hósdagur 27. oktober 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Gongur væl hjá Mew og hinum
Sølan av donskum popp og rocktónleiki er
størri, enn hon hevur verið nógv tey seinastu
árini. Fyrr í ár kundi plátuvinnan boða frá, at
fyri fyrstu ferð nakrantíð vóru fleiri danskar
útgávur enn útlendskar seldar í donsku fløgu-
búðunum, og nú vísir ein nýggj uppgerð, at
samlaða sølan er munandi hægri í ár enn somu
tíð í fjør. Jyllands-Posturin hevur kannað tøl-
ini, og sambært teimum eru umsetningurin í søl-
uni av donskum tónleiki 10 milliónir størri
higartil í ár samanborið við somu tíð í fjør.
Nøvn sum Mew, Anne Linnet og Lis Sørensen hava
selt væl í ár, og roknað verður við stórari sølu
seinni í ár hjá bólkum sum Outlandish, TV-2,
Gnags og Jokeren.
Tøfting sigur frá øllum
Danski fótbóltsspælarin Stig Tøfting hevur
skrivað sína sjálvsævisøgu, og hendan bók er
meira erlig enn slíkar bøkur plaga at vera.
Tøfting hevur verið ígjøgnum nógv í sínum lívi,
og hann greiðir opið frá øllum í bókini. Pápi
Tøfting skjeyt mammu hansara og gjørdi síðani
sjálvmorð, tá ið Tøfting var smádrongur, Tøft-
ing misti fyri nøkrum árum síðani ein son, sum
bara var 26 dagar gamal, og Tøfting hevur sitið
í fongsli fyri harðskap. Umframt persónligu
hendingarnar hevur hann verið ein av fremstu
fótbóltsspælunum í Danmark í nógv ár, og í bók-
ini greiðir Tøfting millum annað frá, hvat hann
hevur fingið í løn í teimum ymsu feløgunum,
hann hevur spælt fyri.
(Mynd: Scanpix)
Kappaðust um bestu tatoveringina
Tað verður kappast í bæði einum og øðrum, og
fyrr í vikuni var MBK Tattoo Contest í Bangkok.
Fólk – bæði kvinnur og menn – við øllum hugsandi
tatoveringum vóru við í kappingini, og mána-
dagin vístu fólkini seg fram í einum keypsskála
í Bangkok. Næsta 60 fólk vóru við í kappingini,
og tað vóru nógvar stórar og sermerktar tato-
veringar at síggja á fólkunum. Fólk munnu
neyvan verða á einum máli um, hvørt hetta er
kropsprýði ella ikki, men í øllum førum eru tað
tey, sum gera nógv av við at tatovera kroppin
hjá sær.
(Mynd: Scanpix)
BECKHAM OYÐILEGGUR
SÆR RYGGIN
Enski fótbóltsspælarin David Beckham er
víðagitin fyri síni tiltiknu skot. Hansara heilt
serligi sparkiteknikkur hevur gjørt hann
heimskendan, men nú er líkt til, at hesin
teknikkur leggur so stórt og áhaldandi trýst
á kroppin hjá Bekcham, at hann hevur
fingið trupulleikar við rygginum. David
Beckham segði nú um dagarnar við
bretska blaðið The Sun, at hann má fáa
pínustillandi sproytu áðrenn og eftir dyst.
Læknarnir í Real Madrid, har Beckham
spælir, siga, at tað er tann serliga støðan,
sum kroppurin hjá honum kemur í, tá hann
avleverar og skjýtur, sum hevur við sær
pínuna í rygginum.
Beckham hevur síðani hann var
smádrongur vant ótroyttiligur at sparka
bóltin á sín serliga hátt. Hann er blivin burt-
ur úr góður at skjóta fríspark, og
kropsstøðan hjá Beckham er so eyðkend,
at Adidas hevur brúkt hana sum
grundarlag fyri einum serligum logo til
onkrar av sínum fótbóltsskóm.
Soleiðis kenna fótbóltsfjepparar David Beckham – liggjandi langt á
liðuna við sínum eyðkenda sparkiteknikki...
... men nú er tað eisini komið fram, at júst tann serliga støðan, sum Beckham
kemur í, tá hann skjýtur bóltin, gevur honum pínu í ryggin. Myndir: Scanpix