Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-10-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. oktober 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Kontri Niels Uni Dam, nielsuni@sosialurin.fo Bólkurin The Reverends hevur tann karismatiska Mold odda- mannin Niclas Thorsteins- son, sum sangara og ein flokk av garvaðum rokktón- leikarum aftanfyri hann. Man skuldi trúð, at talan var um ein rokkbólk av tí harðara slagnum. Men The Reverends eru ein ordiligur kontri- bólkur av tí slagnum, sum spælir rátt og ópolerað kontri við tekstum um sjálv- morð, morð, hjúnarskilna, svik og drukk, spældir við rætta kontri anda, og av monnum í kovboyhattum, kov- boyslipsum og styvlum. Skriva løg Eg havi hitt Niclas Thor- steinsson og gittarleikaran Jens Virgar Jakobsen í eini lítlari íbúð á Oyrasunds- kollegiinum, har teir sita og deila eina fløsku av reyðvíni, og skriva kontri- løg til komandi fløguna. Jens gjørdist kendur á før- oyska rokkpallinum, tá hann við bólkinum Diatribes blásti harðan rokktónleik í høvdið á lurtarunum á Ólav- søkukonsertini 1996. Seinni gjørdist bólkurin eitt sind- ur bleytari, men enn var talan um rokk. Í MC-Hár rokkaði hann víðari, og eitt mundið spældi hann gittar í bólkinum Happy, ið seinni broytti navn til Makrel. Hann er stutt sagt ein ordi- ligur rokkgittarleikari, og tað tykist løgið, at hugsa um hann sum kontrigittar- leikara. Men úr hansara ste- reoannleggi ljómar kontri- tónleikurin, meðan við seta okkum niður at práta. Keypt mandolin Jens greiðir frá, at hann nýliga hevur keypt sær eina mandolin, sum hann ætlar sær at læra at spæla uppá. Hon varð keypt frá einum manni í Norður Jútlandi, sum helt, at talan var um eina banjo. Men tá hon kom fram, var tað talan um eina mandolin. Hetta gjørdi tó ikki so nógv sambært Jens. Ein mandolin er fín til kontri, og hon kostaði einans 250 kr. við frakt. Rapparin Niclas Niclas gjørdist longu fyrst í 90’árunum kendur innan føroyskan tónleik, tá hann var ein av gestarapparunum hjá Paria á eini Nýggjárs- konsert. Hetta samstarv kom í lag á studentaskúlanum. Hans Petur í Brekkunum spældi trummir undir, tá Niclas framførdi tjóðsangin í rappútgávu á eini skúla- veitslu. Hans Petur var sangari í Paria og skeyt upp, at Niclas og vinmaðurin Guðmund luttóku sum eitt stuttligt innslag á Nýggj- árskonsertini. "Hetta var eitt stuttligt projekt, tí næstan eingin rappaði í Før- oyum tá, so vit skrivaðu eitt rapp um hasjarar í Havn" sigur Niclas, men sig- ur seg ongantíð hava havt ætlanir um at gerast full- tíðarrappari. Í USA eftir kontri Niclas fortelur: "Eg var eitt ár í Wichita í Kansas á AFS í 1989-90, tónleikaliga fekk eg áhuga í tveimum tón- leikagreinum hetta árið. Tað var rapp og kontri. Vit sóu øgiliga nógv poppkontri í sjónvarpinum, t.d. Randy Travis og Garth Brooks, og vertspápin hjá mær har yviri koyrdi runt í einum pikkop og lurtaði nógv eftir Blue- grass. Eg vil ikki siga, at eg tendraði uppá kontri beint tá, men ein spýri varð lagdur. Tí áðrenn eg fór har yvir, kendi eg lítið annað enn t.d. Higway Man og The Gambler, teir veruligu klassikararnar. Tá vit seinni, tað var í Mold tíðini, búu í Dólgaborg undir Pisuvarða, kom ein vinmaður hjá mær Høgni Iver- sen við eini kontrifløgu. Vit byrjaðu at lurta nógv eftir henni. Hetta var nokk tá eg veruliga byrjaði at dáma kontri" Neil Young effektin Upprunaligi íblásturin til Mold kom úr Pearl Jam og øðrum Seattle bólkum og so Guns’n’ Roses. Men sum tíðin leið gjørdist Neil Young ein tónleikari, sum allir í Mold lurtaðu eftir. Hetta hoyrd- ist væl á tónleikinum á seinnu fløguni hjá Mold. Fløgan gjørdist merkt av fólka kontri ljóði, og lagið Country Christ var kanska ikki eitt reint kontrilag, men luktaði eitt sindur av tí. Spældi við fyri venjingarhølið Í 2003 avgjørdu Niclas, Kristin Bech, ið spældi bass í Mold, og svágur Kristin gittarleikarn Janus Kamp- mann, at stovna ein Ameri- cana bólk, ið spældi Bruce Springsteen og Neil Young og annað tílíkt. Teir bóðu ein gamlan vinmann Richard Han- sen um at spæla trummur, og fyri at fáa atgongd til venjingarhølið á Oyrasunds- kollegiinum, spurdu teir Jens Virgar, um hann ikki eisini vildi spæla gittar. Back to Texas Aftan á nakrar venjingar snýktu alt fleiri kontriløg seg inn á skránna, og at endans avgjørdu teir bara at spæla kontri. Jens greiðir frá, at hann var nokkso iva- samur um hetta val. Tí hann var ikki nakar kontrifjepp- ari, men hetta broyttist, og skjótt dámdi honum væl, bæði at lurta at, og at spæla kontri. Í byrjanini vóru tað mest løg hjá øðrum, ið teir spældu. Fyrsta konsertin var í Sumpen á Oyrasundskollegi- inum og har spældu teir løg hjá Johnny Cash, Alan Jack- son, Randy Travis, Garth Brooks og Frank Zappa. Men eisini eina tolking av Mold lagnum Back to London, ið varð broytt til Back to Tex- as. Gera fløgu Fólkið var sera væl við á hesi konsert, og síðan hevur bólkurin spælt fleiri ferðir bæði í Danmark og í Føroyum. Ein alsamt størri partur av løgunum eru heimagjørd, og ætlanirnar um eina fløgu út- gávu er væl áleiðis, ikki færri enn tvær demoir eru innspældar, og í løtuni royna teir at fáa fíggingina av fløguni uppá pláss. Hetta kvøldið eg hitti Niclas og Jens, sita teir og gera eitt lag. Annars er lagskrivingin sera ymisk, greiður Niclas frá "Okkurt lag havi eg skrivað mest sum liðugt, okkurt havi eg skrivað saman við Kristin, og Kristin hevur eisini skrivað okkurt sjálvur, með- an uppaftur onnur løg eru gjørd av okkum øllum saman osfr.v." Tað er Niclas, sum skrivar tekstirnar, og sum er líkist tekst heimurin vanliga kontriheiminum, við hjúnar- skilnaði, sviki, morð og drukk. Men Niclas leggur dent á, at hetta kann broyta seg, áðrenn fløgan kemur út. Tí allir sangirnir eru ikki lidnir enn, og til ber eis- ini at broyta tekstirnar, so teir kanska gerast heilt annarleiðis. Í Vestmanna og Skopun Í summar spældu The Reve- rends fleiri konsertir í Føroyum, millum annað spældu teir í Skopun. Teir greiða frá, at teir ikki vita um meira hjartarliga móttøku. Fólk vóru sera blíð og bjóð- aðu teimum góðan mat og drekka. Eitt annað kvøld spældu teir á Bryggjuni í Vestmanna, tá lántu teir trummuleikaran úr Vestmonn- um, tí at Richard var í Dan- mark, og steel gittarleikar- in hjá Vestmonnum kom somu- leiðis við. Jens og Niclas eru samdir um, at hetta var stórt. Niclas leggur aftur- at: "Vestmanna er jú kontri høvuðsstaðurin í Føroyum" Teir vóru sera væl mót- tiknir øll tey støðini teir spældu, og gott lív var í. Jens heldur, at føroyingum dámar kontri, og nógv eru sokallaðir skápskontri- fjepparar. Enskt og føroyskt Tá The Reverends spæla í Danmark, tosar Niclas enskt millum løgini, við eini sterkari amerikanskari suð- urstats dialekt ljóðar hann sum ein amerikumaður, og hann hevur eisini upplivað, at fólk eru komin yvir til hansara, og hava prátað við hann á enskum eftir fram- førsluna. Hann sigur, at tá hann skal tosa eitt fremm- andamál, so er enskt meira upplagt, Johnny Cash ljóðar nú einaferð kulari við suð- urstatsdialekt, enn á hálv- brotnum donskum: djåni kass. Tað gevur eisini framførsl- uni eitt sindur størri kontrikenslu. Í Føroyum prátar Niclas tó á føroyskum millum løgini, alt annað hevði virkað løgið heldur hann. Mangla trummuleikara Richard Hansen hevur spælt trummur í The Reverends hig- artil. Men er nú fluttur heim til Føroyar. Tí er hann farin burturúr bólkinum. Tí leita teir í løtuni eftir trummuleikara. Onkur hevur verið til royndarvenjing, men hetta riggaði ikki, tí honum ikki dámdi kontri, onkur annar er í kikaranum, men enn er einki endaliga avgjørt. Teir greiða frá, at viðkomandi helst skal vera føroyingur, tí teir ikki tíma at skula tosa danskt undir venjing. Lótu Mojo aftur Seinasta konsertin við Ric- hard var í kenda gamla blús- klubbanum Mojo. Hetta gjørd- ist ein løgin uppliving. Hetta gamla og fyrr so hátt- virda spælistað, hevur seinnu árini fingið nógvar grannaklagur. Tí var bert loyvt at spæla tónleik við ljóðinum spakuliga frá. Tá tað gjørdist ov hart, sló streymurin frá. Hetta setti síni spor á konsertina. Eitt nú noyddist ljóðmaðurin at skrúva bassin av røddini hjá Niclas, tí hesin gav útslag, soleiðis at annleggið slóknaði. Hetta gjørdist eisini fyribils síðsta kvøld, at Mojo hevur tónleik á skránni. Tí tá The Reverends skuldu koyra útgerðina í bilin, lótu teir eina bakdyr upp. Samstundis var onkur annar farin upp á pallin, og tí hoyrdist tónleikur út í garðin, og grannarnir boð- sendu løgregluni, ið kom og tók loyvið til at spæla tón- leik frá klubbanum. Bowlar í slipsi Niclas Thorsteinsson livir kontrilívið, eisini tá hann ikki er á pallinum, sostatt kundi tú hitta hann í havn- argøtum í summar í kovboy- hatti, kovboystyvlum, kov- boyslipsi og skjúrtu. Eitt nú hitti eg hann í Bowling- høllini eitt kvøldið í hesum búna. Tað var torført at siga, um hetta varð gjørt við álvara ella í spølni, men sambært Niclas er hetta í ramasta álvara. Tá hann pyntar seg, letur hann seg í hesi klæði: "Fyri meg er týdningarmikið, ikki at verða ein tekniseriu figur- ur, hetta er ikki fjas!" sigur hann. Men er kovboybúnin góður at skora í? "Ja, tað veit eg ikki". sigur Niclas "Tað er í øllum førum ein góður háttur at fáa eitt prát við konufólk, tað er eitt stig á vegnum, tá man er í kovboy- hatti, kann man altíð spyr- ja, um henni dámar kontri" Um The Reverends Stovnaður: 2003. Heimstaður: Keypmannahavn Tónleikastílur: Rátt og ópolerað kontri Tónleikarar: Niclas Thorsteinsson (sang), Janus Kampmann (gittar, pedal steel), Jens Virgar Jakobsen (gittar), Kristin N. Bech (bass). Richard Hansen er júst farin úr bólkinum, men hevur frá byrjanini spælt trummur í The Reverends.