Meðan Absalon greiddi frá, nam hann eisini við onkra stuttliga hending um- borð. - Tann eina dagin brotn- aði rúturin í skeilettinum, hóast skeilettið varð rimað omaná. Glasið fór í sor, og beint undir niðri í kabússini stóð kokkurin og elti breyð. Glasið fór niður deiggið. Kokkurin tók tað ringasta burtur úr aftur og elti síðan víðari. Men ikki veit eg; eingin umborð fekk skaða av hesum breyðunum. Hann ásannaði, at silda- tíðin gav nógv til samfel- agið, bæði á sjógvi og landi, men hann er avgjørt ikki maðurin, sum heldur, at tað var garnaveiðan hjá sildabátunum norðanfyri, sum gjørdi av við sildina í sínari tíð. - Eg ivist onga løtu í ,at tað vóru náttúruviðurskift- ini, sum broyttust. Brestir fyrstur Absalon greiddi eisini frá gongdini, tá ið vit fingu kraftblokkaskipini, og sildaveiðan broyttist og gjørdist nógv effektivari, og í hesum sambandi nevndi hann serliga pionerin, Júst í Túni á Toftum, sum fekk sær hýru við íslendskum báti fyri at læra kraft- blokkin, sum hann tók til. - Tað var Poul Hansen, sum setti fyrsta kraftblokk- in í eitt føroyskt skip, og tað var Brestir, sum fyrstur var at royna eftir sild við nót. Hann vísti á, at tað, sum kraftblokkaskipini kunnu fáa í einum háli, er líka nógv, sum tey gomlu silda- skipini fingu ein heilan túr! Í síni frásøgn vísti Absa- lon eisini á, hvussu nógv føroyingarnir, sum ar- beiddu í Íslandi í sinari tíð, tjentu. - Eg sigldi tá sum yvir- maður við ferðamannaskpi til Íslands. Onkuntíð plagdi eg at lata meg úr uniform- inum og fara millum hesar menninar at práta. Eg helt meg tjena væl, men tað vóru føroyingar, sum vóru í Íslandi, ið sum tjentu tríggjar ferðir so nógv sum eg. Nógvir føroyingar vóru við á hesum ferðum vestur um hav, men millum hesar var næstan eingin leirvík- ingur. - Og tað hevði sína søgu, tí leirvíkingar hava dugað at skapt nógv virksemi, bæði í ringastu kreppum – og nú viðurskiftini eru heilt onnur, enn tey vóru tá, segði 67 ára gamli, Absalon Eliasen, í Leirvíkar skúla. Tónleikur og kaffi Á tiltakinum í Leirvík týs- kvøldið settu Dánjal Eyst- urstein og Monica Stauss Joensen sín serstaka dám á løtuna við vøkrum klaver- og violintónum, og eftir frásøgnina hjá Absaloni fingu tey mongu, sum komin vóru til tiltakið, eisini kaffi og góðar køkur í bókasavni skúlans. Hetta var ein hugnalig og væleydnað løta, sum Bóka- savnsnevndin hjá Leirvíkar kommunu skipaði fyri. Tær sita í Bókasavnsnevndini hjá Leirvíkar kommunu, t.v.: Monika Stauss Joensen, Guðrið L. Olsen og Randi í Jógvanstovu. Næsta tiltak, tær skipa fyri, verður um tey veiku og gomlu, har Jónvør Christiansen og Margaret Johannesen fara at greiða frá Mynd: Vilmund Jacobsen Fleiri av hesum konum minnast sildatíðina og sildabátarnar, sum vóru heimahoyrandi í Leirvík. Tær høvdu við áhuga leitað sær í Leirvíkar skúla týskvøldið, og her sita tær eftir frásøgnina hjá Absaloni Eliasen og práta í sofuni inni á bókasavni skúlans Mynd: Vilmund Jacobsen