Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 ÚTGÁVUKONSERT Rókur Jákupsson Jakobsen rokur@sosialurin.fo Fjepparir flippaðu út saman við einum væl upplagdum paradoksalum rokkbólki. Ein av okkara heilt spennandi bólkum foldaðu seg út í Kagganum, framman fyri eini áskoðarafjøld sum má sigast verða væl yngri enn tann, ið dansigólvið í Kagganum van- liga kennir til. Paradox spældu eina rokkkonsert sum vísti okkum, at vit ikki skulu óttast framtíðina hjá føroyska tónleikinum. Vit mugu staðfesta at rokkurin er í blóma, og hetta er at gleðast um. Longu áðrenn fyrsta lagið var tað eyðsæð, at Paradox er ein væl dámdur bólkur millum ungu áhoyrararnir í Føroyum. Fjøldin flokkaðist framman fyri lítla pallin í kjallaranum í Kagganum, og hetta hóskaði sera væl til orkufulla tónleikin hjá trio´ini Paradox. Teir spæla rokktónleik sum app- ellerar til tannáringar, og í høvuðsheitum snúgva løg- ini seg um kærleika. Beinanvegin blástu teir harðar tónar ígjøgnum há- talararnar. Ungu rokkarnir vístu við teirra spæli, at talan er um dugnaligar tón- leikarar. Teir hava yvir- skot á pallinum og hava ong- ar trupulleikar við at røkka áhoyrararnar og teir megna lættliga at koma út um pall- kantin. Framførslan lýsir av einum "her eru vit - tit mugu elska okkum"- hug- burði. Og tað riggar. Áhoyr- ararnir elska Paradox! Tað er slett ikki til at taka feil av; teir eru blað- ungir, og teirra kærleiki til tónleikin ger, at vit bara mugu fylgja við. Óruddiligt ljóð & fangandi løg Ljóðið í Kagganum var annars ikki heit gott, meðan Para- dox spældu. Tað var ein stór kaka av ljóðið, og hetta darvaði upplivilsi av kon- sertini. So við og við sum fólk varnaðust, at ljóðið ikki var av tí besta, royndu tey ljóðkønu at bøta um tað. Men hetta riggaði ikki heilt. Alt varð bara skrúva harðari, og at enda sást ikki annað enn reyðblunk- andi ljós á ljóðpultinum. Úrslitið gjørdist tí, at tónleikurin ikki fekk ljóð- ið, sum hann hevði uppi- borið. Løgini hjá Paradox eru annars rættiliga fangandi. Serliga niðurløgini hava ofta tekstligar endurtøkur, og hetta ger tað lætt hjá okkum at syngja við. Melo- diirnir eru eisini heilt ókey, so eisini hetta gevur bólkinum góðar sømdir at gerast verulig fólkaogn. Sjálvur haldi eg, at "Lost My Pride" er eitt upplagt boð uppá eitt komandi hit. Hetta lagið hava vit hoyrt fyrr, men nú tykist lagið at verða fest í minni hjá okkum øllum. Um man skal koma inn á veikleikarnar hjá Paradox, so er ein teirra tann mangl- andi dynamikkurin í saman- spælingini. Teir spæla ov einstátta og hetta kann til tíðir gerast troyttandi at lurta eftir. Kanska áttu teir at lagt seg eftir at givið løgunum nøkur gear afturat, tí at sum nú er, kennist tað fyri mær, sum um vit bara hoyra fyrsta og triðja gear í løgunum. Um teir fingu eitt sindur meiri av dynamikki í løgini, vildi tey verið togaði upp á eitt heilt annað støðið. Tí løgini eru virkuliga góð, ongin ivi um tað. Men løgini eru ov spenningsleys. Tú saknar natúrligar brýr millum hørð og still brot í tónleikinum, tí at fyri mær tykist tað, sum um onkur av løgunum hanga í leysara luft. Eitt av teimum heilt góðu løgunum hjá Paradox er frálíka lagið "Inside Of Me". Í hesum lagið hoyrdi tú veruligu dygdirnar í bólkinum. Lagið inniheldur nemliga fleiri gear, og hevur ein feitan spenning ígjøgnum alt lagið. Heini byrjar einsamallur, og so við og við økir hann um spenningin. Tá situr tú sum áhoyrari og bíðar spentur eftir at vita, hvussu lagið útviklar seg. Og so kemur allur bólkurin inn, og tá brestur lagið, og hárini reisast á rygginum. So- leiðis elska vit at uppliva tónleik. Røddin hjá Heina er eisini guff fyri rokk/popputa tón- leikin hjá Paradox. Hann hevur eina feita rødd, og har er eisini ein ávís kraft í henni, soleiðis at tón- leikurin fær trúvirði. Hann er avgjørt ein av okkara komandi rokk stjørnum her á landi. Búgvi og Andreas á ávikavist trummum og bassi fylla eisini væl út í botni- num. Paradoksala framtíðin? Hóast framførslan til tíðir var óruddilig, so gleði eg meg til at hoyra meiri frá bólkinum. Bólkurin kemur helst at spæla heilt nógv komandi tíðina, fyri at marknaðarføra nýggju fløg- una "Falling In Love", og hetta fer heilt víst at geva bólkinum meiri rutinu og eisini verða Heini, Búgvi og Andreas meiri samanspældir. Um bólkurin heldur saman og heldur áfram at menna seg, so er heilt vist, at Paradox hava eina bjarta framtíð fyri framman. Bólkurin er sera væl dámdur millum tey ungu, og hetta gevur góð gróðrarlíkindi fyri at spæla víðari. Paradox er ein rokkbólkur sum skal takast í álvara. Hóskvøldið 20. oktober høvdu Paradox útgávukonsert í Kagganum. Konsertin er ein liður í marknaðarføringini av nýggju fløgu teirra "Falling In Love". Afturat teimum spældu The Dreams, Lama Sea og Deja vu, men hesir verða ikki umrøddir í hesum ummæli, tí hóskvøldið áttu Paradox tann sentrala leiklutin. Teir vóru høvuðsnavnið, og teir megnaðu væl at røkja uppgávuna Paradox í Kagganum