Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 205 - 27. oktober 2005 Herfyri frættist, at enn eitt blað var við at síggja dagsins ljós í Klaksvík. Enn eru ongar ítøkiligar ætlanir á borðinum, men tað er ikki óhugsandi, at før- oysk mannfólk fara at fáa sítt egna blað Mótspæl til Kvinna Klaksvíkingurin Rógvi L. Svøðstein sigur, at saman við øðrum hevur hann í eina tíð kannað føroyska blaðmarknaðin fyri at síggja, hvar tørv- urin er størstur. – Ætlanina um at geva eitt nýtt lokalblað út í Klaksvík fóru vit rætti- liga skjótt burtur frá aftur. Tann marknaðurin er nokk ov lítil til at gerast áhugaverdur fyri okkum, sigur Rógvi, men leggur afturat, at enn eru nógvir ótroyttir møguleikar á føroyska blaðmarknaðinum. – Seinastu tíðina hava vit spælt við tankan um at geva eitt mánaðarligt mannfólkablað út. Vit ímynda okkum, at blaðið kundi verið eitt mótspæl til Kvinna, við greinum um evni, sum hava áhuga hjá mannfólki, portett- um, heilsusíðum o.s.fr, sigur Rógvi. Enn liggja ongar ítøki- ligar ætlanir á borðinum, men Rógvi er sannførdur um, at tørvurin fyri einum dygdargóðum blaði fyri føroysk mann- fólk frá 20 ár og uppeftir avgjørt er til staðar. ave Dagny Joensen hevurjú givið út skaldsøguna Hvirlan, sum lýsir føroyskar kvinnulagnur undan seinna heimsbardaga NÝGGJ SKALDSØGA Skaldsøgan sigur frá kvinnulagnum frá undan seinna heimsbardaga og til í dag. Hvussu tilvildin ger seg galdandi, og lagnur um- skarast. Brennivín og árinið á hússetrið fyrr og nú er somuleiðis ein aðaltráður í søguni. Serliga, hvussu hetta ávirkar børnini: »Fanin taki teg, Anna, kemur tú ikki í stundini skalt tú fáa við meg at gera«, hóttir pápin, frá sær sjálvum í øðini. Anna hvøkkur við. »Hatta reyvarholið, stendur og sveiggjar í rúsinum. Er ikki nóg mikið, sum er«, hugsar Anna. Hon turkar sveittan av pannuni og hyggur upp á mammuna, sum framvegis ikki letst um vón. »Nei, har eg eingin hjálp at fáa«, mutlar Anna vónbrotin. Søgan fevnir um fleiri ættarlið, sum eru merkt av teimum burturtreingingum, sum hava eyðkent føroyska samfelagið. Dagny Joensen: Hvirlan. Skaldsøgan er prentað og løgd til rættis á Føroyaprent. Ingálvur av Reyni eigur permumyndina og Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. Bókin er 174 blaðsíður Eftir 90 ár sum lokal- blað við einari útgávu um vikuna gongur Norðlysið nú nýggjar leiðir. Fyrsta ókeypis týsdagsútgávan er longu komin, og skjótt fer Norðlýsið at dekka ein part av Eysturoynni eisini NÝTT BLAÐ Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Týskvøldið fingu norðing- ar og partur av Eysturoynni eitt ókeypis eintak av Norð- lýsinum í postkassan. Blað- ið var tað fyrsta í eini ætlan hjá einasta lokalblaðnum í Føroyum at brynja seg til framtíðina og troyta nýggj- ar møguleikar á føroyska blaðmarknaðinum. Hvat er lokalt? Oliver Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum sigur, at teir í mong ár hava tosað um at geva blaðið út tvær ferðir um vikuna. Av ymsum or- søkum hava teir higartil ikki hildið tað verið ráðiligt við tveimum útgávum, men nú Norðoyatunnilin skjótt verður veruleiki, merkir tað eisini nýggjar møguleikar fyri eitt blað, sum Norðlýs- ið. – Eg trúgvi, at við fasta sambandinum skulu við fyrireika okkum uppá, at eitt hugtak sum lokalsam- felag fær ein øðrvísi týdn- ing, enn tað higartil hevur havt her norðuri. Frástøðan millum til dømis Klaksvík- ina og norðara partin av Eysturoynni verður so lítil, at fólk nátúrliga fara at hava ein áhuga í tí, sum fer fram hinumegin tunnilin, sigur Oliver. Í fyrsta umfari fer týs- dagsútgávan av Norðlýsin- um at vera ókeypis, har størst dentur verður lagdur á lýsingartilfar. Hetta hevur leiðslan á blaðnum mett vera neyðugt fyri at kunna klára seg í kappingini við hinar ókeypis blaðútgáv- urnar, sum longu eru á marknaðinum. Eitt størri Norðlýsið Longu nú arbeiða teir á Norðlýsinum við at gera tíðindi og frásagnir úr Eysturoynni, sum eisini verða partur av týsdagsút- gávuni av blaðnum. Ì hes- um sambandi er redaktión- in víðka við einum blað- fólki, men enn eru ongar ætlanir um at lata upp eina deild av Norðlýsinum í Eysturoynni. Redaktónin hjá Norðlýs- inum verður verandi í Klaksvík, tí ein koyritúrur uppá 10 minuttir fer ongan týdning at hava í so máta, heldur Oliver. Størsta broytingin verður kanska, at eftir at Norðoya- tunnilin er latin upp, verða báðar útgávurnar av Norð- lýsinum savnaðar í einari stórari fríggjadagsútgávu. Vil hetta so siga, at norð- oyingar missa sítt lokal- blað? – Nei, als ikki. Tær lokalu søgurnar úr Klaks- vík koma at halda fram, meðan tær úr Eysturoynni so koma afturat. Sum sagt, so verður tað ein spurning- ur, hvat ein lokal søga verð- ur her norðuri í framtíðini. Eysturoyingar eru sum kunnugt longu byrjaðir at hyggja hendan vegin eftir vinnumøguleikum, og tann áhugin og áhugin fyri økj- unum hjá hvørjum øðrum sum heild fer heilt vist at virka báðar vegir, sigur Oliver Joensen. Norðlýsið gongur nýggjar leiðir – Klaksvíkingar missa ikki sítt gamla lokalblað, men fáa heldur eitt størri Norðlýsið í framtíðini, sigur Oliver Joensen, blaðstjóri á Norðlýsinum Týskvøldið kom fyrsta eintakið av nýggja Norðlýsinum í postkassarnar hjá norðoyingum og einum parti av Eysturoynni Nýtt mannfólkablað? Kvinnulagnur í nýggjari skaldsøgu Dagny Joensen